týsdagur 3. mars 2015síða 10
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26
10
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tað er ikki so einfalt
– Vit kunnu ikki taka toskarhøvd í lastina fyri einar 350.000 krónur, tá hesi taka upp
pláss fyri einar 10 miljónir krónur í flaki, sigur Sonny Johannesen, skipari á Ennibergi
– Tað líkist ongum, at virðir fyri nógvar miljónir verða tveitt fyri borð hvørt
einasta ár, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum í Leirvík
Vilmund Jacobsen
Ein dagin herfyri ringdi
Sonny Johannesen, skipari
á Ennibergi, úr Barentshav
inum og hevði hug at gera
viðmerkingar til ætlaninar
hjá
landsstýrismanninum
í fiskivinnumálum um at
lóggeva høvd og slógv upp
á land.
– Sjálvandi havi eg einki
ímóti, at arbeitt verður fram
ímóti, at alt kemur til høldar.
Umborð hjá okkum gera vit
fars burtur úr avskurði, eins
og vit taka øll rogn heim við.
Við fullari last av flaki, plaga
vit at hava eini 20-25 tons
av farsi, og í løtuni hava vit
stívliga 25 tons av rognum í
lastini.
Skiparin á Ennibergi vísir
á, at reiðarin eisini hevur
borið upp á mál at seta eina
kjálkamaskinu í skipið, men
hon er ikki komin. Hildið
hevur verið, at manningin
skal eiga møguleikan at
skera sær kjálkar og lippur
heim við, sum fleiri eisini
gera á túrinum.
– Tað er ikki bara sum at
siga tað hjá okkum, ið fiska
á fjarleiðum, at taka høvd
og slógv heim við. Skulu vit
hava eini 250-350 tons av
høvdum í lastini, taka hesi
pláss, sum svarar til einar 10
miljónir krónur í flaki. Tað
sigur seg sjálvt, at hetta als
ikki hevði verið rentabult
fyri skip og manning.
Í óðum verkum
Sonny Johannesen heldur, at
prísurin, sum fáast kann fyri
toskarhøvdini, er ov lágur til
tess, at hesi kunnu førast
heim úr Barentshavinum og
geva nakað til skip og mann
ing.
– Tað kostar at frysta
høvdini, og tað kostar at
flyta tey til lands. Tað kostar
eisini at landa tey, tá skipið
kemur heim. Spurningurin
er tá, hvussu nógv er eftir av
søluprísinum fyri hálva aðru
ella tvær krónur fyri kilo. Tá
havt verður í huga, at hesi
taka nógv pláss í lastini - og
lutfalsliga lítið fæst fyri tey
– kann ikki vera trupult at
rokna út, at hetta slett ikki
loysir seg, hvørki fyri skip
ella manning, sigur Sonny
Johannesen, sum heldur, at
politiski myndugleiki fyrst
eigur at kenna umstøðurnar,
áðrenn nakað verður lógar
kravt í óðum verkum.
Hví brúka føroyingar ikki høvdið?
Vilmund Jacobsen
Tá Høvdavirkið í Leirvík
varð kosið at vera Ársins
virki í 2005, stóð á forsíðuni
í Sosialinum: ”Leirvíkingar
brúktu høvdið”.
Spurningurin er so, um
teir, sum standa aftan fyri
føroyska fiskiskipaflotan, í
nóg stóran mun hava brúkt
høvdið síðan henda dag.
Stjórin á Høvdavirkinum,
Eirikur á Húsamørk, heldur,
at nógv kundi havt verið
øðrvísi hesi árini síðan.
Í samrøðu við Kringvarp
ið herfyri vísti hann á, at tað
er skiparin sum ger av, hvat
hann
gevur
manningini
ordrar til.
– Sjálvur eigi eg ein son,
sum er við einum av skip
unum, ið hava fiskað tosk á
Flemish Kap. Tá teir komu
heim, høvdu teir 200 tons
í lastini, sum annars tekur
300 tons. Teir kundu sakt
ans havt tikið 100 tons av
høvdum við sær. Sjálvt um
tað bara eitur tvær krónur
fyri kilo, høvdu 100 tons av
høvdum givið 200.000 krón
ur eyka at býta.
Hann vísir á, at Høvda
virkið hevði megnað at
góðskað høvdini, soleiðis at
tey tá vórðu verd eina hálva
miljón.
– Í samfelagsvirðum fer
ein hálv miljón fyri skeyti
– bara henda eina túrin.
Hevði livurin so eisini verið
tikin, hevði hon havt eitt
útflutningsvirðið á aðrar
200.000 krónur. Her eru tí
skil virðir fyri 700.000 krón
ur, sum bara hetta eina skip
ið kundi havt tikið við sær
til lands.
Eirikur
á
Húsamørk
heldur, at tað líkist ongum,
at virðir fyri nógvar miljónir
krónur verða tveitt fyri
borð hvørt einasta ár. Hann
sigur eisini, at Høvdavirkið
megnar at taka ímóti øllum
høvdum, sum kunnu førast
til lands í Føroyum.
– Jú, vit kunnu saktans
taka ímóti allari hasari rá
vøru. Hetta hevði eisini
verið við til at stabiliserað
virksemið og gjørt, at vit
kanska kundu tikið eini 70
fólk aftrat til arbeiðis
Hann vísir á, at um
lóggivið verður, er bert
ein spurningur um tíð,
til brotasjógvarnir leggja
seg, og tað verður vanlig
mannagongd at taka alt við
til lands.
– Tvær krónur fyri kilo
av 20.000 tonsum gevur 40
miljónir krónur, og eg haldi,
at tað burdi verið stuttligari
at tikið høvdini í lastina
heldur enn at koyrt tey út
aftur gjøgnum lensiportrið.
Jacob Vestergaard hevur
sagt, at hann ætlar sær at
lóggeva, soleiðis at meira
kemur upp á land av høvd
um og slógvi frá fiskivinnuni.
– Er hetta einasti møgu
leiki, so eigur tað at vera
gjørt. Vit hava framleitt í 13
ár og hava útflutt fyri stív
liga eina miljard krónur.
Í sama tíðarskeiði hevur
fiskiflotin hivað í havið
virðir fyri umleið sama tal
av krónum, leggur stjórin
á Høvdavirkinum, Eirikur á
Húsamørk, aftrat.
– Tað er ikki rætt – í óðum
verkum – at samtykkja
við lóg, at høvd og slógv
skulu førast til lands,
heldur Sonny Johannesen,
skipari á Ennibergi
tíðindi
– Er lóggeving
einasti møguleiki,
eiga vit at gera
tað, heldur
Eirikur á Húsa
mørk, stjóri á
Høvdavirkinum
í Leirvík