Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 52
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 52

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 13 • 23. mars 2015 12 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað At hvørva sakna og ikki vita Í Føroyum vóru umleið 80 familjur, sum undir 2. heimsbardaga ikki vistu, nær, hvar og hvussu menn, páp­ar og synir fórust. Skipini, teir vóru við, hvurvu; ongin visti nakað frá teimum at siga. 6 milliónir jødar vórðu dripnir í sama tíðarskeiði. Av hesum er lagn­an hjá 1.5 milliónum ókend. Av­varð­andi teirra hava ongantíð fingið at vita, nær, hvar og hvussu tey hvurvu. Framvegis hvørva fólk. Elsa og Róland í Skorini hug­ leiða um hugtøkini »at hvørva, sakna og ikki vita« í sambandi við, at 70 ár eru liðin, síðan 2. heim­bar­ dagi endaðí. Árni Dahl hugleiðir Týsdagin 24. mars kl. 15.00 hug­ leiðir Árni Dahl um V.U. Hammers­ haimb, ið samband við at altjóða mál­dagur verður 25. mars. – Miðlahúsið fær rættiliga nógvar fyrispurningar á teldupostum dagliga, og fólk velja eisini av og á at fáa fatur á sølufólkunum á facebook. Vit hava nú gjørt tað møgu­ligt hjá lýsarum at seta seg í samband við lýsingarfólkini aftan fyri in.fo beinleiðis, sigur Birgir Waag Høgnesen, sølu-og marknaðarleiðari í Miðlahúsinum In.fo við nýggjari tænastu til lýsarar Vilmund Jacobsen K appingin um lýsararnar er mang­ an hørð. Hetta krevur, at virkis­ fýsni er í hásæti. Tí er mann­ingin aftan fyri in.fo eisini til reiðar at flyta seg fyri at fáa so skjótt sam­skifti við kundarnar sum møguligt. Tað sigur sølu-og marknaðar­ leið­arin í Miðlahúsinum, Birgir Waag Høgnesen. Hann vísir á, at alt samskifti nú á døgum gongur sera skjótt, og hetta merkist hvønn dag. Tí ræður eisini um at fylgja væl við.  – Vit hava nú gjørt tað møguligt hjá lýsarum at seta seg í samband við lýs­ingarfólkini aftan fyri in.fo - bein­ leiðis her og nú, sum sølu-og markn­ aðar­leiðarin tekur til. Beinleiðis kjatt Birgir W. Høgnesen sigur, at niðast í høgra horni á in.fo-síðuni er tað nú gjørt soleiðis, at lýsingaráhugað kunnu kjatta beinleiðis við seljararnar. – Við nýggju tænastuni er in.fo ein­asti tíðindaportalur, sum hevur eina slíka tænastu.   Sølu-og marknaðarleiðarin leggur aftrat, at Miðlahúsið fær rættiliga nógvar fyrispurningar á teldupostum dag­liga, og fólk velja eisini av og á at fáa fatur á sølufólkunum á facebook. – Men, við hesum  nýggja kjatt- møgu­leika eru lýsararnir komnir eitt fet tættari sølufólkunum í Miðla­hús­ inum. Skjótari samband Hann sigur, at hetta við skjótleikanum skilir Miðlahúsið sera væl, og tí hevur eisini verið umhugsað, hvør besti sam­ skiftismøguleikin er.  Birgir W. Høgnesen sigur, at nú verð­ur hetta roynt, og hann sigur seg vóna, at lýsarar fara at merkja, at soleiðis verður skjótari at fáa fatur á sølu­fólk­unum hjá in.fo. vilmund@sosialurin.fo Í sambandi við sólarmyrkingina í Føroyum 20. mars verður ein heilt ser­lig framsýning hjá donsku lista­ kvinnuni Ingrid Møller í Smiðjuni. Ingrid arbeiðir við ljósinum í tí at sólin fer niður ella kemur upp. Talan er um bæði dramatiskar og dragandi kon­trastir millum ljós og myrkur. Ingrid Møller er vorðin ein kend listakvinna í Føroyum, hon hevur sein­astu tjúgu árini havt fleiri fram­ sýningar her við sínum akryl- og vatn­lits­málningum. Framsýningin verður frá 19. - 23. mars. Opið er allar dagarnar frá kl. 12 til 18. Light Behind the Darkness í Smiðjuni – Við nýggja kjatt-møguleikanum á in.fo eru lýsararnir komnir eitt fet tættari sølufólkunum í Miðla­húsinum, sigur Birgir W. Høgnesen, sølu-og marknaðarleiðari. Mynd: Vilmund Jacobsen Skemt Ein ungur maður søkti starv sum tíðindamaður hjá einum kendum politikara. Stutt eftir, fekk hann bræv við aftursvari frá skriv­stovu politikarans: »Tygara umsókn er mest sum ov fylt av sjálvrósi, miss­kilj­ing­ um, hálvum sann­ leik­um og beinleiðis lygnum! Liggur fyri hjá tær at byrja mána­dagin?«