týsdagur 3. mars 2015síða 2
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26
mikudagsblaðið
Stovnaður: 1927
Útgevari: Sp/f Sosialurin
Uppseting: Sosialurin
Ábyrgdarblaðstjóri:
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Prent: Prentmiðstøðin
Avgreiðsla: mán - frí
kl. 08.00 - 16.00
Marknaðardeild
lysing@sosialurin.fo
Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn
tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo
Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík
tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo
Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814,
aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo
Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja
tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá.
Tel. 341800
www.sosialurin.fo
Oddagrein
Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov
Tað er so lætt at varpa privatar fyri
tøkur út av marknaðinum, tá tú sum
almennur stjóri kanst brúka lands
kassan til at kvala kappingarneytar.
Sambært
kringvarpsstjóranum
er tiltakið hjá Kringvaprinum, sum
hann kallar fyri »tillaging«, men sum
vit kalla »dumping«, ein roynd at
vinna Kringvapinum aftur lýsingar,
sum eru farnar á Facebook, Google,
YouTube, Spotify og App.
Hann vísir í svari til kritikkin frá
okkum á, at lýsingarinntøkurnar hjá
Kringvarpinum eru lækkaður frá
2013 til 2014 úr 8 millónum krónur
í 6,5 milliónir krónur. Til tað er at
siga, at fallið í lýsingarsøluni bara
í Miðlahúsinum er tríggjar ferðir
størri, enn fallið hjá Kringvarpinum.
At skjóta seg undir, at almenni
fjølmiðlamastodonturin
roynir
at finna tær fáu krónurnar aftur,
sum eru farnar á sosialu miðlanar
er í besta føri bláoygt – fyri ikki
at siga óbúgvið. Tí tað syndrið av
lýsingarkrónum, sum er farið higar,
vigar á ongan hátt upp við tapið í
inntøkunum hjá traditionellu lýsing
armiðlunum.
Tað er dumping, tá ein lýsing,
sum hósdagin kostaði 1.400 krónur
– fríggjadagin kostar 283 krónur. Ella
vit kunnu siga, at tað er dupmping, tá
30 lýsingar upp á 30 sekund hósdagin
kostaðu 42.000 krónur – fríggjadagin
kostaðu 8.495 krónur. So kann kring
varpsstjórin koma vit teimum und
anførslum, sum hann vil.
Hjá Kringvarpi Føroya eru lýs
ingarinntøkurnar so lítlar í mun til
kringvarpsskattin, sum er álagdur
hvørjum húski, og stuðulin, sum
Kringvarpið fær frá tí alemnna fyri
sendinet og annað, at tær gera so at
siga ongan mun. Um leiðslan í Kring
varpinum ikki megnar at stýra uttan
um eina minking upp á 1,5 millión í
lýsingarinntøkum – tá samlaðu inn
tøkurnar eru 50 ella 60 milliónir, so
stendur illa til.
Hjá privatu miðlunum eru lýsing
arnar grundarlagið. Tí privatu miðl
arnir kunnu ikki krevja skatt inn.
Rás2, VoxPopp og KissFM liva
bara av lýsingum. Tí er tað arrogant,
óetiskt og maktmisnýtsla, tá tað al
menna Kringvarpið soleiðis høggur
prísin niður. Endmálið er eyðsæð:
Kringvarpið vil hava lýsingarnar,
sum privatu miðlarnir fáa, fyri at viga
upp við mistu inntøkunum.
Vit vita, at Kringvarpið hevur
loyvi at selja lýsingarnar, og at
hendan at hendan óetiska herferðin
hevur stuðul í Løgtinginum, sum ikki
virðir frælsa vinnu og privat fyritaks
semi. Tað er okkara stóri trupulleiki.
Men fyri tað um politikararnir
ikki skilja tað, so merkir tað ikki, at
Kringvarpið fyrilitarleyst skal sleppa
at knúsa marknaðin fyri inntøkur,
sum KVF kortini ikki megnar at fáa
inn. Tey kunnu ikki kenna marknað
in, tá tey ger so í óðum verkum.
Vit kunnu bara vóna, at politik
arar vakna, geva okkara neyðarrópi
gætur, og steðga ørskapinum hjá
Kringvarpi Føroya.
Tað er ikki fyri mark, at KVF
skal sleppa at knúsa marknaðin
Kvf misnýtir landskassan
Hvørj
um heimi
livir løg
maður í?
Jonhard eliasen
síða 21
Loysir
seg
ikki at
arbeiða
Ingrid S. Henriksen
kjak Síða 20
Eirikur Lindenskov
eirikur@sosialurin.fo
Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum!
Leygarkvøldið
verður
danska poppstjørnan Med
ina gestur í sending hjá Rás2.
Tað er sendingin Hvonn Live,
ið verður á skránni leygar
kvøldið.
Medina er í Føroyum um
vikuskiftið fyri at framføra
á Luux í Havn, men áðrenn
framførsluna
vitjar
hon
Hvonn Live. Medina er von
við, at myndafólk liggja upp
á lúr at fáa myndir av henni,
og Vikubløðini skriva alt um
hennara
privatlív.
Medina
greiðir frá, hvussu lívið sum
poppstjørna er.
Tosað verður eisini við
eina kvinnu, sum hevur gjørt
hjálpararbeiði í Afrika, og ein
mann, sum hevur mediterað
í India. Hví fóru tey á slíkar
ferðir, og hvørjum koma tey
heimaftur við.
Sjónleikararnir Ria og Sú
sanna Tórgarð hugleiða um
og skemta við Kvinnudegnum,
sum er sunnudagin.
Hvonn Live byrjar leygar
kvøldið kl. 21.00. Sent verður
beinleiðis av Hvonn, har fólk
eru væl komin at verða til
staðar – og annars ber til at
hoyra alt á Rás2.
Strúkur í vindi upp í hvassan vind
av útsynningi og ælingur, partvís
kavi. Hitin millum 1 og 4 stig.
Veðrið fríggjadagin og
leygardagin:
Strúkur í vindi upp í hvassan vind
av útsynningi og regn av og á.
Hitin millum 2 og 6 stig.
Veðrið týsmorgunin:
Eitt lágtrýst, 980 hPa. í útsynning
úr Føroyum fer í landsynning
eystan og grynnist.
Veðrið mikunáttina:
Ein veikur hátrýstryggur yvir
Íslandi kemur hendavegin og
mennist nakað.
a
H
V
E
ú
Petur Skeel
Jacobsen
greiðir frá
um veðrið
Seinnapart:
Gul til stívt andøvsgul av
útnyrðingi og yvirhøvur turt
og sólglottar. Hitalagið um
frostmarkið.
HÓSDAGIN
TÝSDAG
MIKUDAGIN
5-10 m/s
13-18 m/s
5-10 m/s
5-10 m/s
13-18 m/s
15-20 m/s
Fyrrapartin gul til stívt andøvsgul
av vestri og yvirhøvur turt og
sólglottar, men út á seinnapartin
veksur hann vindin upp í hvassan
vind ella skrið av útsynningi og
um kvøldið regn. Hitin millum 4
og 7 stig.
Medina gestur í Rás2-sending