Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35 10 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mortan Østerø Tað hevur verið mikið rok um talgildu tænastuna frá NemID seinastu tíð­ina. Fe­ lag­ið Føroyskir Peninga­ stovn­ar hevur ført fram, at teirra fremsta áhugamál er at veita sínum kundum eina trygga KT-loysn, og for­maðurin fyri felagið og banka­stjóri fyri BankNordik, Janus Petersen, heldur ikki, at bankar kundu síggjast sum KT-menningarfeløg. – Vit eru ikki ein KT- menn­ingarfyritøka, men ein fyri­tøka, ið keypir KT-loysnir, segði Janus Petersen við Kring­varpið leygardagin. Hetta hevur tó ikki siss­ að almenningin ella politik­ ararnar, og enntá Fíggjar­ mála­ráð­harrin, Jørg­en Nicla­sen, hevur ført iva­mál fram um NemID skip­an­ina, eftir at hann fekk fyri­spurn­ ing frá formanninum í Tjóð­ veldi, Høgna Hoydal. – Tað er harmiligt, at bank­ arnir flyta KT-virk­semi av landinum, og at vit í Føroyum missa vitan og arbeiðspláss, segði Fíggjarmálaráðharrin millum annað í sínum svari, sum ikki helt, at Føroyar áttu at lata seg kroysta til at seta eina danska skipan í verk í Føroyum. Fólksligt fokus skump­ ar undir støðutakan Eftir at kjakið viðvíkjandi NemID varð hýst í fjølmiðl­ un­um, tykist málið eisini havt nortið eina fólksliga nervu. Sjónarmið hava ver­ ið flutt fram um, at loysn­in verður bókstavliga kroyst yvir brúkararnar – tá ið tey rita inn í talgildu banka­ tæn­astuna, verða tey spurd, hvørt tey samtykkja NemID loysnina. Framvegis ber til at bera seg undan, men í summar fangar borði, tá ið NemID skipanin endaliga verð­ur sett í verk, uttan møgu­leika fyri brúkararnar at siga nei. Brúkarin er sostatt í ávís­ an tikin av ræði í mun til hvørt hann tekur undir við NemID loysnini ella ikki. Tað hevur millum annað ført við sær stovnan av mót­mælis­síðuni »Eg vil ikki brúka NEMID til net­bankan« á Facebook. Hóast síðan ikki varð stovnað fyrr enn fríggja­náttina 20. mars, eru longu fleiri enn 1.500 fólk, ið hava »dám­að« síðuna, undir ein­føldu og greiðu yvir­lýs­ ing­ini »Føroyskir bank­ar gev­ ið gætur – vit vilja ikki hava NEMID«. Drúgt umrødd mál við fólksligari mótstøðu, kunnu – um nakað – skumpa undir politikkarar at taka støðu til máli í einum valári. Tað tykist eisini verða greiða støðan av løgtingsins røðarapalli, har sjónarmiðini sáddu iva um hvørt tað var rætt at flyta møgulig vitanarstørv av landinum, umframt, at við­kvæmir upplýsingar hjá borg­arunum verða fluttir av landinum at umsita. Tá ið slíkur stormur herjar á ætl­anirnar hjá bankunum, er neyðugt við fyrivarnum, og í vikuni vórðu politisku um­boðini boðin til fund við Felagið Føroyskir Pen­inga­ stovar. – Jú, tað kann væl sigast verða lobbyvirksemi frá bankans síðu, men hetta er ikki óvanligt í føroyskum politikki. Fyri tí, at vit fara á fund við bankarnar, merkir tað ikki, at vit verða kroyst til at endurskoða okkara støðu til NemID, og tað er eing­in orsøk hjá veljarunum at vænta, at teirra áhugamál víkja fyri teimum hjá bank­ un­um á slíkum fundum. Vit halda framvegis ikki, at NemID er rætta loysnin, og vilja heita á bankarnar um at finna eina føroyska loysn, sigur Høgni Hoydal, for­ maður í Tjóðveldi, sum fyri sættu ferð síðani 2004 legði uppskot fyri Løgtingið um at føroyskar KT-skipanir skuldu gerast og nýtast í Føroyum. Tykist kroyst yvir brúkaran Sambært spurnakanning, sum Spyr.fo hevur gjørt fyri Miðlahúsið, eru ikki færri enn 53 prosent av teimum spurdu, ið ikki taka undir við ætlanini hjá bankunum at seta NemID skipanina í verk í Føroyum, meðan einans 23 prosent siga seg taka undir ætlanini, og 25 prosent vita ikki. Verður hinvegin spurt, hvørt tey somu fara at seta flugubein við NemID inni á netbankanum er støðan ein onnur. Meirlutin – 40 prosent – siga ja, 31 prosent nei og 30 prosent siga seg ikki vita. Tey sjálvsøgdu fyrivarnini eru, at einans 200 fólk hava svarað í kanningini, men hinvegin eru tey tilvildarliga vald úr øllum landinum og eftir ymiskum aldri til tess at tryggja fjøl­ broytta fólkasamanseting í svar­inum. Tað kann tulkast á tveir hættir. Antin mótmæla flestu fólkini avgerðina um at seta NemID skipanina í verk, men eru ikki nóg ill um málið, at tey beinleiðis fara at frásiga sær møguleikan at nýta net­ bankan fyri at tvíhalda um síni mótmæli. Ella, tey eru ógvu­liga ørg um avgerðina at seta NemID í verk í Føroyum, men somikið bundin av net­ bankatænastunum, at tey – í móti egnum vilja – verða noydd at taka undir við treyt­unum hjá føroyska banka­kerv­inum. Fyri Ein talgilding av Føroyum hevur verið ávegis leingi. Bankarnir vilja ikki bíða longur, og meta seg ikki eiga ein leiklut sum KT-menningarfelag, men heldur keypari av tryggum KT- loysnum. NemID er trygg »tvey-stigs log-in« loysn í eygunum á bankunum. Loysnin er tøk beint nú, og sostatt skjótari og bíligari at seta í verk enn ein føroysk loysn. NemID Talgild innritan til netbankan. Rita verður fyrst inn við brúkara­ nummari og loyniorði. Síðani verður skal lyklakort nýtast til næsta log-on stigi. 9 av 10 dønum hava NemID. Føroyskir kundar skulu samtykkja tænastuna innan 11. mai. 10. juni verður NemID virkin í Føroyum. Móti Ein føroysk KT-loysn hevði møguliga skapt føroysk KT- arbeiðspláss. Funkurnar er beinleiðis rættaðar føroyskum tørvum, um tað er egin KT- loysn. Viðkvæmir persónsupplýsingar verða fluttir av landinum at umsita. Upplýsingarnir kunnu handfarast eftir aðrari lóggávu enn føroyskari. Einans 23 prosent taka undir við NemID nemid Sambært nýggjastu kanningini, ið Spyr.fo hevur gjørt fyri Miðlahúsið, taka einans 23% undir við avgerðini hjá føroysku bankunum at taka NemID skipanina í nýtslu.