Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Í dag er móðurmálsdagur – ein dag­ ur, har vit seta móðurmálið í mið­ dep­il­in. Høvið at velja hendan dagin, mar­i­u­messu á vári 25. mars, er, at hes­in dagur er føðingardagur hjá V. U. Hamm­ershaimb, sum ofta verður nevnd­ur sum faðirin at føroysku stav­set­ingini. Ofta verður sagt, at tað er fjant og fjas at hava ávísar dagar um hetta ella um hatta. Tað kann tað vera nakað um. Men endamálið við at seta móðurmálið í miðdepilin ein dag um árið er bæði at fagna móðurmálinum, men eisini at seta sjóneykuna á ymisk viðurskifti, sum hava við móðurmálið at gera. Seinasti móðurmálsdagur varð hild­in í 2012. Ta ferðina var evn­ið mál­ið í miðlunum, og var tað Høgni Djur­huus, journalistur í Kring­varp­ i­num, sum fekk móð­ur­máls­virð­is­ løn­ina. Heitið fyri dagin hesaferð er Før­ oyskt og talgildi heimurin – og móð­ ur­máls­virð­is­løn­ina fær ein per­són­ ur, sum hevur havt serligan týdning fyri málið í handilslýsingum og hand­ils­mál­ið sum heild. Í síðstu viku kom fram, at bara tveir næmingar av 700 í níggjund­u­ flokk­unum í fólkaskúlanum høvdu sent inn tilfar til stuttsøgukapping – sum tí varð avlýst. Skjótt var, at skúl­ in og móðurmálsundirvísingin fingu skuld­ina, tí ov nógv orka verður í skúla­num brúkt upp á at rætta ð og komma. Kann vera, at onkur lærari er ov íðin við reyða penninum, held­ ur enn at varpa ljós á innihald. Men at fara væl um móðurmálið er eisini at hava virð­ing fyri málinum og vísa og fremja góð­an hugburð til málið. Tað skal skúlin sjálvandi gera. Tað skulu heim­ini eisini gera, og tað skal alt sam­felagið sum heilt gera. Vit hava øll ábyrgd av móðurmálinum. Best læra vit sjálvst málið við at ar­beiða við málinum. Tað merkir, at børn­ini skulu læra at skriva mál­ið væl, tey skulu læra at lesa mál­ið væl – men ikki minst er tað av al­stór­um týdn­ingi, at børnini læra brúka mál­ ið á skrift og í talu. Tí hevur skrivi- og lesi­venjing stjóran týdning. Tað er valla rætt at leggja skúlan undir ikki at røkja sína skyldu. Men vit kunnu kanska venda skjútsið ímóti okkum sjálv­um – heiminum í Føroyum. Gera vit nóg mikið til at eggja børn­ini at skriva og lesa? Av­bjóð­ ing­in er stór, tí teldur, teldlar og snild­tel­e­fon­ir fylla nógv hjá teim­um ungu. Vit síggja, hvussu tey tillaga sær skrift­mál­ið – brongla tað – so tað betur hósk­ar til tøknina, sum framm­an undan ikki hevur virðing fyri móð­ur­mál­i­num. Her eru stórar avbjóðingar. Men tær eru ikki størri enn sum so, at skúli, heim og samfelag kunnu loysa tær í felag. Um ein móðurmálsdagur um árið eggj­ar til góðan hugburð til móðurmálið, so er nógv vunn­ið við móðurmálisdegnum. Móðurmálsdagurin skal skapa góðan hugburð til málið Móðurmálsdagur í dag Sendi­ maður sum hótt­ ir okkum Bjarni Djruholm tíðargrein síða 22 Kolla­ fjørður bløðir burtur Jógvan arge Síða 22 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Magnus Gunnarsson Í mars í ár eru 20 ár síðan fyri­ tøkan Elding varð stovn­að. Tað var Mads Andreas Winth­ er, sum stovnaði Eld­ing í SMS í 1995. Byrjað var í kreppu­áru­num, men búskapurin var so smátt við at venda til tað betra tá. Frá byrjan legði Eld­ing stóran dent á at hava rætta vøruúrvalið og at veita eina proffesionella og góða tænastu. Elding var góð 10 ár í SMS, síð­ani var handilin eitt skifti á Hálsi, nøkur ár í Miðlon og síðan november 2011 hev­ur Elding verið í stóru og snotu­ ligu hølunum, har ið baka­rí­ið hjá Gunnleivi og Grón vóru í fleiri ár. Elding hevur í dag størsta elek­tron­ik- og hvítvøruhandil í Før­oyum við handlum í Havn og í Klaks­vík. Hølini í Havn eru uml. 2.000 fermetrar og eru sera væl egnaði til virksemið hjá Elding, ikki minst eftir at Elding í 2005 gjørdist limur í stóru skandinavisku el-ketuni El­kjøp, ið aftur er partur av Dixon Group, sum er ein av størstu el-ketum í heiminum. Í dag verða handlarnir hjá Elding nevndir Elding El­ris­in. Endamálið er at selja merki­ vørur til sera góðar prísir. – Vit leggja sera stóran dent á, at okkara kundar skulu hava eina góða uppliving, tá teir koma inn í handlar okkara, og at úrvalið av vørum er stórt, dygdin góð og prísirnar sera góðir. Harumframt leggja vit alstóran dent á dygd­ar­góða tænastu, sum m.a. inniber at vit hava egið hvítvøruverkstað og sjón­varps- og telduverkstað. Um­leið 25 fólk arbeiða hjá Elding El­risanum, harav tey fimm eru á verkstaðnum. Gongdin seinastu árini hjá Eld­ing hevur verið góð. Árið 2014 gav eitt avlop áðrenn skatt upp á 2,7 milljónir krón­ ur. Hetta gevur gott mót til at halda á at menna vøruúrvalið og tænasturnar, sum Elding El­risin ynskir at veita sínum kund­um, sigur Mads Andreas Wint­her stjóri í Elding. Veðrið hósdagin: Strúkur í vindi upp í hvassan vind av suðri, seinnapartin minni vindur av vestri. Regn av og á og hitin millum 4 og 7 stig. Veðrið fríggjadagin og leygardagin: Fríggjadagin upp í ein strúk av suðri og okkurt æli, leygardagin upp í hvassan vind av útsynningi og yvirhøvur turt. Hitin millum 2 og 6 stig. Veðrið mikunáttina: Eitt lágtrýst við Suður-Grønland stendur mestsum í stað, men brúgvalagið haðani kemur spakuliga hendavegin. Petur Skeel Jacobsen greiðir frá um veðrið Veðrið týsdag, seinnapart: Fleyr til gul av ymsum ættum, turt og sólglottar. Hitin millum 1 og 4 stig. Hósdagin týsdagin Mikudagin 1-8 m/s 13-18 m/s 8-13 m/s 1-8 m/s 8-13m/s 8-13 m/s Veðrið mikudagin: Andøvsgul upp í ein strúk av suðri og yvirhøvur turt og sólglottar. Hitin millum 4 og 7 stig. Elding 20 ár og góð úrslit Mads Andreas Winther saman við synunum Herman og Levi Winther. Levi er leiðari í handlinum Mynd: Sigmar Mørkøre