Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-03, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 3. mars 2015síða 26

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26 26 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tøkk Ein hjartans tøkk til øll, sum gleddu meg á ymiskan hátt á mínum 70 ára føðingardegi. Erik Eliasen Syðradalur K. Tøkk Eg takki øllum tykkum, sum vóru við til at hátíðarhalda mín 100 ára føðingardag á Vesturskini og missiónshúsinum Tabor. Takk fyri gávur, blómur, heilsanir og øllum tykkum, sum hildu talur og sungu fyri okkum. Eisini ein tøkk til tykkum øll, sum hjálptu til at dagurin eydnaðist so væl. Má Gud signa tykkum øll. Malla Olsen Toftir Tøkk Ein hjartans tøkk til øll, sum á ein ella annan hátt mintust meg og gleddu meg á mínum 85 ára føðingardegi tann 31.12.14. Tulla Christoffersen Ludvig Tøkk Vit takka tykkum øllum, sum á ymiskan hátt gleddu okkum á gullbrúdsleypsdegi okkara. Tøkk fyri heilsanir, blómur, og gávur. Ein serlig tøkk til tykkum mongu, sum gjørdu okkum kvøldið ógloymandi. Ívun og Helgi Lervig Hjartaliga takka vit øllum, sum á ymiskan hátt sýndu samkenslu, tá ið okkara elskaði maður, pápi og abbi Napoleon (Pole) Skaalum f. 17.07.1938 – d. 25.12.2014 andaðist og varð jarðaður. Stóra tøkk til familiu og vinir, sum vóru við til at hjálpa og vera um hann. Takk til Jónsvein Bech, prest, fyri góð og troystarrík orð í kapellinum og í kirkjuni. Takk til kirkjutænarar og sangarar. Takk til sjúkrarøktarfrøðingar, heilsurøktarar og heilsuhjálparar, ið gjørdu tað møguligt hjá honum at vera heima sum longst. Takk til tykkum starvsfólk á Suðuroyar Sjúkrahúsi, ið vóru um hann ta síðstu tíðina. Takk fyri kransar, blómur og gávur til Hvalbiar kirkju. Takk til tykkum. sum bakaði og hjálptu til í ervinum. At enda vilja vit takka øllum, sum fylgdu honum til hansara seinasta hvíldarstað. Hjartaliga tøkk øll somul. Familjunnar vegna Mina Poul, Marit, Pætur, Kristina og Tanja