Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-03, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26 24 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vit takka hjartaliga fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi á allan hátt, tá okkara kæri maður og pápi, verpápi og abbi Knút Olsen føddur 28.03.1943 – deyður 21.12.2014 doyði og varð jarðaður. Takk til starvsfólkið á Búatrønni og Niðristovu, ið vóru so góð við hann og har hann treivst væl. Takk fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í Betesda. Takk til berarar og spælara. Takk til tykkum, sum skipaðu fyri ervinum í Betesda, og fyri alla hjálp í hesum sambandi. Takk fyri blómur og kransar. Takk til tykkum øll, ið fylgdu honum til hansara seinast hvíldarstað. Vinarliga Sára Maiken, Jonni og Kára við familjum Vit takka fyri hjálpsemi og sýnda samkenslu, nú elskaða mamma, vermamma, omma og langomma okkara Hjørdis Háberg Tórshavn f. 13. november 1916 – d. 18. januar 2015 andaðist og varð jarðað. Vit takka talarunum, sangkórinum og spælarunum. Vit takka tykkum, sum bakaðu, og tykkum, sum hjálptu við ervinum. Vit takka fyri blómur og kransar. Vit takka starvsfólkunum á Ellisheiminum. Vit takka tykkum øllum, sum komu til jarðarferðina. Hjartaliga takk. Fyri tey avvarðandi Beinta, Eydna, Jógvan Páll, Elma, Pætur og Malan Eina hjartans tøkk vilja vit veita, fyri sýnda samkenslu og hjálpsemi, tá okkara elskaða kona, mamma og omma Arndis Jacobina Jónsdóttir Nicolajsen f. Henriksen flutti heim til Harran tann 29. jan. 2015. Tøkk til tykkum í Glumsø, Dk, sum so trúliga vitjaðu og uppvartaðu, tá vit vóru hjá tykkum. Takk til tykkum á Kristanstovu, sum komu eftir mammuni hvønn sunnudag til møti. Takk til Hotel Tórshavn og til palliativa toymið á Landssjúkrahúsinum fyri alla góða hjálp. Stóra takk til Jógvan Lamhauge, Sámal Hanna Lognberg og Rósing Lydersen fyri sera góð og troystarrík orð. Takk til berarar og sangarar. Takk til tykkum, sum høvdu tendrað ljós uttan fyri hjá okkum, tá mamman kom suður. Og fyri ta góðu máltíðina, sum tit boðrreiddu við. Ein serlig tøkk til tykkum í Betania, sum stóðu fyri jarðarferð og ervi. Eina hjartans tøkk til tykkum øll, sum komu at vitja, tit, sum ringdu og til øll tykkum, sum fluttu eina gávu í sambandp við jarðarferðina, og til tykkum øll, sum sendu blómur og kransar. Eisini ein tøkk til prest Havstein Klein, sum hevði andakt á Meginskúlanum. Vit ynskja eisini at takka tykkum á Meginskúlanum fyri at tit hava verið so góð við Súsannu hesa tíðina. Vit takka eisini tykkum mongu, sum fylgdu Arndis til hennara seinasta hvíldarstað her á fold. Familjunnar vegna Jógvan Hendrik, Davia, Regin, Jóna, Súsanna, Arndis og Malena Alt á einum stað Vit útinna allar uppgávur í sambandi við eina jarðarferð frá byrjan til enda • Kistur • Sangir, blómur og kransar • Sangarar (í Tórshavn) • Ervi • Líkflutningur til og úr Føroyum • Líkbrenning (Kremering) • Gravsteinar (Framsýning við Marknagilsvegin 86) Tel. 51 17 23 www.gravarhjalp.fo