mánadagur 2. mars 2015síða 62
‹ fyrra síða allar 64 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 10 l 2. mars 2015
Ókeypis lýsingarblað
22
Standard
Vanguard
frá 1953
Skipssøga
Bilurin
við Óla Olsen
Fleiri hundrað føroyingar vóru til lands
– róðu út í Íslandi – tá íð vinnan var
í hæddini. Í 20. øld, minkaði aftir, og
tá ið seinna kríggið fór at gera vart
við seg, var útróðurin fjaraður burtur
at kalla.
Óivað hava teir fingið íblástur frá
fyrstu smáu sluppunum, ið fóru til
Íslands at fiska. 1872 verður roknað
sum árið, tá ið føroyskur skips
fiskiskapur byrjar. Trappubrøðurnir
í Havn fóru hetta árið til Íslands við
38 tons stóru slupp síni Fox, ið var
langbummari. Teir løgdu seg fyri akker
á Seyðisfirði og róðu út frá skipinum
við tveimum bátum. Væl lá fyri, og
komið var aftur við fullari saltfiska
last.
Til Íslands varð farið við post
skipum ella fiskiførum. Róð varð
út einar tveir-tríggjar mánaðir um
summarið – mest á Eysturlandinum
og nakað á Norðurlandinum. Summir
útróðrarmenn bygdu sær sjálvir hús
at halda til í, men tað vanliga var, at
teir leigaðu sær hús. Sáttmáli varð
tá gjørdur við onkran íslending, sum
vanliga var tann, at íslendingurin
fekk tíggjund av veiðuni. Við húsinum
fylgdi rætturin at nýta støð og lendi
og rætt til at veiða krækling, sigur Pól
á Kletti í Norðlýsinum 11. oktober,
2013.
Skipið tað var so pakkað við fólk,
eg ógvist yvir tað enn,
og har lá hvørt um annað vaft
bæði posar, kistur og menn
Ja, trongligt hevur verið umborð á
postskipunum. Jákup á Biskupsstøð
í Klaksvík, bóndi og bátasmiður, var
fyrstu ferð til lands á Seyðisfirði í
1888. Hann segði, at tá ið hann skuldi
heim og kom til skipið, var longu fult
av fólki umborð. Hann spurdi skiparan,
um pláss var fyri sær. Skiparin svaraði,
at einasti møguleiki var at seta seg
upp á bummin. Jákup á Biskupsstøð
(1867-1964) kom heim í øllum góð
um, men søgan sigur einki um, at
hann sat á bumminum.
Bókmentir eru um hesa tíðina.
Sámal Johansen (1899-1991) úr Vík
hevur greitt væl frá vinnuni í bók síni
frá 1980 “Til lands. Útróður í Íslandi.”
Og so hava vit vísuna, sum ørindið
oman fyri er tikið úr. Jóan Petur uppi
í Trøð (1845-1901) úr Kvívík yrkti
hana um tiltiknu ferðina í 1888, tá ið
postskipið Vaagen í høgættaródn var
á heimferð úr Íslandi við føroyskum
útróðrarmonnum og var um at fara í
knús í briminum undir Fugloynni.
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
Bilurin hesa vikuna er ein Standard
Vanguard frá 1953 hjá Poul
Gaard Hansen í Havn, sum koyrdi
hýrukoyring á bilstøðini Bil.
Frá síðst í 40-unum og nakað
inn í 60-ini var Standard eitt kent
bilmerki her í landinum, bæði sum
hýruvognar og vørubilar umframt
onkrir privatbilar.
Bilverksmiðjan Standard Motor
Company varð upprunaliga stovnað
í 1903 í Coventry í Onglandi. Bilarnir
fingu navnið Standard, tí teir settu
standardin fyri góðan kvalitet.
Standard Vanguard vórðu gjørdir
frá 1947 til 1963. Hetta modellið
av Standard Vanguard varð framleitt
frá 1953 til 1956.
Tað var Bilasølan Norrøna hjá
Peturi W. Háberg og Jens Christian
Christiansen (Kissa), sum seldi
Standard bilarnar í Føroyum.
Myndaeigari: Poul Gaard Hansen
Til lands – útróður í Íslandi
Henda myndin frá Søvnum landsins tykist
sýna føroyingar í Íslandi. At fara »til lands«
varð sagt um føroyingar, sum fóru til Íslands
at rógva út frá landi. Vinnan tók seg upp
í 1870-árunum og vant nógv upp á seg