Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-03, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana – Eg dugi ikki at síggja, hví vit burdu goldið bótina fyri hann, sigur Niklái Nysted, stjóri í p/f Knassar, tá hann verður spurdur, um p/f Knass­ar, sum eigur og rekur portal.fo, fer at gjalda bótina fyri Svein Tróndarson, nú hann av Føroya rætti er dømdur fyri ærumeiðing í greinum, hann hevur skriv­ að, meðan hann var redak­ tørur á Portalinum. Eftir at tey fýra miðla­ fólk­ini vóru dømd fyri æru­ meiðing í Føroya rætti og tí skulu gjalda bæði bót og sakar­málskostnað, hev­ur fakfelagið hjá miðla­fólk­um, felagið Føroysk Miðla­fólk, heitt á leiðsluna í Kring­ varpinum og á Portalinum, um at gjalda bótina fyri síni starvsfólk. – Í sambandi við sakar­ málið móti fýra miðlafólkum minna Føroysk Miðlafólk á, at ovasta leiðsla í fjølmiðlum hevur ábyrgdina av tí, sum miðilin ber fram, boðaði felagið frá í eini yvirlýsing. Fakfelagið heldur tað ikki vera rætt, at hvørt einstakt tíðindafólk skal hava eina hóttan um persónliga bót hang­andi yvir sær í sínum dagliga arbeiði. – Um starvsfólk á einum miðli verður dømt fyri æru­ meið­ing í arbeiðshøpi, so eig­ur miðilin at rinda bøt­ ur­nar. Niklái Nysted sigur kort­ ini, at hann ikki heldur, at Knassar hevur nakra log­ iska ábyrgd at gjalda bót­ina fyri fyrrverandi redak­tørin á portal.fo, Svein Trónd­ar­ son. – Um ein bilførari hjá Samskip í Føroyum koyrir við kenning, so er tað ikki stjórin hjá felagnum í Ís­ landi, sum missir koyri­kort­ ið, sigur hann. – Hetta er eitt persónligt mál hjá Sveini Tróndarsyni og ikki nakað, sum vit brúka tíð ella orku upp á, sigur Niklái Nysted. Hann sigur tó, at um tað vísir seg at lógin sigur, at ar­beiðsgevarin skal rinda tílíka bót, so skulu teir nok gjalda. – Fyribils gera vit tó einki, og bíða eftir at sakarmálið verður endaliga avgreitt, sig­ ur Niklái Nysted at enda. Rindar ikki fyri Svein tíðindi – Hetta er eitt persónligt mál hjá Sveini Tróndarsyni og ikki nakað, sum vit brúka tíð ella orku upp á, sigur Niklái Nysted, stjóri á Portalinum Solar Eclipse Cruise er markn­aðarførd og seld runt alt Evropa. Størsti part­urin av ferðafólkunum er úr Týsklandi, Danmark, Noregi, Svøríki og Hollandi, men fleiri eru eisini úr Kekkia, USA, Bretlandi og Frak­landi, umframt nøkur einstøk úr øðrum londum. Fyrireikingarnar hava verið drúgvar fyri at tryggja, at alt var klárt til túrin. Ferðafólkið býr 8 dagar umborð, og nógv er gjørt burturúr, bæði av undir­haldi umborð og út­ ferð­um kring Føroyar. Fleiri fyrilestrar verða. Eitt nú fer Hanus Kjølbro at hava fyrilestur um sólar­ myrk­ingina í 1954 og ym­ iskar hendingar tá. Eisini fer týskarin, Stefan Sleip, ið er lívfrøðingur og foto­ grafur, at hava fyrilestur um sólar­myrkingar. Føroyskur tónleikur, før­ oyskur dansur og føroyskur matur verða eisini at upp­ liva umborð hesar dagar. Ímeðan Norrøna liggur við bryggju í Havn, verður skipað fyri útferðum í sam­starvi við HK-bussar. Farið verður til Kirkjubøar, Velbastaðar, Saksunar, Klaks­víkar og Vestmannar, umframt at túrar verða gjørdir ymsastaðni í Havn. Talan er um útferðir, har ferðafólkið veruliga fær ein smakk av Føroyum og tí, ið vit hava at bjóða sum ferða­vinnuland. Sostatt verður ferðafólkið eina veru­liga uppliving ríkari, tá ið Norrøna aftur leggur at bryggju í Hirtshals tann 22. mars. Sólarmyrkingin er eitt sera gott høvi hjá Smyril Line at seta fokus á vikuliga túrin í Norðuratlantshavi, og hon er sjálvandi eisini ein gyltur møguleiki at seta sjóneykuna á Føroyar sum ferðavinnuland. Fullsett Norrøna til sólarmyrkingina Tá Norrøna 14. mars fer úr Hirtshals á Solar Eclipse Cruise til Føroya, verður tað við fullsettum skipi. 730 útlendingar hava keypt sær ferðaseðil til túrin. Sostatt eru allar kahúttir útseldar Við teimum 11 ferða­manna­ skipunum koma tús­und­ tals ferðafólk, sum øll vilja sleppa at uppliva sólar­ myrk­ing­ina. Júst hvussu nógv ferða­fólkini vera í tali, ber ikki til at siga í løtuni, tí havnarskrivstovurnar fáa ikki nágreiniligu ferða­fólka­ tølini fyrr enn stutt undan, at skipini koma. Uppliva sólar­ myrkingina á havinum Tey 11 ferðamannaskipini koma øll í føroyska havn annaðhvørt stutt undan ella beint eftir sólarmyrkingina. Bert tvey av skipunum koma at liggja í Havn, meðan sólar­ myrkingin fer fram. Hini hava øll valt at vera úti á havinum ella sigla millum oyggjarnar fríggjamorgunin 20. mars, tá ið stóra hendingin verður. Av teimum 11 ferðamanna­ skipunum, sum koma til Før­ oya í næstum, fara tey átta at leggja leiðina inn á Havnina, meðan hini trý øll fara at leggja at bryggju í Runavík. Men tað eru ikki bert út­ lendsku ferðamanna­skipini, ið hava ætlanir um at sigla millum oyggjarnar ella kring Føroyar, tá ið sólarmyrkingin verður. Eisini Norrøna loysir frá bryggju fríggjamorgunin 20. mars. Hjá Smyril Line verð­ur upplýst, at um veðr­ ið verður til vildar, so fer Norrøna at leggja seg eyst­an fyri Nólsoynna, tá ið sólar­ myrkingin verður. Norrøna kemur úr Hirts­ hals til Føroya mána­morg­ unin 16. mars, er tað við ikki færri enn 730 út­lendsk­um ferðafólkum um­borð. Fleiri av hesum hava lagt sær ætl­ anir um at upp­liva sólar­ myrk­ingina ymsastaðnis í Før­o­yum, men fleiri hava eisini áhuga í at vera umborð á Norrønu. 11 ferðamanna­skip á vitjan í senn Í sambandi við sólarmyrkingina 20. mars koma ikki færri enn 11 ymisk ferðamannaskip til Føroya við ferðafólki, sum skulu uppliva sólarmyrkingina 11 ferðamannaskip koma til Føroya í sambandi við sólarmyrkingina. Eitt av meiri forkunnugu skipunum er trímastraða skonnartin Rembrand van Rijn, ið hevur pláss fyri 33 ferðafólkum. Rembrand van Rijn er skrásett í Vanuatu Mynd: Oceanwide Expeditions