Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 54
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 54

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 13 • 23. mars 2015 14 Ókeypis lýsingarblað TEMA Tórshavn útjaðarin Góðar umstøður til øll trygdareftirlit HTH – eitt ár á baki við nýggja eigaranum H allið, ið var við eigaraskiftið, er nú vent, sigur Hannemia Breck­mann sum fyri einum ári síðan yvirtók felagið ið átti og rak HTH í Føroyum við stórum halli. »Eg var greið yvir hvat eg gekk við til og hvat arbeiði lá fyri framman, tá eg fekk í boði møguleikan at yvir­taka HTH umboðið í Føroyum og upp­ gávuna at fáa fyritøkuna upp á rætt kjøl. Hinvegin aftur er tað ikki ofta at ein fær ein slíkan møguleika sum hendan, so eg visti beinanvegin, at eg mátti siga ja til uppgávuna. HTH er jú eitt fantastiskt køksmerki. HTH »brandið« er risastórt, so tað kundi ikki vera rætt, at tað ikki bar til at fáa yvirskot í fyritøkuna, sigur Hannemia Breckmann í samrøðu við Vikublaðið. Tað er eingin loyna, at nógv upp­ ruddingararbeiði var fyrstu longu tíðina. Fyrst at fáa eitt neyvt innlit í støðuna, samstundis sum vit skuldu fáa nýggjar ordrar til felagið sum skjót­ast, og so at fáa allar verandi kunda­veitingar og økonomiskar av­ talur annars uppá pláss. Tað er altíð ein fíggjarlig óvissa og váði tengdur at eini yvirtøku av einum felagi sum hesum. Tú yvirekur jú eitt felag við “høvd og gørnum”. Eisini serliga trupult er tað, tá tíðin ikki loyvir tær at lyfta hvønn stein, áðrenn tú játtar og undirskrivar avtaluna. Ein er ongantíð heilt vissur í, at okkurt óvæntað ikki kemur und­ an kavi frá áðrenn yvirtøkuna, sum ein sjálvur ikki kennir ella eigur lut í. Í hesum føri var tó talan um at yvir­ taka eitt ungt felag, so mett var ikki, at hetta fór at verða ein trupuleiki. Yvirtøkan skuldi ganga so stillisliga fyri seg sum til bar, soleiðis at ikki ov nógv “skvatl var í baljuni”. Tað hevur týdning fyri álitið úteftir, at so lítið rumbul er um fyritøkuna í einum eigaraskifti sum gjørligt. Jú minni órógv, jú betri fyri allar partar, sigur Hannemia víðari. – Í dag sær so út til, at harða ar­ beiðið hevur givið úrslit. Tað eydn­ aðist longu seinna hálvár í fjør at venda kósini, so skútan fleyt. Undir­ skot er ikki longur í fyritøkuni, og vit hava nógv at gera. Men tað er nú einaferð soleiðis, at arbeiðir tú hart, gert tingini rætt, hevur nøgdar kundar og heldur útreiðslunum niðri, so ber tað til, sigur Hannemia at enda við Vikublaðið. Gummibátatænastan, sum er ein av kendu fyritøkunum í høvuðsstaðnum, flutti í desember 2013 í nýggjan virkisbygning í Mykinesgøtu í Havnardali G ummibátatænastan var stovnað í seinnu helvt 80-unum av Jo­ han Gaard Joensen, sum tá hevði arbeitt við bjargingabátum hjá C.C. Johansen í mong ár. Johan byrjaði heima í húsum sín­ um í Vallalíð í 1974 við at gera trygd­ ar­eftirlit av bjargingabátum og aðrar upp­gávur fyri C.C. Johansen, sum tá umboðaði Viking bjargingabátar. Seinni yvirtók Johan sjálvur um­ boðið fyri Viking og stovnaði Gummi­ báta­tænastuna. Í 1994 flutti fyri­tøk­ an í egnan virkisbyning á Mannaskarði, sum er beint við PM Heilsøluna við Hoy­víks­vegin. Tá Johan andaðist í 1999 yvirtók sonurin Jan Gaard fyritøkuna, inntil 2008 tá Dánjal Jóhan Thomsen kom upp í og rak fyritøkuna saman við Jan. Seinni keypti Dánjal Jóhan helvt­ ina av fyritøkuni inntil í fjør tá tví­ bura­brøð­urnir Dánjal Jóhan og Jens Sofus Thomsen yvirtóku restina av fyritøkuni. Nýggi bygningurin í Mykinesgøtu, er 800 fermetrar harav 400 eru inn­ rættaðir. Í ovaru hæddini eru nøkur leigumál. Alt virksemið hjá Gummu­ bátatænastuni er í niðaru hæddini. Gummibátatænastan hev­ur øll árini umboðað Viking bjarginga­bát­ar umframt aðra trygdar- og bjarg­ingar­ útgerð sum t.d. bjargingar­vestar, neyð­rakettir, neyðbluss, eldsløkkjarar, brand­ávaringar, bjargingarvestar, bjarg­ingarkransar, flótidraktir, brand­ draktir og roykalarmar, og annað. Gummi­bátatænastan selur eisini Brende­rup viðfestisvognar. Størsti parturin av arbeiðnum í eini slíkari fyritøku er at hava tey lógar­ kravdu árligu trygdareftirlitini við allari trygdarútgerðini, so hon virkar, tá brúk er fyri henni. – Vit hava sera góðar umstøður og kunnu veita okkara kundum eina góða tænastu, sigur Dánjal Jóhan Thomsen stjóri í Gummibátatænastuni. Hannemia Breckmann eigur og rekur HTH í Føroyum