Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Danjal av Rana Heildarætlanin  um kyns­lig­ an ágang varð í farnu viku handað Anniku Olsen, lands­ stýriskvinnu í Almanna­mál­ um. Heildar­ætlanin fevnir um átta átøk, sum kunnu set­ast í verk yvir eitt trý ára skeið, og fara at kosta 4,3 milliónir krónur. Átøkini fevna um viðgerðartilboð, upp­lýsing og kunning, til­ búgv­ingar­ætlan, átøk, sum venda sær til fólk og felags­ skapir, sum fáast við børn í frí­tíðini og átøk í mun til fólk við menningartarni ella sálar­ligum avbjóðingum. Kostnaðarmiklasta átakið sum skotið verður upp, er at játta eina millión um árið til viðgerð til teirra, sum hava seinárin orsaka av kynsligum ágangi. Peningurin skal mill­ um annað nýtast til at bjóða ókeypis viðgerð hjá sálar­ frøð­ingi. Arbeiðsbólkurin mælir til, at tað vera løggildir sálar­ frøðingar, sum skulu kunna veita hesa viðgerð, og at 12 viðgerðartímar kunnu teim­ um, sum hava verið fyri kyns­ligum ágangi. Við hesum tilboðnum hava fólk, ið hava verið fyri kyns­ligum ágangi, sostatt tríggjar møguleikar fyri við­gerð. Eitt er tilboðið um ískoyti frá Heilsutrygd til sálar­frøðiliga viðgerð til fólk, ið eru yngri enn 25 ár, eitt er við­gerðar­tilboðið frá felags­skapinum KRIS, um­framt tað almenna við­ gerðar­tilboðið sambært heildar­ætlan­ini, har til ber at fáa ókeypis viðgerð hjá út­búnum sálarfrøðingi. – Fyri nógv vaksin fólk, sum dragast við seinárin orsaka av kynsligum ágangi í barn­dóm­inum, er talan um ein óber­andi tungan førning av skomm, ótta, vónloysi og trupul­leik­um í sambandi við bæði familjulívið og ar­beiðs­ lívið. Tí er tað sera týdningar­ mikið, at tey fáa møguleika til at leita sær hjálp og sálar­ frøði­liga viðgerð, skrivar ar­ beiðs­bólk­urin. Eitt annað átak, er at veita eitt tilboð um hjálp til teirra, sum fremja kynsligan ágang. Heildarætlanin mælir til, at 120.000 krónur um árið verða nýttar, til at seta á stovn eitt viðgerðartilboð til teirra, sum fremja kyns­ligan ágang. Hendan játtan­in kemur aftur at teim­um 160.000 krónunum, sum heildar­ ætlanin um harð­skap í par­ løgum og nærsambondum mælir til verða nýttar til eitt viðgerðartilboð til teirra, sum fremja harðskap. Eis­ini her er ætlanin, at ein sálar­ frøð­ingur skal taka sær av við­gerðar­tilboðnum. Átakið skal eggja vaksn­ um, sum hava kynsligar tank­ar um børn, til at leita sær hjálp gjøgnum eina ano­nyma ráðgeving. Hildið verð­ur, at kynsligur ágangur á børn kann steðgast, um møgu­lig gerningsfólk fáa rætta hjálp rættstundis. Hesar 120.000 krónurnar skulu nýtast til at gera lýs­ ing­ar at røkka teimum, sum hava trupulleikar við kyns­ lig­um ágangi og sum vilja hava hjálp. Heildarætlanin mælir eis­ ini til, at meiri kunning verð­ ur gjørd um kynsligan ágang á netinum. Mælt verður tí til at játta 100.000 krónur í 2017 og 100.000 krónur í 2018 til at styrkja og útbyggja fyri­byrg­ ingar­arbeiðið á netinum, við at gera upplýsandi átøk og til­far, millum annað fyri­ lestr­ar fyri foreldrum. Heildarætlanin mælir eis­ini til, at peningur verður sett­ur av til førleikamenning av fólki, ið arbeiðir við børn­ um og ungum, so sum starvs­ fólk á stovnum og skúlum, av leið­arum og fólkum, ið fáast við børn í frítíðini, so sum í