Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 50
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 50

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 13 • 23. mars 2015 10 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað myndasavnið úr savninum hesa vikua Terji Nielsen Úr myndasavninum hesa vikuna hava vit funnið eina mynd av Niels Arge Galan og tveimum øðrum av limunum í bólkinum Mold, Kristin Nolsøe Bech og Una Árting. Myndin er tikin í januar mánað í 1996. Vit hava hitt Niels Arge Galan til eitt prát um hesa tíðina og um tónleikalív hansara sum heild. Margarinfabrikkin var stórt framstig – Handan myndin er tikin inni í venj­ ingarhølunum hjá okkum á ovastu hædd í Margarinfabrikkini. Tað var eitt stórt framstig fyri okkum, at vit fingu hesi venjingarhølir, so vit fingu líkinda umstøður at venja í, greiðir Niels Arge Galan frá. Hann sigur, at eitt stórt fram­brot fyri føroyskan rokktónleik var, tá ið tá tá­verandi stjórin í Norður­landa­hús­ inum, Peter Turtschaninoff, í 1993 tók stig til at skipa fyri einari kon­sert, sum kallaðist Rock Nátt í Norður­ landa­húsinum. – Hann var øgiliga góður við tón­ leika­lívið í Føroyum. Hetta var fyrsta rokkkonsertin í Norðurlandahúsinum, og tað var rættiliga slóðbrótandi, tí tað var ein stórur pallur við stór­ um anleggi og ikki tær vanligu um­ støðurnar, ið annars vóru til konsertir av hesum slag. Tað var heldur ikki frítt, at nógv fólk vóru eitt sindur ivasom, at man skipaði fyri slíkum konsertum í Norður­landahúsinum, minnist Niels Arge Galan aftur á. Hann greiðir frá, at konsertin var samstundis eitt tiltak, har man varp­ aði ljós á tørvin á venjingarhølum til tónleikabólkar í Føroyum. – Tað endaði so við, at ovasta hæddin á Margarinfabrikkini bleiv sett av til veningarhølir til tónleikabólkar, og vit leigaðu so eitt av rúmunum har, sigur Niels Arge Galan. Fluttu úr garasjuni Um hetta mundi vandi Mold annars fyri tað mesta í garasjuni hjá mammu Niels við Tinghúsvegin í Havn. – Vit vandu ofta í kjallaranum hjá onkrum av foreldrunum, men sum oftast var tað í garasjuni hjá mammu míni. Hon stóð leys frá húsunum, so tað ávirkaði ikki húsfólkið á sama hátt sum hjá øðrum. Men hon ikki bjálvað, og tað var ofta rætti­liga kalt inni í gararsjuni. Eg minn­ist eis­ini, at tað var ikki gott fyri út­gerð­ina, tí gittar­streingir rustaðu, og trumm­ irnar irraðu. So fyri okk­um var tað eitt risa fram­stig at sleppa at venja undir skip­aðum viður­skiftum í Margarin­ fabrikkini, har myndini er tikin, sigur hann. Byrjaði í Oblivion Fyrsti bólkur, sum Niels Arge Galan annars var limur í, var ein bólkur, sum nevndist Oblivion. – Tað var fyrsti death metal bólkur í Føroyum. Vit vóru bara eini 13-14 ára gamlir. Seinasta tiltakið, ið vit spældu til, var eitt tiltak, sum nevndist Tung­málm, og sum var í høllini á Hálsi. Kvøldið eftir spældi Mold sína fyrstu konsert í Sjónleikarahúsinum. Umframt meg sjálvan var Uni Árting eisini við í báðum hesum bólkunum, greiðir Niels Arge Galan frá. Mold var eisini bólkurin, sum gjørdi Niels Arge Galan og fleiri av hansara vinmonnum til kend andlit í føroyska tónleikaumhvørvinum. – Vit vóru upprunaliga seks limir í Mold. Tað vóru umframt meg sjálvan Uni Árting, Niclas Thorsteinsson, Kristin Nolsøe Bech, Erling Dalsgarð og Gudmund Helmsdal Nielsen. Seinni fóru Kristin og Erling úr, og Mikael Blak kom við, greiðir Niels Arge Galan frá og minnist aftur á eina hending, tá ið Mikael Blak fyrstu ferð var við í bólkinum. – Vit tóku upp í bygdarhúsinum Sólarmagn á Velbastað. Vit stóðu knappliga í neyð og manglaðu bassist. So vit togaðu Mikael til Velbastaðar, hóast hann var fult upptikin av skúl­ anum. Hann gekk í Hoydølum og skuldi til próvtøku, og hann manglaði at skriva fleiri stílar, sum hann skuldi avlevera fyri ikki at blíva tveittur úr skúlanum. So Kristin og Gudmund settu seg at skriva stílar fyri Mikael, meðan hann tók upp, minnist Niels Arge Galan. Mold fór í tvey Hóast einki hevur verið at hoyrt til Mold í mong, mong ár, so er tað ikki tí, at bólkurin er blivin upploystur. – Vit steðgaðu bara. Bólkurin fór í veruleikanum í tvey, har vit vóru tríggir, sum koyrdu víðari í 200, meðan hinir gjørdu ein country-bólk. Men vit høvdu havt 200 sum eitt síðuprojekt, meðan vit spældu í Mold, so 200 byrjaði, áðrenn Mold steðgaði, greiðir Niels Arge Galan frá. Hann sigur, at hóast 200 nú hevur verið til í fleiri ár, so er tað nógv, sum er broytt. – Í dag er 200 bara virkið, tá ið vit eru í studio ella spæla konsertir. Men vit eru seriøsir, tá ið vit eru saman. Men tað er eisini stuttligt at uppliva, hvussu ymiska tilgongd, ið vit hava, tá ið vit eru samlaðir í dag. Uni og eg hava í veruleikanum frí, tá ið vit eru saman, meðan fyri Mikael, sum livir av tónleiki, er tað enn ein dagur á skrivstovuni. Tað merkist eisini, tí hann er nógv meiri professionellur og struktureraður enn vit, tá ið vit eru saman í studio til dømis, sigur Niels Arge Galan. Turtschaninoff slóðaði fyri rokkinum Í eini 25 ár hevur Niels Arge Galan verið partur av føroyska rokkpallinum. Hann minnist aftur á, hvussu táverandi stjórin í Norðurlandahúsinum, Peter Turtschaninoff úr Finnlandi, fyrst í nítiárunum var slóðbrótari fyri at geva rokktónleikinum rúmd at framføra og líkinda venjingarumstøður Niels Arge Galan Myndasavnið Framyvir fara vit her í Vikublaðnum regluliga at finna gamlar myndir fram úr myndagoymsluni hjá Sosialinum. Vit fara at hitta fólk, sum eru á myndunum og tosa um gomlu myndina. Niels Arge Galan hyggur eftir gomlu myndini av sær sjálvum og øðrum limum í bólkinum Mold. Ein mynd, sum vekir nógv minnir um eina tíð, har rokkurin veruliga vann seg fram í Føroyum Mynd: Álvur Haraldsen Tað eru sløk 20 ár síðani, at myndin av Niels Arge Galan og hinum í Mold bleiv tikin í venjingarhølunum í Margarinfabrikkini Savnsmynd: Sosialurin