Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 44
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 44

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 13 • 23. mars 2015 4 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað Skráin fyri Ársins Søludag Aftur í ár verður Ársins Søludagur og verður hesin dagur hósdagin 9. apríl. Fyrireikarnir siga, at hesin dagur er ætlaður teimum, sum ynskja at menna og styrkja seg sum sølufólk og sum ynskja at fáa betri førleika og meira vitan, innan hetta fak. Skráin fyri dagin er spennandi og fjøltáttað. Millum teir útlendsku gestirnar verða Anna Thygesen, (myndin) sum er serfrøðingur tá tað kemur til kvinnur og sølu. Es­ kild Ebbesen, sum mest vinnandi ítróttarfólk í danska ríkinum, tá talan er um OL, HM og EM, fer at hava ein fyri­lestur sum hann kallar »Tænk som en vinder – i salget«. Jens Poul­sen, sum eftir hondini hevur ar­beitt við fleiri stórum før­ oysk­um fyri­tøkum, kemur á Sølu­ deg­num at geva áhoyr­arunum, nøk­ur kon­kret sølu­am­boð.  Teir før­oysku fyri­lestra­hald­ararnir eru, Sam Jacob­sen, sum fer at hava ein fyri­lestur sum hann nevnir »Góð tænasta selur« og Niclas Heri Jákupsson kemur at hava ein nýggjan og undirhaldandi fyri­lest­ur um at tora at selja. Hesin fyri­lestur hevur fingið navnið: »Vilt tú vera eitt seyðarhøvd ella ein veðrag­ jólingur«. Umframt hes­ar fyri­ lestra­haldarar, so verður eisini ein bein­leiðis samrøða gjørd við Heina Zacharias­sen úr San Fran­cisico. Heini kemur at svara spurn­ingum um sølu og marknaðar­før­ing av Vivino. Fyrireikanir siga, at hetta til­ takið er ætlað at seta fokus á sølu og at menna og styrkja føroysku søluliðini. Les meira um Ársins Søludag 2015 á www.soludagur. com Flætting av Y-stólum hjá Idé Møblum H ósdagin 26. og fríggjadagin 27. mars verður ein flættari frá Carl Hansen & Søn í handlinum hjá Ide Møblum, ið flættar 6 Y-stólar, har hvør stólur verður seldur fyri hægsta boð yvir 1.500 krónur. Y-Stólurin er designaður av Hans J. Wegner til Carl Hansen & Søn í 1949, tá samstarvið teirra millum byrj­aði. Árið eftir byrjaði framleiðslan av Y-stól­in­um, sum hevur verið í fram­ leiðslu líka síðan – í tilsamans 65 ár. Y-stólurin er gjørdur til vælveru, ti­ lfarið og kvaliteturin saman við hand­ verk­inum ger at Y-stólurin heldur í fleiri generatiónir. Carl Hansen & Søn er ein donsk møblaverksmiðja, sum varð stovn­ að í 1908. Carl Hansen & Søn er ein av elstu framleiðarum av kvali­tets­ møbl­um í Danmarks og heim­sins størsti framleiðari av møbl­um, sum eru designaðir av danska møbla­arki­ tektinum Hans J. Wegner, sum var ein av kendastu designarunum í 20. øld. Hann hevur designað meira enn 500 ymiskar stólar. Wegner varð m.a. kosin heiðursdoktari við Royal College of Art í 1997. S ølan av hybridbilum í Danmark økist sum ongantíð áður. So­ statt endaði hybridsølan í Danmark í 2014 á methøgum 1.435 hybridbilum, og talið av hybridbilum á donsku vegunum hevur aldri verið hægri. Tað er ikki bert í Danmark at Toyota eigur nærum allan hybrid­ marknaðin. Toyota rundaði í ok­ tober í fjør í heimshøpi 7 mió. seld­ar hybridbilar síðani fyrsti hóp­fram­ leiddi hybridbilurin Prius kom á marknaðin í 1997. Nú 18 ár seinni marknaðarførir Toyota um allan heimin 27 ymiskar hybridbilar og ein plug-in hybridbil. Í Danmark standa fimm ymisk hybridsnið á sølulistanum við Yaris sum tí mest selda. Í 2014 vórðu yvir 800 Yaris Hybrid skrásettir, sum triðja árið á rað kann kalla seg best umtókta hybridbil í Danmark. Næst­ mest seldi hybridbilur í Danmark í fjør gjørdist Toyota Ayris Hybrid við knapt 500 seldum útgávum. Tað er í størstan mun privat­ persónar, ið koyra hybridbil, men eisini eitt økt tal av virkjum og serliga kommunur hava av álvara fingið smakk fyri nógvu fyri­ mununum við hybrid­ bilum. Hybridbilarnir selja sum aldri áður Skemt Hvat sigur ein havnarmaður, tá ljósið fer? Hann spyr: »Hvar fór tað hen?« Kelda: Reyni Service