Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-23, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Talgildingin av mikro­film­ u­num av føroysku bløð­u­ num er umsíðir við at vera komin und­ir land. Tí skip­ar Landsbóka­savnið Móð­ur­ máls­dag­in, mikudagin 25. mars 2015 kl. 10 fyrrapart, fyri sam­komu, har verkætlanin verð­ur alment tikin í nýtslu. Á samkomuni fer Er­hard Jacobsen, leiðari á Lands­ bóka­savn­i­num, at bjóða vælkomin, og aft­an­á fer Bjørn Kalsø, lands­stýr­is­ mað­ur, at lata nýggja blað­ savn­ið upp á netinum fyri almenninginum. Síð­an fer Erling Kjærbo, verk­ætl­a­n­ar­ leið­ari, at greiða frá gongdini, tá ið mikrofilmarnir av før­ oysku bløðunum vórðu tal­ gild­ir, og hvussu vit brúka blað­savn­ið. Hanus Kamban, rit­høv­und­ur, greiðir frá sín­um royndum at brúka bløð­ini sum keldu, og Arn­ bjørn Dalsgarð, leiðari á Bý­ ar­bóka­savn­i­num, sigur frá hendingum í før­oysku blað­ søg­uni. Lands­bóka­savn­ið bjóð­ar ábit. Samkoman á Lands­bók­a­savn­i­num er al­ menn og øll eru vælkomin. Verkætlanin at talgilda mikro­filmarnar av føroysku bløð­u­num byrjaði í 2013, men varð síðan útsett nakr­ ar ferðir. Í mai 2014 skriv­ aðu Statsbiblioteket í År­hus og Landsbókasavnið und­ir sáttmála, har Stats­bi­b­l­i­o­ teket, sum hevur mikro­film­ ar­nar á goymslu, átók sær at standa fyri skanningini av film­unum. Alt tað skannaða til­farið er síðan lagt inn í blað­port­al hjá donsku fyri­ tøk­uni Infomedia, sum fyri Lands­bóka­savnið nú fer at veita al­menna atgongd til bløðini um­vegis netið. Í nýggja blaðsavninum eru 17 bløð, líka frá fyrstu út­gávuni av Dimmalætting í 1877 til 1999, tvs. øll tey størru dagbløðini og so nøk­ ur serbløð og lokal- og fel­ags­ bløð. Harumframt verður frá blað­portalinum atgongd til 22 føroysk tíðarrit, sum áð­ur hava ligið úti alment í savn­ i­num tidarrit.fo, sum eis­ini er heitið á nýggja blað­port­ al­i­num. Á portalinum fer m.a. at bera til at leita í savninum og lesa greinir ella tey einstøku bløð­ini heimanífrá. Verkætlanin at talgilda mikro­filmarnar av føroysku bløð­unum hevur verið drúgv og umfatandi. Tað hevur týdn­ing at hava í huga, at tað eru mikrofilmar av bløð­ u­num og ikki bløðini sjálv, sum eru skannað. Hetta sæst aftur í góðskuni av skann­ingini, men kortini er alt hamp­uliga væl lesiligt. At lesa bløðini á netinum á henda hátt er eitt munandi fram­stig í mun til gomlu skip­anina, tá tú bara kundi lesa bløðini á staðnum á Lands­bóka­savn­inum. Við hesi verkætlanini hev­ur Landsbókasavnið tik­ ið eitt stórt fet á leiðini at ger­ast eitt talgilt bókasavn, og so er hetta bara byrjanin. Oddagrein Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Henrik Weihe joensen greining síða 12-14 Fólka­ trygd og umdømi Zakarias Wang Kjaks síða 15 Bløðini talgild mikudagin Tað er ein stórhending, sum fer fram á Lands­bóka­savn­i­num miku­ dag­in, tá verk­ætl­an­in at tal­gilda før­oysku bløð­ini verður al­ment tik­ in í nýtslu. Talan er um eina sera stóra verk­ ætl­an, sum ger, at øll tey førosyku