hósdagur 5. mars 2015síða 24
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015
SOSIALURIN 27
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
24
EIRIKUR LINDENSKOV
B
oðskapurin í dagsins veljarakanning
er greiður:
Samgongan fer frá, og Aksel V.
Johannesen skipar nýggja samgongu.
Sein astu tvey árini eru átta veljrakanningar
gjørd ar, sum allar siga tað sama.
Samgongan missir meirlutan.
Tær seinastu sjey kanningarnar siga tað
greitt, at samgongan fær ein ordans framman á.
Sam bandsflokkurin hevur størstu aftur gongd-
ina. Flokkurin missir 6,6 prosentstig og fær bara
seks tingfólk. Flokkurin fekk átta á valinum í
2011, men síðani tá er Gerhard Lognberg farin úr
Javn að ar flokkinum og upp í Sambandsflokkin.
Men tað hjálpir ikki upp á støðuna – tí telja vit
Gerhard Lognberg við, so eru tapið enn størri,
tí so missir flokkurin tríggjar tingsessir.
Afturgongdin, sum Sambandsflokkurin
stend ur til at fáa, er søguliga stór.
Afturgongdin hjá Sambandsflokkinum
undir leiðslu av Edmund Joensen í 1998 var
eisini søguliga stór, 5,5 prosentstig – men aftur-
gongdin, sum Kaj Leo Holm Johannesen stend-
ur til at fáa er enn størri, 6,6 prosentstig.
Taka vit tær fimm seinastu veljara kann-
ingar nar síðani mai í fjør, so er miðal undir-
tøk an fyri Sambandsflokkinum í teimum kann-
ing unum 18,8 prosent – sum er væl meira, enn
hend an seinasta kanningin vísir.
Missir tríggjar tingsessir
Fólkaflokkurin fær eisini stóra afturgongd sam-
bært kanningini, hóast hon ikki verður eins stór
og hjá Sambandsflokkinum – 3,3 prosentstig –
so missir flokkurin eisini tveir tingsessir í mun
til valið. Men Fólkaflokkurin hevur eisini fingið
ein tingmann afturat síðani valið. Janus Rein,
sum fór úr Framsókn og upp í Fólkaflokkin.
Men tað hjálpir heldur ikki, tí telja vit Janus
Rein við, so verður missurin tað størri, og Fólka-
flokk urin missir tríggjar tingsessir.
Fær fýra sessir afturat
Hjá Javnaðarflokkurin er gongdin tann beint
øvugta. Flokkurin er vaksin í øllum teimum 12
kann ingunum, sum gjørdar eru síðani valið í
2011, tá flokkurin fekk søguliga vánaligt úrslit.
Framgongdin hesaferð er 8,8 prosentstig, og
tað merkir, at flokkurin fær tríggjar tingsessir
afturat.
Men sum nevnt omanfyri, so er Gerhard
Logn berg koyrdur úr flokkinum, og tí hevur
flokk urin bara fimm tingfólk í dag – tí fær
flokkurin fýra tingsessir afturat sambært kann-
ing ini.
Hetta merkir, at Javnaðarflokkurin verður
nógv tann størsti flokkurin, og at flokkurin
skip ar samgongu og fær løgmann.
Javnaðarflokkurin er royndur løg mans-
flokkur, og tá hann hevur verið í samgongu,
hev ur hann næstan altíð havt løgmann. Tá
flokk urin er so nógv størsti flokkur á tingi, so
slepst ikki uttan um, at Aksel V. Johannsen verð-
ur nýggjur løgmaður.
Hann verður tann fimti løgmaðurin hjá
Javn að ar flokkinum. Hini vóru Petur Mohr
Dam, 1959-63 og 1967-68, Atli P. Dam, 1970-81,
1985-89 og 1991-93, Marita Petersen 1993-94 og
Jóan nes Eidesgaard 2004-2008.
