týsdagur 24. mars 2015síða 18
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 25. mars 2015 · Nr. 35
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Tøkk
Hjartans tøkk til tykkum øll,
sum gjørdu diamantbrúdleypsdagin
og 80 ára føðingardagin so hugnaligan
og ógloymandi.
Takk fyri gávur, blómur og heilsanir.
Takk fyri góðar talur og góðar
framførslur av sangum.
Við Guds signing
kærar heilsanir
Hansy og Franklin Michaelsen
nøvn
Hvør skuldi trú, at unglingin
Manni, sum er doyptur Jóhan
Magnus Waag Høgnesen eftir
abba okkara í faðirætt, longu
er sekstifimm ár.
At hann er doyptur Jóhan
Magnus er ein søga fyri seg.
Abbi okkara doyði 26. mars
1930 við Ernestinu, also vóru
júst 20 ár í millum, at abbi
doyði og at Manni varð fødd
ur.
Manni er elstur av okkum
fimm brøðrum. Hann gekk
í barnaskúla á Ziskatrøð, og
síðani fór hann í skrivstovu
læru hjá ommubeiggja á
Føroya Bjór. Men ikki kann
sigast, at hann hevur slitið
nógvar skrivstovustólar í
sínum langa lívi.
Í tíðini á Føroya Bjór kom
hann í samband við sera nógv
fólk, bæði í Klaksvík og úti á
bygd, tí allir handlarnir, sum
Føroya Bjór seldi til, høvdu
samskifti við skrivstovuna
av og á, og har sat Manni.
Tað er einki at taka seg aftur
í, at Manni er ávirkaður av
tíðini á Føroya Bjór, tí mong
av teimum sambondunum,
hann hevur í dag, fekk hann,
tá ið hann starvaðist har.
Á ungum árum, ja langt
áðrenn hann fór í læru,
fekk hann áhuga fyri bilum.
Tað mundi vera pápabeiggi
okkara Hjørleif, sum íbirti
tann áhugan. Hjørleif, sum
tá hevði hýruvognsstøð, átti
tá einsamallur heilt upp
í 12 persónbilar og bussar
samstundis. Satt at siga er
tað fyrsta eg minnist um
Manna, at hann átti nógvar
smáar bilar, sum vit spældu
við á gólvinum; tá var eg
fýra ár og hann fjúrtan, ja, tá
spældi Manni framvegis við
bilar, meðan aðrir javnaldrar
koyrdu knallert. Skoytast
kann uppí her, at hann enn
samlar uppá teir smáu bilar
nar og eigur í dag fleiri enn
hundrað. Hesin eldhugin fyri
bilum hevur fylgt Manna;
hvør minnist ikki greina
røðina um gamlar bilar og
bilstøðir í Norðlysinum, sum
Manni hevði fyri nøkrum
árum síðan – fólk tosa um
hana enn. Er bilur á mynd á
Facebook, so er tað skjótt og
væl at hann hevur tíðarfest
hana.
Fyri Manni hevur hetta
verið einastandandi. Hann
var nógv á Vágsheygnum,
har Hjørleif hevði sína hýru
vognsstøð. Hann vaskaði
bilarnar, og við hesum for
vann hann sær nøkur oyru
frá Hjørleifi. Við tíðini gjørd
ist bilurin hansara arbeiðs
pláss. Hann fór nú eisini at
koyra hýruvogn hjá Hjørleifi
og gekk við lív og sál upp í
útsjónd á bilinum. Seinni
fekk hann sær egnan hýru
vogn, og ikki kann sigast
annað enn, at ungdómurin
í Klaksvík, sum hevði áhuga
fyri bilum, mangan tosaði
um bilarnar hjá Manna,
hvussu reinir flottir teir vóru
og hartil pyntaðir við alskyns
listum og øðrum við. Hann
hevur ikki bara koyrt egnan
bil. Eitt skifti starvaðist hann
á Strandferðsluni í Klaks
vík, har hann fyri tað mesta
koyrdi bil.
Í 1978 setti hann enn
eitt klípi í sína bilsøgu, tí tá
fór hann til Danmarkar at
nema sær útbúgving sum
koyrilærari, sjálvandi var
ávirkaður av faðiri okkara,
sum var koyrilærari alt sítt
lív. Tá ið hann kom aftur eftir
lokna útbúgvin, stovnaði
hann sær egnan koyriskúla,
og honum so líkt, so gekk
hann sera høgt uppí tað
starvið. Hann hevði altíð úr
at gera, og koyrdi til fyri heilt
fáum árum síðani.
Herfyri varð Manni heiðr
aður fyri at hava verið 30 ár í
Klaksvíkar Sløkkiliði.
Tú skal leita leingi eftir
fólki, sum eru so nærløgd
sum Manni. Tað, ið hann
gongur uppí, er hundrað
prosent. Innan ítrótt hevur
hann verið KÍ ein hollur
stuðul. Eg havi ikki orð fyri,
hvussu nógva tíð hann hevur
nýtt til lokala felagið. Alt
frá at verða venjari í lægri
deildunum og hægstu við
hevur felagið biðið hann veitt
eina tænastu. Enn tann dag
í dag fylgir væl við, hvussu
gongur hjá dreingjunum,
sum hann vandi í 90’unum
– millum teirra teljast navn
framir menn sum t.d. Todi
Jónsson, Jákup Mikkelsen,
Eyðun Klakkstein og Aksel
Johannesen.
Tað kundi verið ein long
søga um hansara tíð sum
aktivur leikari í KÍ, men
tað verður at liggja hesa
ferð. Hann var á tí kenda
‘66-liðnum, og haðani eru ikki
so fáar søgur, sum hann veit
at siga frá. Tá ið KÍ spælir á
Djúpumýru, stendur hann
trúliga við síðulinjuna hvønn
dyst í neonlittum jakka sum
vaktur fyri felagið. Tað eru
slík fólk, eitt felag eigur at
hjúkla um.
Tað ið sonurin, Jóhan fór
at vísa góðar fótbóltstaktir
á vøllinum og byrjaði at tosa
um at fara á ein fótbólts
skúla í Danmark, var ikki
langt frá hugsan til handling
hjá Manna. Aftur her gekk
Manni hundrað prosent í
uppgávuna og flutti til Dan
markar við soninum fyri
at stuðla honum í sínum
dreymi. Framanundan búði
dóttirin Lina í Vejle, hagar
tey fluttu.
Manni er nú byrjaður at
rykkja pelarnar í Danmark
uppaftur, tí nú liggur leiðin
aftur til Føroya at búgva og
arbeiða. Føðingardagsbarnið
er í Danmark føðingardagin.
Manni, hjartaliga til lukku
við degnum!
Birgir
Í morgin fyllir
Manni Waag Høgnesen
sekstifimm ár
Myndin er tikin í samband við 90 ára føðingardagin
hjá Lydiu Christiansen í var hildið á ellisheiminum í
Runavík, tann 06.09.14, Vit vilja vegna Lydiu takka fyri
ein sera góðan dag saman við familju, kenningum og
teimum í mintust Lydiu tann dagin
Fimm ættarlið
av Skála
Lydia Christiansen, fødd 1924 , Hansa Christiansen,
fødd 1954, Sóleyð Christiansen, fødd 1976, Maria
karstensdóttir, fødd 1995, og Barbara Gaardbo, fødd 2013