týsdagur 24. mars 2015síða 56
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 13 • 23. mars 2015
16
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Tórshavn útjaðarin
Onki stressar meg
Lýs teg sjálvan við
trimum orðum:
Smæðin, róligur, jaligur
Hvat merki er bilur tín?
Opel Astra Twinport
Hvat merki er telefon tín?
Catapillar
Hvør er tín besta
summarfrítíðaruppliving?
Á campingferð í Nyons í Dromeøkinum,
ið liggur Lítlu Alpunum í Frankaríki!
Hvat orð ella hvønn
setning nýtir tú oftast?
Tað man fara at ganga, ”digg in”
Hvørjum hyggur tú at
hjá hinum kyninum?
Heildini. Kroppur og sál skal hanga saman
Hvat ger teg í góðum lag?
Ein familjuútferð í føroysku náttúruni
ella hardcore túrur í náttúruni við
nógvum avbjóðingum. Brunch ein
leygarmorgun í Kaffihúsinum. Ein
rennitúrur, spøl ella ein klatritúrur. Tað
skal lítið til at gera meg í góðum lag.
Hvat stressar teg?
Onki
Hvør er tín yndisrættur?
Neytalundir, svampasós, rástokar
rótfruktir, eplamos
Hvat gleðir teg?
At arbeiði í upplivingarfyritøkuni
NAX gongur væl, og at NAX-
conceptið er í jaligari menning.
Hvat var seinasta ynskið,
sum tú fekst uppfylt?
At Studentaskúlin í Hoydølum ikki fer
út í Marknagil, men verður útbygdur í
Hoydølum. (kanska havið bara droymt)
Hvar arbeiðir tú?
Á Studentaskúlanum í Hoydølum, undirvísi
í søgu, ítrótti og eri lestrarvegleiðari.
Í samband við starvið, sum
lestrarvegleiðari, eri eg saman við flestu
av lestravegleiðarunum í holt við at taka
master í vegleiðing. Okkurt smáarbeiði
kemur útyvir skúlan, so sum frívilligt arbeiði
sum flogbóltsvenjari, fjallabjargari og sum
hjálpari innan styrkivenjing í hondbólti.
Síðstu árini havi eg eisini arbeitt í Coast
Zone, núverandi NAX , har hevur fokusið hjá
mær er á klatring, síðing, kajak, gongutúrar,
svimjing á sjónum, tað vil siga avviklan
og planlegging af tiltøkum hjá NAX.
Hví valdi tú at arbeiða
innan júst hesa
vinnu ella øki?
Tí vindurin førdi meg hagar
Hvør er stuttligasta
uppliving tín í starvinum?
Tá kyndilsstuðulsfólk runnu
kapp í svimjuføtrum
Hvørjum tónleiki lurtar tú eftir?
Øllum tónleiki, men beint nú, mest eftir
vísusangum (Ulf Lundell, Leonard Coven,
Johnny Cash), blues, klassiskum tónleiki
Hvat er besta
uppfinningin og hví?
Flogfarið - so tað ikki tekur so langa
tíð at koma til og úr Føroyum
Hvat er besta íløgan,
tú hevur gjørt?
Hús í miðbýnum í Tórshavn
við uppvaskimaskinu!
Hvat er títt besta
heimaráð?
Halt kroppin við líka, variera kostin.
Anda djúpt 10 ferðir, áðrenn tú
tekur eina og hvørja avgerð.
Hevur tú nakað húsdjór?
Nei
Hvat hevði tú gjørt, um
tú vann eina millión?
Minkað um skuldina - oyðslað 100.000
krónur og givið konuni restina.
Dugi ikki sjálvur við pengum
Hvat hevði tú gjørt, um tú
vann tíggju milliónir?
Aviklað alla skuld, hjálp børninum
fíggjarliga, fingið familjuni eina stóra
feriukontu. Keypt mær ein Landrover
Discovery og koyrt í hvønn krók í Europa
og Skandinavia. Keyp ein nýggjan RIB-bát
til NAX. Givið konuni restina at ráða yvir.
Hvat er best við
Føroyum og hví?
Veðrið - haldi ikki, at ein nakrastaðni
á jørðini kann blíva so glaður fyri
eina sólskynsløtu sum í Føroyum.
Hvar ert tú um 10 ár?
Har sum vindurin hevur ført meg.
Hans Mikkelsen
Tað skal
lítið til at
gera meg
í góðum
lag
Stólurin
í stólinum hesa vikua