mánadagur 23. mars 2015síða 8
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 23. mars 2015 · Nr. 34
8
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
ovurviðkvæmi
Evi vónar at fáa
fulla sjón aftur
Mortan Østerø
Undir konsert hjá country
songkvinnuni, Evi Tausen,
oktober farna ár, fór brádliga
at renna úr eygunum hjá
henni. Serliga kom evja úr
vinstrumegin. Tá ið hon kom
av pallinum aftur, fór hon
beint eftir bíligu First Price
vátserviettunum, ið skjótt
og væl kundu taka sær av
niðurrunna
smyrslinum.
Hon hevði altíð ein pakka av
vátserviettunum nærhendis.
Nakrar mánaðir seinni fór
sjónin at bila heilt illa, og nú
kann hon ikki røkja sítt starv
sum sjúkraflutnigsførari fyri
Landssjúkrahúsið.
Millum
annað heldur hon, at First
Price vátserviettarnir eiga
part av skuldini.
– Eg havi brúkt vátserviett
arnar til alt – fleiri ferðir um
dagin. Bæði til mín sjálvs at
vaska smyrsl burtur av and
litinum og til børnini. Men
eg havi síðani funnið fram
til áleið tíggju aðrar kvinnur,
sum allar brúka hesar First
Price vátserviettarnar og
hava somu trupulleikar við
eygunum sum eg. Vit hildu
sostatt, at greiður saman
hangur var millum hesar
vátserviettarnar og eygna
brunan, sigur Evi Tausen.
Líktist einum vampýri
Eygnakrímið hjá Evi gjørdist
av fyrstum sjónligt í oktober,
men tá hevði hon ikki nakr
an illgruna um, at tað kundu
vera
vátserviettarnir,
ið
elvdu til brunan. Hon helt
sostatt áfram við dagligu
nýtsluni av vátserviettunum.
Tá komið var út í januar stóð
somikið illa til, at andlitið
hovnaði og serliga vinstra
eygað versnaði.
– Eg bleiv sjúkrameldað,
og kundi ikki longur koyra
bilin fyri sjúkraflutnings
tænastuna hjá Landssjúkra
húsinum. Summar morgnar
fekk eg ikki eingongd eyguni
upp fyri evjuni, ið hevði
klistrað eyguni saman. Tá
eg loksins fekk eyguni upp,
vórðu tey reyð og andlitið
hovið. Eg líktist milt sagt ein
um vampýri og mátti somu
leiðis halda meg innandura
– bæði tí, at eg ikki toldi ljós
og vind, og tí eg ikki vildi
út millum fólk meðan eg sá
soleiðis út, sigur hon.
Tíggju aðrar kvinnur
Evi fór til eygnalæknan at
eftirkanna eyguni, sum helt
taluna vera um Adenovirus.
Tað er – í hesum førinum – at
líkna við eitt krím, ið hevði
sett seg í eyguni heldur enn
at gerast eitt vanligt krím.
Krímið kann niðurseta sjón
ina í avmarkaða tíð – stundum
í fleiri mánaðir. Tær tíggju
kvinnurnar,
við
líknandi
bruna í og um eyguni, hava
tó ikki fingið staðfest frá
læknanum, at júst First Price
vætulapparnir, eru orsøk til
brunan.
– Nei, eg havi ikki verið
hjá læknunum aftur og
spurt meg fram, men vit
tíggju hava í hvussu er tað
til felags, at allar hava brúkt
First Price vátserviettarnar
javnan. Tað stendur eisini á
baksíðuni av pakkanum við
vátserviettunum, at teir helst
ikki skulu koma í samband
við eyguni. Í so fall, at teir
gera, er neyðugt at leita sær
læknahjálp umgangandi. Eg
havi brúkt júst hesar vát
serviettarnar í fleiri ár, so eg
dugi ikki at siga, hvørt ávar
ingin er komin á pakkan fyri
kortum vegna herda lóggávu
ella um hon altíð hevur verið
har, sigur Evi, sum avgjørt
ikki ætlar sær at brúka First
Price vátserviettarnar aftur.
Evnafrøði í vakurleika
vørunum
Tær tíggju kvinnurnar funnu
út av hvørjari aðrari á Face
book, og høvdu tær allar nýtt
bæði smyrsl og vátserviettar
at vaska smyrslið av aftur
við. Tá ið krím setti seg á
eyguni, nýttu tær First Price
vátserviettarnar at vaska
gulu evjuna burtur við. Í bæði
smyrslinum og vátserviett
unum er væta, og fyri at
tryggja, at vætan – og harvið
vøran – ikki rotnar burtur,
eru ymisk evnafrøðilig hald
førisevni í vørunum. Summi
av haldførisevnunum eru
meira skaðilig enn onnur,
men flestu teirra kunnu
føra við sær ovurviðkvæmi,
um tey javnan og áhaldandi
verða nýtt. Júst First Price
vátserviettarnir
eru
ikki
ovast
á
listanum
yvir
størstu
syndararnar,
og
er enntá blástemplað av
Astma-Allergi
Danmark
og
Nordisk
Miljømærk
ning. Tó eru tvey ivasom
evni
í
vátserviettunum
–
Sodium
Benzoate
og
Ethylhexylglycerin. Sambært
ovurviðkvæmis appini hjá
Astma-Allergi
Danmark,
KEMILEX, irriterar Sodium
Benzoate vanliga ikki húðina,
men kann órógva eyguni,
sum eisini samsvarar við
ávaringina á pakkunum hjá
First Price.
– Tá ið eg byrjaði upp á
antibiotika
droparnar
til
eyguni og steðgaði við at
brúka vátserviettarnar frá
First Price, gjørdist støðan
munandi betri, og eg kundi
fara aftur til arbeiðis. Tó er
sjónin í vinstra eyga fram
vegis ekstremt niðursett,
so enn kann eg ikki koyra
sjúkrabilin. Sum eg skilji,
kann tað ganga upp til eitt
hálvt ár, áðrenn sjónin kem
ur á rætt kjøl aftur, og tað
er ein lítil vandi fyri, at hon
slettis ikki kemur aftur. Tað
er heilt ótrúliga keðiligt. Eg
eri jú bundin av eygunum
sum arbeiðsamboð, sigur Evi
Tausen.
First Price Vådservietter
Fáast í Miklagarði og
Á handlunum
Kosta einans 12,90 kr.
Eru merktir við Nordisk
Miljømærkning og Astma-
Allergi Danmark
Inniheldur Sodium Benzoate
og Ethylhexylglycerin
Kemisku evnini í vakurleikavørum bøttu ikki
um eygnavirusið hjá country songkvinnuni, Evi
Tausen, sum í eina tíð mátti leggja mikrofonina á
hillina og sjúkraflutningskoyrikortið í lumman
– Eg líktist milt sagt einum vampýri, sigur Evi Tausen