ítróttar­feløgum, skótum og á legum, og fólkum, ið arbeiða við fólki við menningartarni og sálarligum avbjóðingum. Her verður hugsað um at skipa fyri skeiðum og evnis­ døgum, kanska við lut­tøku av sálarfrøðingi, løg­frøð­ingi og løg­reglu, eins og kunn­ingar­ átøkini í Harðskapsætlanini. Eisini verður mælt til, at játta pening til at gera til­far og kunning til teirra, ið hava menningartarn ella sálar­ ligar avbjóðingar, at tey fáa neyð­uga og serliga undir­vís­ ing, og læra at gerast betur før fyri at at seta mørk, bæði hjá sær sjálvum og øðrum. – Vilja vit gera nakað muna­gott til tess at basa kyns­ligum ágangi, og til tess at hjálpa teimum, sum eru rakt, krevur hetta rað­ festingar, undir hes­um eisini fíggjar­ligar raðfestingar, skriv­ar arbeiðsbólkurin í inn­ gang­inum í heildarætlanini. Arbeiðsbólkurin vísir á, at sannlíkt er tó, at samfelagið sparir pengarnar inn aftur, eitt nú í sjúkradøgum hjá teim­um, sum hava verið fyri kyns­ligum ágangi. – Peningurin, sum settur verð­ur av til átøkini í hesari heildarætlanini, eigur tí ikki at síggjast sum ein útreiðsla fyri samfelagið, men hin­ vegin sum ein skilagóð og neyð­ug íløga, sum fer at verða afturgoldin fleiri ferðir, skriv­ar arbeiðsbólkurin. danjal@sosialurin.fo Hálva aðru millión um árið Heildarætlanin um kynsligan ágang mælir til, at gott og væl hálv onnur millión krónur um árið verður játtað til átøk móti kynsligum ágangi kynsligur ágangur Sambært heildarætlanini skulu 1,49 milliónir krónur játt­ast í 2016, 1,74 milliónir krónur í 2017 og 1,57 milliónir krón­ur í 2018, so samlaða játtan­in yvir trý ár verður 4,8 milliónir krónur. Annika Olsen sigur, at hon ætlar at leggja heildar­ ætlanina fyri Løgtingið til aðal­orðaskifti í vár. – Átøkini eru hvør á sín­ um øki umráðandi at fáa sett í verk, og vóni eg, at Løg­ting­ið tekur væl ímóti hes­um, so farast kann undir at seta  Heildarætlanina og átøk­ini í henni í verk, eins og upp­skotið mælir til, sigur Annika Olsen. Hon ásannar, at tað verð­ ur torført at finna pláss til játtan­ina innan givnu fíggjar­karmarnar, men sigur, at landsstýrið hevur tikið hædd fyri hesi heildar­ ætlanini í verandi sam­ráð­ ing­um um fíggjarkarmarnar. – Hóast hetta kostar nú, so eru hetta útreiðslur, sum landið vinnur aftur seinni, við tað at fólk fáa tað betri. Heldur enn at gerast óarbeiðs­før av sjúku, kunnu tey nú fáa viðgerð og koma aftur út í samfelagið og til ar­beiðis. Soleiðis kunnu vit vón­andi lækka um talið av sjúkra­døgum, innlegginum og viðgerðum av seinárini, so­leiðis at eisini tey, sum hava verið fyri kynsligum ágangi, aftur kunnu gerast ein virkin partur av sam­fel­ ag­num, sigur Annika Olsen, lands­stýris­kvinna. Hon gleðist um, at vit nú hava tvær góðar heildar­ ætlan­ir at fyribyrgja harð­ skapi og ágangi, nevniliga heildar­ætlanina fyri kyns­ ligan ágang og álitið um harð­skap í parlagi og nær­ sam­bond­um. – Vit hava eisini hert frá­ boðanarskylduna, vit hava sett á stovn eitt Barnahús, um­framt at skipa hevur ver­ið fyri fundum um alt land­ið, bæði í samband við Sig Frá verkætlanina og um álitið um harðskap í parlagi og nær­sambondum. Hetta vísir, at vit taka hendan trupul­leikan í størsta álvara og tað fara vit at halda á at gera, sigur Annika