týsdagur 3. mars 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
úr tinginum
Árni Gregersen
Tað hevur aftur sett eld í, nú
bankarnir alment hava boðað
frá, at áðrenn summarið er
komið at enda, so skulu vit
nýta NemID fyri at sleppa
inn í netbankan.
Í einari fráboðan siga pen
ingastovnarnir, at hetta fyrst
og fremst verður gjørt av
trygdaávum, so teldusníkar
ikki sleppa at okkara privatu
netbankum.
Fráboðanin hevur enn
einaferð fingið Tjóðveldi á
vøllin. Hesaferð við einum
fyrispurningi frá formannin
um Høgna Hoydal til lands
stýrismannin við fíggjarmál
um, Jørgen Niclassen.
Spurningurin snýr seg
í stuttum um, vhat lands
stýrismaðurin ætlar at gera
fyri at øll KT-vinna í Føroyum
fer fyri bakka og hvat hann
fer at gera, so føroyingar ikki
noyðast at lata dønum øll
síni p-tøl.
Spurningar
Høgni Hoydal, Tjóðveldi, vís
ir til at Tjóðveldi fleiri ferð
ir hevur lagt uppskot fyri
tingið, sum hava til enda
máls at taka KT-partin hjá
peningastovnunum, sum teir
fyri nøkrum árum síðani lótu
fara av landinum, heimaftur
til Føroyar.
Seinast eitt slíkt uppskot
frá Tjóðveldi var fyri í ting
inum, tyktist sum nógv
tingfólk, bæði úr andstøðu
og samgongu, harmaðust
um, at ein so stórur partur
av føroysku KT-vinnuni fór
av landinum, tá ið peninga
stovnarnir lótu netbankan
upp í hendurnar á einum
donskum felag.
Í spurningunum hesaferð
vil formaðurin í Tjóðveldi
hava at vita, hvørjar avleið
ingarnar verða fyri føroyska
borgaran av, at peninga
stovnarnir krevja, at øll í
Føroyum skulu knýtast í ta
donsku
NemID-skipanina,
til tess at fáa atgongd til
egna peningakontu og til
netbanka?
Nýggja skipanin fer at hava
við sær, at allir føroyingar, sum
brúka netbankan mugu lata
onkrum donskum myndu
gleika teirra p-tal ella brúka
eitt danskt p-tal.
Tjóðveldi metir eisini, at
hetta fer at hava álvarsligar
avleiðingar fyri føroysku KT-
vinnuna. Flokkurin hevur
fleiri ferðir víst á, at tá ið
netbankin fór av landinum,
so var hetta eit álvarsligt
fyri føroysku KT-vinnuna.
Vitanararbeiðspláss fluttu av
landinum, umframt ta vitan,
sum eisini flutti við.
Heimild
Tjóðveldi vil eisini at hava
landsstýrismannin at svara
uppá, um peningastovnarnir
yvirhøvur hava nakra heim
ild til at krevja av borgarum
í Føroyum, at vit skulu lata
okkara p-tal til ein útlendsk
an stovn.
Flokkurin vil eisini vita,
hvørja
trygd
landsstýris
maðurin hevur fyri, at hesar
upplýsingar ikki verða mis
brúktar og at tær eru trygg
ar.
Høgni Hoydal vil eis
ini hava at vita, um lands
stýrismaðurin var kunnaður
um hesa skipan og nær hann
var kunnaður.
Spurningurin frá Høgna
Hoydal er ein grein 52 spurn
ingur og skal eftir at Løg
tingið hevur samtykt, at
hann skal svarast, svarast
í seinasta lagi 14 yrkadagar
eftir.
Aftur rok um KT-skipan
sum fer av landinum
Høgni Hoydal, Tjóðveldi sett landsstýrismanninum
við fíggjarmálum spurningar um NemID
Høgni Hoydal vil hava svar, hví peningastovnarnir
sleppa at flyta alt av landinum
Netbankin hjá peningastovn
inum hevur broytt samskifti
við kundarnar nógv seinastu
fáu árini.
