Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-23, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 23. mars 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 politikkur Árni Gregersen Politiska skipanin í Føroyum er eitt sindur øðrvísi enn í flestu øðrum londum. Sjálvstøðugar tjóðir hava eina skipan við einum forseta ella kongi ella drotning, sum ikki eru beinleiðis partur av gerandispolitikkinum, men sum hava ávísar uppgávur í politisku skipanini, til dømis eftir eitt tjóðartingsval. Føroyar hava felags drotn­ing við Danmark, men danska drotningin hevur onki bein­leiðis við føroysku polit­isku skipanina at gera. Politiska skipan avger sjálv, hvussu hon skipar seg – eisini eftir eitt val. Í Føroyum hava vit eina stýrisskipan, sum ger av, hvat hendir tá ið eitt val verður útskrivað og sum eisini avger, hvussu farast skal fram eftir at val hevur verið. Tað eru partar av hesi lóg, sum Framsókn vil hava broytt. Fýra ára skeið Stýrisskipanin sigur, at eitt valskeið er fýra ár undir øll­ um vanligum umstøðum. Tað er júst eitt fýra ára valskeið, sum endar 29. ok­ tober í ár. Tað vil siga, at tað eisini er seinasti dagur, at val verður. Broytingar kunnu tó gera, at val verður í ótíð. Løgmaður kann eftir galdandi lóg til eina og hvørja tíð velja at út­ skriva nýval uttan at nakar kann steðga tí. Í einum broytingar­upp­ skoti til lógina um stýris­ skip­an mælir Framsókn til at hetta verður broytt. Framsókn skjýtur upp, at velir løgmaður at skriva val út í ótíð, so kunnu tveir trið­ ingar av Løgtinginum steðga hesum. Atkvøða tveir triðingar av Løgtinginum innan 24 tímar eftir at val er útskrivað fyri einum misáliti á løgmann, so verður ikki val. Í einum áliti frá 2004 var eisini mælt til at tryggja eina betri javnvág millum Løg­tingið og landsstýrið og løg­mann. Har stendur: »Til tess at geva tinginum arbeiðsnáðir, til tess at noyða tingfólk at samstarv, til tess at styrkja tingið mótvegis løgmanni, landstýri og embætisveld, verður nú góða gamla skipanin við føstum val­skeiði endurreist. Er ong­in annar vegur, verður tí loyvt tinginum sjálvum at skriva út val, men hetta skal vera við breiðari meiriluta enn tí samgongumeiriluta, ið van­ liga stuðlar sitandi stjórn.« Fólkaatkvøða Í Føroyum er ongin beinleiðis siðvenja fyri at hava fólka­ atkvøðu. Hetta, hóast nakrar fólkaatkvøður hava verið. Tann best kenda er fólka­ atkvøðan 14. september 1946 um loysing ella samband, men tað hava eisini verið nakrar aðrar fólkaatkvøður. Seinasta hevur verið í hes­ um valskeiðnum, tá ið ein veg­leiðandi fólkaatkvøða var um samnlegging av føroysku kommununum. Í uppskotninum hjá Fram­ sókn verður sgt, at Løg­tingið kann leggja mál til fólka­ atkvøðu. Har stendur: »Ein triðingur av løg­tings­ kvinnum/monnum kann krevja lóg lagda til fólka­ at­kvøðu eina viku eftir, at hon er samtykt. Um í minsta lagi helvtin av teimum, sum hava valrætt til Løgtingið, taka lut í fólkaatkvøðuni, og í minsta lagi helmingurin av teimum atkvøða ímóti, fellur lógin burtur. Stk. 5. Lógir um fíggjar-, lønar- og skattamál og lógir um útinning av gald­ andi millumlanda sáttmálum kunnu ikki leggjast til fólk­ atkvøðu.« Í álitum, sum eru gjørd gjøgnum árini um stýris­ skip­an, verður allastaðni nevnt, at Løgtingið kann leggja lógarheimildina út til veljararnar. Í flestu støð­ um verður nevnt, at vil ein triðingur av løg­tings­lim­un­ um at eitt mál skal til fólka­ atkvøðu, so skal málið til fólka­atkvøðu. Í uppskotinum, sum fær 1. viðgerð í næstu viku, stendur, at hetta kann krevjast í sein­ asta lagi eina viku eftir at ein lóg er endaliga samtykt í Løgtinginum. Skotið verður upp, at taka helvtin av teim­ um, sum hava valrætt, lut í fólkaatkvøðuni og fella eitt mál, so er tað fallið burtur. At leiða samráðinganar Í løtuni erlógin soleiðis, at eftir eitt val, so er tað sitandi løgmaður, sum stendur á odda fyri samráðingunum um at skipa nýggja sam­ gongu. Hetta er soleiðis uttan mun til um løgmaður og sit­ andi samgonga hava stóra aftur­gongd á valinum. Framsókn vil hava hetta broytt, so tað verður sit­andi løgtingsformaðurin, sum sam­ an við nývalda Løg­ting­in­um velur samráð­ingar­leið­aran. Broytingarnar koma í fyrsta lagi í gildi eftir at tvey løgtingsval hava verið. Minka valdið hjá løgmanni – og fleiri fólkaatkvøður Møguleikarnir fyri fólkaatkvøðu í Føroyum eiga at gerast størri – og løgmaður skal hava minni vald í sambandi við løgtingsval Øði í Løg­ tinginum um atferð­ ina hjá bankunum Tað var sættu ferð, at Tjóð­veldi hevði eitt upp­ skot, sum hevur við flyt­ ingina av persóns­upp­ lýsingum úr Føroy­um til útlendsk feløg. Har­ umframt hevur Fram­ sókn hava eitt uppskot við sama endamálið í hesi tingsetuni. Ongantíð fyrr hava tingfólk tó verið so sinn­að at taka undir við uppskotinum, sum hesa­ferð. – Tað kriplar í fing­ un­um at trýsta á grøna knøttin og atkvøða ja, segði Bill Justinussen, Miðflokkurin, og partur av samgonguni. Uppskotið hjá Tjóð­ veldi gongur út uppá, at tær persónsupplýsingar, sum eru lætnar av land­ inum, skulu flytast heim­ aftur í einari skiftitíð uppá trý ár. Peninga­stovnarnir Fram­søgu­fólk­ini hjá bæði sam­gongu- og and­ støðu­flokk­un­um vóru øll rættu­liga hvass­orðað mót­vegis peninga­stovn­ unum og serliga fe­lag­ num Føroyskir Pen­inga­ stovnar. Tey vístu á, at felagið tá ið netbankin varð flutt­ur av landinum, segði, at hetta ikki fór at kosta føroysk arbeiðsp­ láss og hetta fór at gerast munandi bíligari. – Felagið Føroyskir Peningastovnar er eitt felag, sum vit hava havt álit á, men ivasamt er, um hetta felag fer at fáa eins stórt álit eina aðru ferð, segði Bill Justinussen. Øll framsøgufólkini lovaðu, at málið skal fáa eina álvarsliga viðgerð í rættarnevndini – og at nevndin fer at kalla øll tey, sum hava við hetta mál, til fundar. Sjáldsama hørð orð at hoyra í tinginum, tá ið upp­skotið frá Tjóðveldi um persóns­ upplýsingar hevði 1. viðgerð Løgtingið skal lættari kunna leggja samtykt lógaruppskot til fólkaatkvøðu Framsókn vil minka valdið hjá løgmanni eftir eitt løgtingsval Bill Justinussen, Miðflokkurin, og hini framsøgu­ fólkini góvu ilt av sær inn á peningastovnarnar