Olsen, lands­stýris­kvinna. danjal@sosialurin.fo Í heildarætlanini fyri kyns­ ligan ágang, verður mett, at spurningurin um fyrn­ ingar­freist krevur polit­ iska viðgerð og vilja at av­ gera. Arbeiðsbólkurin, ið hevur gjørt heildar­ætlan­ ina fyri kyns­lig­an ágang, ið var handað landsstýrinum í farnu viku, metir, at spurn­ing­urin um fyrn­ ingar­freist í málum um  kyns­ligan  ágang, krev­ur polit­iska við­gerð, áðrenn nøk­ur broyting verð­ur framd. Rættarstøðan í Før­oy­ um í dag er, at fyrningar­ freistin fyri mál, sum snúgva seg um samlegu ella annað kynsligt sam­ band við barn undir 15 ár, er 10 ár frá tí degi, at barn­ ið fyllir 18 ár. Um talan er um grovar umstøður, ella um barnið er undir 12 ár, er fyrningarfreistin 15 ár frá tí degi, barnið fyllir 18 ár. Tað vil siga, at fyrn­ingar­ freistin í minsta lagi er 10 ár og í mesta lagi 33 ár, alt eftir, nær lógarbrotið er framt. Í viðmerkingunum til heildar­ætlanina skrivar ar­beiðsbólkurin, at hesar fyrningarfreistirnar eru millum tær longstu í rættar­lógini. Arbeiðs­bólk­ urin nevnir fleiri orsøkir til, at ein fyrningarfreist finst fyri øll revsimál. Fyrst verður nevndur rættar­ trygd­in hjá tí ákærda og hans­ara møguleiki at verja seg. Próvtilfar broytist við tíð­ini og minni hjá fólki broyt­ist eisini, sum tíðin líður. Hetta kann gera tað trupult hjá tí ákærda at verja seg, skrivar arbeiðs­ bólk­urin. Harnæst nevnir ar­beiðs­bólkurin, at fyri­ byrgj­andi endamálið við revsing mink­ar við tíðini. Arbeiðsbólkurin vísir eis­ini á, at tað er torførari at kanna gomul mál enn nýggj mál. Tískil kann hugs­ast at gomul mál taka orku frá nýggjum málum, har størri møguleiki er at fáa ein dóm. Hesi uppfatan stuðl­ar fútin eisini í síni við­talu við arbeiðsbólkin. Fútin metir hetta vera sera óheppið fyri órættaða/u, sum kann fáa kensluna av, at rættar­skipanin ikki trýr upp á viðkomandi. Arbeiðsbólkurin heldur, at tað er politiska skipanin, sum skal taka støðu til, um fyrningarfreistin skal av­ takast fyri siðamisbrot. danjal@sosialurin.fo Fyrningarfreistirnar politiskt mál Annika Olsen ætlar at leggja heildarætlanina um kynsligan ágang fyri Løgtingið til aðalorðaskifti í vár Aðalorðaskifti í vár Løgreglan sigur, at millum 50 og 60 mál um  kynsligan  ágang verða meldaði um árið. Løgreglan sigur, at mill­um 50 og 60 mál um  kynsligan  ágang verða meldaði um árið. Í 2014 vóru 52 mál um­kyns­ ligan  ágang meldað til løg­regl­una, og var talan um ymisk mál, frá blygn­ aðar­skemd til framda samlegu. Løg­reglan sigur, at talan var um ágang bæði á børn og vaksin. Eins og í granna­lond­ unum, so er vanligt at rokna við, at einans ein brøk­partur av tilburð­ unum verða meldaðir, og at stór myrkatøl gera seg gald­andi á økinum. Løg­ reglan minnir á, at fleiri av teimum, sum verða meldað, hava gjørt seg inn á fleiri fólk, og tí skal talið av meldaðum mál­ um fleirfaldast, til tess at meta um, hvussu nógv í veru­leikanum eru fyri kyns­ligum ágangi. Eingi almenn tøl eru fyri, hvussu mang­ar frá­ boð­anir eru um  kyns­ ligan  ágang, men felags­ skap­urin KRIS sigur, at tey fáa vanliga um 50 áheit­anir um árið, tó at tey higartil í ár longu hava fingið fleiri áheitanir um hjálp enn tað. 52 fráboðanir um kynsligan ágang í fjør