týsdagur 3. mars 2015síða 29
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
29
Mikudagur 4. mars 2015 · Nr. 26
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Frá 1. apríl 2015 bjóða vit okkara ferðandi eina víðkaða EuroBonus-
skipan, sum gevur møguleika fyri fleiri fyrimunum, jú meira tú flýgur.
Samstundis verður Súlu-skipanin so líðandi sett úr gildi.
Sum nakað nýtt fert tú framyvir at fáa EuroBonus ”Basis-stig” í staðin fyri sum
áður ”Extra-stig”, tá tú flýgur við okkum. Tað merkir - alt eftir slagi av ferðaseðli
- at jú oftari tú flýgur, jú sterkari verður tín limastøða í EuroBonus og tú fært
atgongd til enn fleiri fyrimunir.
Framyvir verður tað eisini munandi lættari at bóka EuroBonus-ferðir til rutu-netið
hjá Atlantic Airways, tí hetta kann nú gerast beinleiðis á www.sas.dk/eurobonus.
Harumframt ber nú eisini til at bóka einvegis bonusferðir.
Tað er ókeypis at vera limur í EuroBonus og tú fært stig, hvørja ferð tú flýgur við
okkum og øðrum feløgum, sum eru í skipanini. Stigini kunnu brúkast til at keypa
flogferðir fyri, hoteluppihald, gávukort og mangt mangt annað.
Gamla skipanini við Súlu-stemplum fer úr gildið 31. mars 2015, men Súlu-ferðir
kunnu tó brúkast til og við 31. mars 2016. Hevur tú súlu-stempul, men ikki eitt fult
hefti, ber til at nýta stempluni sum partsgjald til keyp av Súlu-ferðaseðli.
Størri møguleikar
við EuroBonus
Les meira á atlantic.fo um allar fyrimunirnar við SAS EuroBonus
og um hvussu tú kanst fáa tínar ágóðar úr Súlu-skipanini, nú hon verður niðurløgd.