Kári fótar sær so dánt
Sambært tveimum teimum seinastu veljara-
kann ingunum, so tykist Kári P. Højgaard úr
Sjálv stýrisflokkinum at hava fótað sær – men
bara um hann hevur marginalarnar við sær.
Sam bært kanningini hesaferð fær hann 3,2 pro-
sent, og tá klárar hann akkurát at smoyggja sær
upp um tinggáttina, sum er 3,03 prosent. Sjálv-
stýrisflokkurin hevur eina afturgongd sambært
kann ingini upp á 1 prosent. Men tá ávissan í
slíkari kanning er millum 2 og 3 prosent, so er
einki avgjørt.
Fær ikki tað mista aftur
Tjóðveldi megnar sambært kanningini ikki at
vinna tað mista innaftur – eftir stóra valósigurin
í 2011, tá flokkurin gekk 5 prosentstig aftur.
Fram gongdin hesaferð er »bara« 3 prosentstig,
og tað røkkur bara til ein tingsess afturat, so
flokk urin kemur upp á sjey tingsessir.
Tað hevur gingið javnt fram í veljara kann-
ingum hjá Tjóðveldi, men tær seinastu hava
verið heldur lakari.
Teir smáu standa í stað
Hjá Javnaðarflokkinum sæst munur á kann-
ing um, sum eru gjørdar eftir at Gerhard Logn-
berg varð koyrdur úr flokkinum á sumri í 2013.
Flokkurin fór tá fleiri prosentstig fram í veljara-
kanningum, og hann hevur ligið millum 25 og
28 prosent í teimum seks kanningunum, sum
gjørdar eru síðani tá.
Kann vera, at stóra framgongdin hjá Javn-
að ar flokkinum í kanningunum avmarkar fram-
gongd ina hjá Tjóðveldi, tí flokkarnir í ávísan
mun berjast um somu veljarar.
Miðflokkurin og Framsókn standa so
nøkulunda í stað í mun til valið. Frávikið er
so lítið, at tað broytir ikki tingmannatalið hjá
flokk unum. Her vert at hava í huga, at tað hev-
ur eydnast Miðflokkinum sum einasta sam-
gongu flokki at halda sama tingmannatal, sum
flokkurin fekk á valinum.
AKSEL MÁ FYRIREIKA
Framgondin hjá Javnaðarflokkinum
í seinastu veljarakanningunum er
so markant, at einki er at ivast í, at
tað verður Aksel V. Johannesen, sum
skipar nýggja samgongu eftir valið
Løgtingsvalið okt 2011 10/29/2011
57.6
42.4
19
14
Gallup desember 2011 11/30/2011
52.6
47.4
17
16
Gallup februar 2012 02/21/2012
51.6
48.4
17
16
Gallup juli 2012 07/03/2012
48.0
52.0
15
18
Gallup november 2012 11/09/2012
51.6
48.4
17
16
Gallup februar 2013 02/25/2013
50.5
49.5
16
17
Gallup september 2013 09/16/2013
44.6
55.4
15
18
Gallup mai 2014 05/02/2014
41.2
58.7
14
19
Lóður mai 2014 05/11/2014
42.5
57.5
14
19
Fynd november 2014 11/06/2014
47.3
52.6
16
17
Gallup desember 2014 12/05/2014
41.7
58.3
14
19
Fynd mars 2015 03/05/2015
42.8
57.2
14
19
Munur valið/í dag
-15.9
15.9
Kanning
Kunngjørd
SAMGONGA
ANDSTØÐA
SESSIR SAMG.
SESSIR ANDS.
FRÁ SEPT. 2013 ER SJÁLVSTÝRISFLOKKURIN ROKNAÐUR UPP Í ANDSTØÐUNA
...og boðin til Aksel V. Johannesen
eru líka greið um, at hann skal
skipa nýggja samgongu
Boðini í fleiri veljarakanningum
eru prúa greið: Kaj Leo Holm
Johannesen skal úr Tinganesi
Boðini í fleiri veljarakanningum
og boðin til Aksel V Johannesen