bløð­ini fram til ár 2000 verða tøk á int­er­netinum til øll at lesa og at leita í. Verkætlanin at talgilda mikro­ film­ar­nar av føroysku bløðunum byrj­aði í 2013, men varð síðan út­sett nakr­ar ferðir. Gongd kom á aft­ur í mai í fjør, tá avtala varð gjørd við Stats­bibli­o­teket í År­hus, ið hevur mikro­film­arnar á goymslu, sum á­tók sær at standa fyri skanningini av film­u­num. Alt tað skannaða tilfarið er síð­an lagt inn í blaðportal, sum nú fer at veita almenna atgongd til bløð­ini um­veg­is netið. 17 føroysk bløð eru í blað­savn­i­ num, har atgongd eisini verður til 22 før­oysk tíðarrit, sum áður hava lig­ið úti alment í savninum tidarrit. fo, sum eisini er heitið á nýggja blað­port­al­i­num. Á portalinum fer m.a. at bera til at leita í savninum og lesa grein­ir ella tey einstøku bløðini heim­an­í­ frá. Fyri føroyska gransking hevur hetta ovurstóran týdning. Eisini fyri skúl­a­næm­ing­ar, sum skulu leita sær vitan ella fyri ein og hvønn, sum hevur hug at leita í goml­um tilfari. Ella sum ein av teimum, sum hev­ur gingið á odda at fáa hesa verk­ætl­an framda, Zakarias Wang, skriv­ar í blaðnum í dag: Tey sum hava nakað at spyrja um, kunnu fara inn á blaðsavnið og leita eftir einum blaði, og finna eitt­ hvørt orð sum stendur har. Vil ein dóttir fáa at vita um nakað hev­ur staðið um nær foreldrini gift­ust, so er bara at skriva navnið hjá øðrum, og so kemur tað fram. Eru minn­ing­ ar­orð um abban? Tað er bara eitt klikk, so kunnu tey síggjast. Er tað onk­ur, sum vil fáa at vita, hvat ið skriv­að er um heimbygdina? So er at skriva navnið á bygdini og leita. Við øllum teimum føroysku bløð­u­num fæst nú alment atgongd til eitt risa­stórt keldutilfar, sum vit hig­ar­til bara hava havt við at hava gom­ul bløð liggjandi, ella við at hyggja ígjøgnum mikrofilmarnar á Lands­bókasavinum. Við nýggju skip­anini ber til at leita í øllum bløð­ um og øllum teksti, sum skriv­að­ur er í føroysku bløðunum. Verkætlanin er fíggjað við játt­ an á løg­tings­fíggj­arlógini. Hetta er ikki bara savns­gull, men ein ment­ an­ar­arv­ur, sum nú verður latin opin fyri øll­um – púra ókeypis. Enn ein steinur er laðaður í ment­an­ar­ varðan. – Góðan móðurmálsdag! Bara eitt klikk frá søguni Talgilding av bløðunum: Eitt blaðsavn fyri øll Mentanararvur til Føroya fólk á móðurmálsdegi Veðrið hósdagin og fríggjadagin: Hósdagin strúkur í vindi av ymsum ættum og avfall. Hitalagið um frostmarkið. Fríggjadagin upp í hvassan vind av landsynningi og regn. Hitin millum 2 og 5 stig. Veðrið týsnáttina: Lágtrýstið eystanfyri Ísland fer í landsynning. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Týsdagin: Fleyr til gul millum útnyrðing og landnyrðing og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitalagið millum -1 og +3 stig.. Hósdagin týsdagin Mikudagin 5-10 m/s 13-18 m/s 1-6 m/s 5-10 m/s 13-18 m/s 1-6 m/s Mikudagin: Fyrrapartin lot av ymsum ætt um, turt og sólglottar, men seinna- partin veksur hann vindin upp í hvassan vind av suðri og um kvøldið møguliga regn. Hitin millum 2 og 5 stig.