hósdagur 5. mars 2015síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015
SOSIALURIN 27
14
ætlanirnar fyri dagin. Men børnini vera heima saman
við okkum, tað er heilt vist. Sjálv vil eg fegin hava frið
rundan um okkum, meðan hendingin fer fram, soleiðis
at vit veruliga kunnu merkja, hvussu náttúran broytist
hesa lítlu løtuna. Tí vænti eg næstan, at vit pakka mat og
heit klæðir niður í eina tasku, seta okkum í bilin og koyra
onkrastaðni, har sólarmyrkingin er serliga sjónlig. Børnini
eru enn so smá, at tey duga kanska ikki at síggja tað serliga
við hesum fyribrigdinum. Men um tey ikki minnast sjálva
sólarmyrkingina, so skulu tey í øllum førum fáa ein deiligan
dag, har vit hava hugnað okkum saman sum familja.
Heldur tú, at ein fullkomin sólarmyrking
er nakað serstakt?
Eg havi at kalla onga vitan um
astronomi, men tann víðfevndi áhugin
fyri degnum, heima sum úti, ger tað
lætt at skilja, at hetta er serstakt og
øðrvísi enn hinar myrku løturnar í
Føroyum, tá sólin heldur ikki kastar
ljós á oyggjarnar. Á vári í 2010 bórust
tíðindini, at føroysku gistingarhúsini
vóru á tremur við bíleggingum, og
tað er í sær sjálvum tekin um, at hetta
er ein merkisdagur. Sólarmyrkingin
hevur verið framúr agn hjá ferðavinnuni og
vónandi fer dagurin at hepnast øllum somikið væl, at áhugin
fyri Føroyum sum ferðamál fer at økjast enn meira. Eg vænti
kortini, at stjørnufrøðingar og onnur við nakað av áhuga
fyri fyribrigdinum sita meira alspent enn eg.
Hvat fert tú at gera tann 20. mars, tá ið sólarmyrkingin er?
Eg fari at leita eftir sólini. Eg burdi helst av røttum verið
í Føroyum á degnum, men verði staddur har eysturi í
Suðuramerika við fríum útsýni yvir meksikanska flógvan.
Har fari eg at kanna øll filmsbrotini, sum fara at bróta seg
fram á Facebook og aðrastaðni. Tað er lutvíst bíligt og lætt
at ferðast úr Danmark, har eg eri í lestrarørindum nú, og
eg royni at koma so víða sum tilber, áðrenn eg fari aftur til
Føroya. Tá eg verði spurdur, hvar eg var, tá sólarmyrkingin
var í Føroyum, fari eg helst at svara, at eg var á Facebook.
Men eg verði neyvan einsamallur.
Heldur tú, at ein fullkomin sólarmyrking
er nakað serstakt?
Ja, sjálvandi er sólarmyrkingin nakað
serstakt.
Hesuferð er tað Føroyar, sum er á rætta
stað - rætta tíðspunkt, so ja, sjálvsagt er
hetta nakað serstakt.
Men eg vil ikki siga, at eg gangi so høgt
upp í sólarmyrkingina - og eg hevði
aldrin ferðast víða fyri at uppliva
sólarmyrkingina.
Hvat fert tú at gera tann 20. mars, tá ið
sólarmyrkingin er?
Í løtuni havi eg ongar serligar planir, men hvør veit, um vit á
arbeiðnum ikki fara at taka okkum eina friløtu fyri at hyggja
upp á himmalin.
Kanska átti eg at gjørt meira burturúr hendingini, og tað
kann gott vera, at eg fari at gera okkurt meira serstakt - vi
får se - enn kann alt náast.
Heldur tú, at ein fullkomin
sólarmyrking er nakað serstakt?
Sólarmyrkingin er so avgjørt nakað
serligt. Hendir sjáldan hjá okkum, og
tí er umráðandi at markera tað. Eg
minnist sjálvur søgur, mær vóru sagdar
sum barn, frá myrkingin í 54. Gott høvi
at læra børnini um astronomi, og
minna okkum á, hvussu serlig jørðin
og lívið er.
Hvat fert tú at gera tann 20. mars, tá ið
sólarmyrkingin er?
Kvf fer at gera nógv burtur úr 20., so eg eri nokk til arbeiðis,
tá tað hendir, men eg vóni, eg fái møguleika at vera úti og
uppliva tað. Tími sera væl út við sendaranum at dekka
hendingina til útvarp ella sjónvarp.
TEMA Sólarmyrking
l
t
v
ta
er e
hevur
Uni Holm
Johannesen
a
m
o
Hv
sólarm
Uni
Leitisstein
Hansen
M
u
a
s
Hva
sólarm
Birita
Wardum
Hel
er
E
a
fy
æ
ð
F
j
f
læ
øð
F
He
só
S
s
tí
mi
su
a
U i
He
er
J
s
H
sta
he
M
Bi it
14
y
g
SÓLAR
tl
i
f
i d
i
M
b
i i
h i
ld
tú
t i
f llk
i
ól
ki
H
SÓLAR
MYRKING