Upprunaliga var netbank
in føroyskur, gjørdur av Elek
tron í samstarvi við føroysku
peningastovnarnar, men fyri
fáum árum síðani var net
bankin fluttur av landinum
til fyritøkuna SDC, har hann
nú verður rikin og mentur.
Netbankin
skal
hava
høga trygd. Tí verður alla
tíðina arbeitt við trygdini og
í Danmark hevur tað leingi
verið soleiðis, at skalt tú inn
í tín egna netbanka, so skal
tú brúka NemID.
NemID er ein kota, sum
tú sum brúkari fært á einum
korti. Tú hevur sum nú navn
p-tal og eina kotu fyri at
sleppa inn, men haraftur
skal tú tøppa eitt tal afturat
inn. Hetta talið er ongantíð
tað sama, men er nýtt hvørja
ferð.
Talið fær tú av einum
netkortið, sum bert tú hev
ur. Tað er í veruleikanum
NemID.
Umframt
trygdina
er
ein fyrimunur, at tú ikki
nú noyðist at brúka somu
teldu, hvørja ferð tú skalt í
netbankan. Hevur tú kortið
við NemID hjá tær, so kanst
tú fara inn í netbankan gjøg
num allar teldur.
NemID voldi nakað av
trupulleikum fyrstu árini
í Danmark, men nú tykist
skipanin at virka væl.
NemID fyri at
sleppa í føroyska
netbankan
Broytingar henda í summar.
Føroyskir netbankabrúkarar
skulu nú venja seg við NemID
KT-vinnan
hevur førleikar
til at menna
netbankan
KT-felagið boðar frá, at teirra
limir hava førleikar at menna
og røkja netbankan hjá før
oysku peningastovnunum
– talgilt samfelag á veg
Føroyska
KT-felagið
ivast ikki í, at teirra limir
bæði hava førleikar og
evnir at menna og reka
netbankan hjá føroysku
peningastovnunum.
Í sambandi við, at
føroysku peningastovn
arnir hava boðað frá,
at vit nú skulu brúka
NemID fyri at sleppa inn
í netbankan hefvur KT-
felagið sagt, at hetta er
arbeiði, sum teirra limir
væl megna at gera.
Peningastovnarnir
hava víst á, at ein orsøk
til at danska skipanin
verður brúkt er, at KT-
førleikarnir ikki eru nóg
góðir.
Hesum vísir KT-fe
lagið staðiliga aftur og
felagið ivast eisini í, um
veitingar og tænastur
eru blivnar betri, síðani
pe n i n ga s tov n a r n i r
fluttu sítt virksemi av
landinum.
– Okkara limir eru
væl førir fyri at gera tað,
sum penignastovnarnir
nú lata gera í Danmark.
Tað er ongin ivi um tað,
sigur formaðurin í KT-
felagnum, Ólavur Ellef
sen.
Talgildingin
Tað er í nógv ár tosað um,
at Føroyar eins og okk
ara grannalond, skulu
umleggja
samskifti
millum
myndugleikar
og borgarar til eitt talgilt
samskifti.
Lítil framdrift hevur
verið at sæð í hesum
málið, men ú letur til at
Vinnumálaráðið,
sum
varðar av hesum máli,
hevur sett ferð á.
Hetta fer at hava
við sær, at vit fara hava
samband við myndug
leikarnar digitalt, men
tað fer eisini at geva okk
um øllum eina digitala
undirskrivt.
Nær
hetta
verður
klárt er óvist, men tá ið
Løgtingið seinast við
gjørdi málið um pen
ingastovnarnar
var
ein
greiður
meirluti
millum tingfólk fyri, at
KT-arbeiðspláss eiga at
varðveitast og mennast
í Føroyum.
Ólavur Ellefsen, formaður í KT- felagnum,
ivast ikki í, at hansara limir bæði hava
førleikar at reka og menna netbankan