mánadagur 23. mars 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ovurviðkvæmi
Neyðug evnafrøði
– óneyðugar
avleiðingar
Tey eru helst fá í tali, sum nærlesa innihaldsyvirlitið á gerandisvørunum, ella
yvirhøvur vita hvat eitt nú 'Methylisothiazolinon' merkir. Sosialurin hevur kannað
innihaldi á tøkum vátserviettum í vanligu sølubúðunum í Havn
Mortan Østerø
»Lætt, skjótt og ómakaleyst«
lýsir ógvuliga væl grund
gevingina fyri hví ein hevur
hug at nýta vátserviettar,
ella vætulappar – fyltir við
kemiskum evnum – at skjótt
vaska sær smyrsli burtur av
andlitinum. Eftir ein strævn
an arbeiðs- ella skúladag,
er orkan kanska ikki til at
leingja sær um stundir at
vaska sær andliti, áðrenn
farið verður í song. Heldur
verður tað evnafrøðiligi klút
urin – sum kann keypast í
flest øllum sølubúðum – ið
skal tryggja, at koddin ikki
verður meiggjaður til av
smyrslinum. Hóast tað er
einfalt, og ongin stórvegis
ampi stendst av vætulapp
unum, kunnu kemisku evnini
føra ovurviðkvæmi við sær,
verða teir regluliga nýttir.
Tað er givið, at vætulappar
– per definitión altíð eru vátir.
Til tess at tryggja, at lapp
arnir ikki modna ella fongd
ir við bakterium og halda
seg vátar, verður sostatt
neyðugt við evnafrøðiligum
haldevnum. Haldevnini eru
skiftandi í styrki, og eitt økt
vørueftirlit hevur ført við
sær herda lóggávu fyri hvat
sleppur í sølubúðirnar. Tó
eru framvegis evni í gerandis
vørum – serliga vakurleika
vørum – sum kunnu elva til
ovurviðkvæmi. Í Danmark
eru millum annað Astma-
Allergi Danmark og Viden
center
for
Allergi,
sum
kanna gerandisvørur fyri
viðkvom evni og orða bæði
til- og frámæli og ráðgeving
um hvussu vørurnar skulu
handfarast. Afturvendandi
temaið er, at minst møguligt
av kemiskum evnum er fræg
asti háttur at snúgva sær
undan ovurviðkvæmi.
Nivea stóri syndarin
Verður hugt nærri at úrval
inum av vætulappunum í
Havn og vørulýsingunum á
hesum, stendur væl til – fyri
tað mesta. Tó eru fleiri av
ivasomu evnum, sambært
yvirlitinum hjá Astma-Allergi
Danmark, at finna á vøru
lýsingunum. Verst stendur
til við vætulappunum frá
kenda týska framleiðaranum
Nivea, sum vit keyptu í
Keypssamtøkuni. Á vøru
lýsingini vóru ikki færri enn
11 evni, ið sambært Astma-
Allergi
Danmark
kunnu
elva til ovurviðkvæmi hjá
sínum brúkarum. Felags fyri
flestu evnini er, at tey antin
tryggja haldføri ella luktilsi
í vætulappunum – júst tað,
sum brúkarin eigur at vera
varin við. Tað, sum serliga
ger seg galdandi millum
tey 11 evnini, er haldevni
Methylisothiazolinon,
ella
bara, MI. MI verður eisini
nýtt at tryggja haldføri í mál
ing, og hevur verið fyri hørð
um atfinningum í altjóða
fjølmiðlunum.
Tíðarritið
ScienceDaily vísti farna ár
á, at júst ovurviðkvæmi fyri
vætulappum var vaksandi
í vavi, og serliga var tað MI,
sum var stóri syndarin.
Umframt MI, og onnur
haldevni, so eru tað luktilsis
evnini, ið kunnu føra ovur
viðkvæmi við sær. Allir vætu
lapparnir, sum Sosialurin
kom fram á í føroysku sølu
búðunum høvdu minst eitt
evni frá vandalistanum hjá
Astma-Allergi Danmark –
enntá vørurnar, sum Astma-
Allergi Danmark sjálvt hevur
blástemplað. Í flestu førinum
kemst tað av, at evnini í nóg
stóran mun eru 'vatnað
niður' soleiðis, at tey ikki
eru beinleiðis skaðilig. Nógv
tann frægasta loysnin er
sostatt at fara upp um, har
hegnið har hægst og halda
sær heilt frá vætulappunum.
Skal ein skunda sær at vaska
burtur smyrsli, tykist tað
vera ráðiligt at í minsta lagið
avmarkað nýtsluna av kem
iskum evnum í vakurleika
vørunum – til dømis, at eingin
av vørunum høvdu luktilsi
ella alkohol í vørulýsingini.