Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-05, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2015síða 17

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 SOSIALURIN 27 17 so spent til hendingina, tí hon visti, hvat tað var og hevði upplivað tað fyrr. - Nú var tað spennandi á ein annan hátt, tí eg slapp at greiða soninum frá um hendingina, og hann var spentur. - Sjálv sólarmyrkingin fór tó skjótt framvið, men eg minnist at tað var serligt, tí sólin er so sterk í Kalifornia, og tað er vanliga ongin skuggi. Eg eri heppin - Hóast sólarmyrkingar ikki eru óvanligar, so havi ongantíð vitað, at fólk ferðast runt heimin fyri at uppliva tær. Nústani síggi eg veruliga, at eg eri ordiliga heldig at hava upplivað hetta so ofta, sigur hon. Annette Gaard lykke hev ur enn ikki gjørt av, hvussu hon fer at brúka dagin 20. mars í ár, tá hon fyri fjórðu ferð fer at uppliva eina sólarmyrking. Men børnini hjá henni og Dániali, sum nú eru vaksin, hava øll fingið sær papp-brillur til vega, og hon væntar at hon og maðurin eisini munnu fara at enda við at gera tað. - Tá fleiri túsund fólk koma hendan veg in at uppliva sólar myrk- ingina, so er tað sjálvsagt nakað ser- stakt. Fyri onkran er hetta ein andalig upp living, men soleiðis kenni eg tað ikki. Hetta er ein partur av náttúr u ni, og kennist nátúrligt. -Hetta verður møguliga síðstu ferð, eg sleppi at uppliva eina sólarmyrking, so eg fari at leggja mær dagin væl til rættis 20. mars, sigur Annette. li t Nú t i í i s s v m h in t Visti tú? Lutvís sólarmyrking verður í Evropa, stórum parti av Norðurafrika og stórum parti av Sibiria Perlur Baily Kunnu síggjast 10-15 sekund áðrenn og eftir fullu sólarmyrkingina. Perlur Baily eru smá blink av ljósi, sum líkjast perlum, og sum síggjast á umhvarvinum av mánanum. Perlurnar koma, tí gloppini í fjøllum og dølum á mánanum loyva sólarljósi at skína onkustaðni, men ikki aðrastaðni. Diamant ringurin Sum mánin flytir seg og fjalir alla sólina, hvørva Baily perlurnar, men seinastu perlurnar verða verandi í nøkur sekrund, áðrenn fullu sólarmyrkingina. Tá sólarmyrkingin er full, sæst koronan av sólini, sum ein ringur aftanfyri mánan, og hendan krúnan (saman við seinastu Baily perlunum) gevur eina ímynd av einum diamantringi. Lofthavið kring sólina hevur trý løg: • Photosferan • Kromosferan • koronan Kromosferan, sum gevur eitt reyðligt skyn, sæst bara í nøkur fá sekund, beint tá diamantringurin hvørvur, eftir eina fulla sólar- myrking. Koronan av sólini Eins og kromosferan, sæst koronan av sólini bara, tá tað er full sólarmyrking. Hon sæst sum ein kámur ringur av strálum, sum síggjast kring mánan, meðan sólarmyrkingin er full. Skuggastrípur Umleið ein minutt áðrenn og eftir fullu sólarmyrkingina, síggjast bylgjandi strípur, sum skiftandi eru ljósar og myrkar, og tær síggjast á einslittum flatum her á jørðini. Hesar skuggastrípurnar eru úrslitið av, at tað ljósið, sum verður sent út frá klæna sólarhálvmánanum (sum sæst beint áðrenn og eftir fullu sólarmyrkingina), verður brotið av lofthavinum hjá jørðini. Hvat skulu vit varnast undir sólar myrkingini? Koronan Visti tú? 20. mars kl 9:41:23 verður sólarmyrkingin full, og tá verður allar myrkast Fyri onkran er hetta ein andalig upp- living, men soleiðis kenni eg tað ikki. Hetta er ein partur av náttúr u ni, og kennist nátúrligt