Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-05, síða 33
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. mars 2015síða 33

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 6. MARS 2015 SOSIALURIN 27 33 Umhvørvisstovan sóknast eftir einum skrivstovufólki til Tinglýsingina Vit bjóða eitt arbeiðspláss við góðum trivnaði og samstarvi, har tú hevur góðar møguleikar at menna tínar førleikar. Tú fert at arbeiða sjálvstøðugt og samstundis í tøttum samstarvi við deildarleiðaran og hini starvsfólkini á deildini. Vit vænta at tú hevur skrivstovu-, banka- ella advokatskrivaraútbúgving. Tað er ein fyri- munur at hava relevantar arbeiðsroyndir. Dentur verður lagdur á, at tú ert fyri- komandi, dugnalig/ur og nærløgd/lagdur. Vit leggja dent á, at tú sært nýggjar arbeiðsuppgávur sum eina spennandi avbjóðing, kann arbeiða sjálvstøðugt og dugir væl at samstarva. Setanarviðurskifti Starvið er fulltíðarstarv. Tað fevnir um málsviðgerð og kundaavgreiðslu á Ting- lýsingini. Starvið verður sett sambært sáttmála millum Fíggjarmálaráðið og Starvsmanna- felagið. Starvið verður at seta skjótast gjørligt ella eftir avtalu. Skrivlig umsókn við avriti av prógvum, cv og møguligum viðmælum skal sendast til: Umhvørvisstovan Postboks 2048 165 Argir ella sum teldupostur til: us@us.fo. Umsóknir skulu vera Umhvørvisstovuni í hendi í seinasta lagi 13. mars 2015, kl. 12. Meira fæst at vita um starvið, við at venda sær til Malenu Egeberg Jacobsen, deildarleiðara, á telefon 342400. Postboks 2048, 165 Argir, tel +298 342400, fax +298 342401, us@us.fo P.O. Box 3051 · Nóatún 1 FO-110 Tórshavn Faroe Islands Tel +298 35 39 00 hav@hav.fo www.hav.fo Starvið fevnir m.a. um hesar arbeiðsuppgávur: Ganga vakt eftir vaktarskipan, sum skiparin/reiðarin fyriskipa, á summum túrum vera dekkari, luttaka í dagliga arbeiðinum, annað fyrifallandi arbeiði. Tann, ið settur verður, skal í minsta lagi hava vinnubræv sum fiskiskipari, heilsuváttan og trygdarskeið. Dentur verður lagdur á góð samstarvsevni og hegni at fyrskipa. Setanartreytir Starvið er lønt sambært avtalu millum Fíggjarmálaráðið og Skipara- og Navigatørfelagið. Umsóknir Skrivligar umsóknir við CV, avriti av prógvum og møguligum ummælum skulu vera Havstovuni í hendi í seinasta lagi 16. mars 2015. Umsóknirnar skulu sendast til: Havstovan, Nóatún 1, P.O. Box 3051, FO-110 Tórshavn ella e-post: hav@hav.fo Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til Erling í Liða, reiðara, á tlf. 35 39 00 ella e-post: erlingl@hav.fo Henda lýsing er eisini á heimasíðuni www.hav.fo Havstovan søkir eftir stýrimanni Søkt verður eftir stýrimanni til Magnus Heinason at byrja 1. apríl 2015 Lýsing av Magnus Heinason R/S Magnus Heinason Tórshavn TN 407 OW 2252 Bygdur í Tomrefjord, Noreg í 1978 Skipaslag: Havrannsóknarskip Hýruvognsloyvi Í Tórshavnar kommunu er eitt hýruvognsloyvi leyst at søkja. Loyvið er knýtt at bilstøðini Bil Mini Taxi. Umsóknir skulu skrivast á umsóknarblað, sum fæst í Snarskivuni ella á heimasíðuni hjá Tórshavnar kommunu www.torshavn.fo. Saman við umsóknarblaðnum skulu latast • avrit av koyrikorti við átekning til hýruvognskoyring og • revsiváttan Umsókn Umsóknir skulu vera hjá Tórshavnar kommunu, postsmoga 32, 110 Tórshavn, í seinasta lagi hósdagin 19. mars 2015. Sambært kunngerð nr. 33 frá 30. mars 1983 um eina standard hýru- vognsreglugerð, sum broytt við kunngerð nr. 139 frá 7. desember 1990, umsitur hýruvognsnevndin hýruvognsloyvi í kommununi. 66 hýruvognsloyvi eru í Tórshavnar kommunu. www.torshavn.fo Maskinførari til Hundsarabotn starv á Landsverki Landsverk tinghúsvegur 5 Postsmoga 78 FOz110 tórshavn tel. +298 340 800 Faks +298 340 801 lv@lv.fo www.landsverk.fo Landsverk søkir maskinførara til grót- og skervverkið í Hundsarabotni. arbeiðsuppgávur arbeiðið fevnir í høvuðsheitum um: • At koyra entreprenørmaskinur • Ymiskt víðlíkahald av skervverkinum • Aðrar fyrifallandi uppgávur førleikakrøv Royndir innan oman fyri nevndu uppgávur er ein fyrimunur, men eingin treyt. Tó er tað ein treyt, at tú hevur vanligt koyrikort. Sum persónur ert tú forvitin og hevur hug at seta teg inn í nýtt arbeiði. Harafturat vænta vit, at tú ert samstarvandi, arbeiðssamur, dugna­ ligur og vælskipaður. Tú arbeiðir sjálvstøðugt, ert fyrikomandi og ein arbeiðsglaður viðleikari, ið gevur eitt jaligt íkast til arbeiðsplássið. setanarviðurskifti Løn og setanartreytir annars eru sambært sáttmála við avvarðandi arbeiðara­ ella handverkarafelag. uMsóknir Umsókn við prógvum og lívsgongdarlýsing (cv) kann sendast umvegis okkara heimasíðu www.landsverk.fo. til ber eisini at senda umsóknina sum teldupost til lv@lv.fo, ella sum vanligt bræv til: landsverk, tinghúsvegur 5, postboks 78, 110 tórshavn. Umsóknin skal verða okkum í hendi í seinasta lagi 13. mars 2015. Nærri upplýsingar um starvið kunnu fáast við at venda sær til: tom sørensen formann tlf.: 290 757 T­post: toso@lv.fo Les meira á www.landsverk.fo Landsverk er stovnur undir Fíggjarmálaráðnum og hevur um hendi vega­ og havna myndug leika uppgávur og byggiharrauppgávur. Stovnurin ráðleggur og ger ætlanir, útinnir, rekur og viðlíkaheldur landsvegir, havnir, bygningar og flogvallamál, herundir tyrlupallar.