Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-05, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 6. MARS 2015 – Kaj Leo Holm Johannesen syngur síðsta vers sum løgmaður Tað vísir nýggjasta veljarakanningin, sum Fynd hevur gjørt, og sum verður kunngjørd her í blaðnum í dag. Kanningin vísir – sum fleiri av teimum seinastu – at samgongan missir meirilutan. Hon ikki bara missir meirilutan, men verður varpað úr Tinganesi við bara at fáa 14 av teimum 20 tingsessunum, sum samgongan ræður yvir í dag. Alt bendir tí á, at Fólkaflokkurin má út í and­støð­u­myrkrið. Og tá so er, so eru dagarnir hjá Kaj Leo Holm Johannsen sum løgmaður taldir. Fólk­a­flokkurin vil gera tað, hann kann, at fáa Kaj Leo at halda fram sum løgmann, tí tað er einasti møguleiki hjá flokkinum at halda seg at valdinum. Aksel V. Johannesen hevur avskrivað Fólka­flokkin sum samstarvsflokk – og hóast Høgni Hoydal ikki torir at siga tað – fyri ikki at traðka á hartrópandi fullveldiskreftirnar í flokk­inum – so kann Tjóðveldi ikki fara í samgongu við Fólkaflokkin. Tað ber snøgt sagt ikki til, so ósamdir sum flokk­arnir eru um stóru samfelagsmálini. Full­veldismálið er ikki á skrá og kemur ikki á skrá aftur enn á sinni. At afturgongdin hjá samgonguni er so mass­iv í so nógvum kanningum er kanska ikki so løgið. Politikkurin hjá samgonguni rigg­ar illa. Lyftið um breiðar semjur og stórar nýskipanir tykjast einki inni hava í veru­leikanum. Og mistankin um, at virði – sum við lóg eru fólksins ogn – skulu latast nøkr­um fáum sum frammanundan hava nógv – hev­ur helst fastatøkur á veljarum úr øll­um flokk­um. Tí er borgaliga samgongan søga, um valúrslitið bara ber brá av tí, sum vit hava sæð í átta veljarakanningum á rað sein­astu tvey árini. Aksel V. Johannesen hevur ein luks­us­ trup­ul­leika. Hann kann velja at skipa sam­ gongu við Sambandsflokkinum ella Tjóð­ veld­inum. Ella kanska báðum, sum tó valla er sann­líkt. Matematiskt ber ikki til at skipa tveyflokkasamgongu sambært kanningini. Tí verða tað annaðhvørt Sjálvstýrisflokkurin ella Fram­sókn sum verða við. Matematiskt eru Tjóðveldi og Fram­sókn fyrsta val­ið hjá Akseli sambært hesi kanning. Tá løgmaður kemur heim eftir súkklu­ túrin í París summar verð­ur hann tí ikki í gulu troyggj­uni... Stórtapið, sum Sam­bands­ flokk­ur­in og Fólka­flokk­ urin standa fyri í velj­ara­ kannignini før­ir til stórvask á tingi. Tí 12 fólk úr hesum báðum flokk­um mugu pakka saman fyri at geva pláss fyri nýggjum fólk­um og varafólkum úr Javnaðarflokkinum. Tjóðveldi og Framsókn. Taka vit persónligu atkvøðutølini frá seinasta vali (sum sjálvandi kunnu broytast), so skulu hesa pakka saman: Gerhard Lognberg Johan Dahl Edva Jacobasen Eivin Jacobsen Reimund Langgaard Jóna Mortensen Bjarni Djurholm Hanus Samró Rodmund Nielsen Joen Magnus Rasmussen Brandur Sandoy Janus Rein Maðurin sum á sinni loyvdi Kring­ varpi­num at selja lýsingar í kapping við privatar miðlar heldur nú, at tað skal Kringvarpið ikki sleppa longur Tað segði hann í sending á Rás2 mikudagin. Tað eru serliga Miðlahúsið og Miðlar.fo, sum rek­ur útvarpsstøðinar Rás2, VoxPop og KissFM, sum hava funnist harðliga at, at Kringvarpið dump­ar lýsingarprísir og soleiðis slær beinini undan privatu út­ varps­rás­unum. Politikarar tosa nógv, men tað hend­ir sjáldan nakað. Soleiðis hevur verið í hesum máli. Miðla­ húsið hevur funniast at hesum í ára­vís, men politikararnir gera einki. Men ú heldur altso mað­ ur­in, sum setti alt hetta í gongd, at ør­skap­urin í Sortudíki skal stegðast. Så får vi at se... Aksel beina kós í Tinganes Stórvask á tingi Vil steðga lýsingum í KVF VELJARAKANNING: JÓGVAN Á LAKJUNI: SO SEGÐI HON... Les eisini blaðið á telefonini Næstan 40 nevndarsessir í FSF og ikki EIN kvinna! Ljóðar løgið, at ongin kvinna er at finna til nakran nevndarsess. Sjálvt kvinnu­nevndin hevur onga kvinnu í nevndini 8. mars nú við bíligari luktilsi Kristianna Winther Poulsen Kjak síða 22 Dia vrøvlar um prísir Jákup Mørk Kjak síða 18 Visti tú? At Toyota er mest seldi bilur í Føroyum í ár við 64 nýgjum bilum? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Eyðgunn Samuelsen, løgtingskvinna fyri Javnaðarflokkin