týsdagur 24. mars 2015síða 58
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 13 • 23. mars 2015
18
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Tórshavn útjaðarin
Tórshavnar Maskinverk
staður er nú í Havnardali
Fleiri enn 100.000 sløg av vørum
Blika er ein handilsfyritøka við sera breiðum vøruúrvali. -Vit selja alt frá pappíri, vaskiútgerð,
skrivstovuútgerð, leikum, undirvísingartilfari og heilsurøktarvørum til innrætting av
stovnum, skúlum, serstovum og skrivstovum, sigur Eyðun Hansen stjóri í Blika
E
in av kendu handilsfyritøkunum
í Føroyum við stórum vøruúrvali
og væl útbygdari tænastu
er Blika. Fyritøkan varð stovnað
sum ein heilsøla í 1992 av Jákupi
Jacobsen og Beinir Kristiansen og
fekk navnið JB Trade.
Í 2002 skifti fyritøkan navn til
Blika. Frá byrjan av hevði fyritøk
an fleiri ymisk umboð upp á t.d.
vaskievni og pappír og aðrar nýtslu
vørur.
Vøruúrvalið hjá Blika er rættiliga
umfatandi. Fyritøkan selur innbúgv
og aðra útgerð til skúlar, arkitektar
og kommunur, sum verður nýtt
til t.d. innrætting av stovnum og
skrivstovum. Eisini útgerð og allar
nýtsluvørur til eldraøkið, sjúkrahús,
kommunulæknar, tannlæknar v.m.
Til barnaansingarøkið hevur Blika
eisini eina umfatandi vøruskrá.
Blika hevur, saman við góðum
veitarum, ment seg sera nógv innan
virkisreinføri,
reinføriseftirlit
og
vaskiskipanir og er í dag at rokna
sum ein av fremstu veitarum á hes
um øki.
Blika umboðar nógv kend merki
sum t.d. Katrin, Nilfisk, Abena,
Electrolux, Novadan, Kansas, Plum,
Kompan, Lekolar, AV Form, Creativ
Company, DIT International, Pro
Ren, Vikan, Holmris, Labofa, Lyreco
og Hejco – fyri bert at nevna nøkur
Blika umboðar eisini Berner, sum
er ein av størstu handilsfyritøkum í
Evropa við fleiri enn 5.000 søluráð
gevum í 20 londum, ið selja til bil
vinnuna, smiðjur og byggivinnuna.
Berner, sum hevur verið umboðað
í Føroyum í yvir 30 ár, er kent fyri
høga góðsku og kappingarførar
prísir.
– Blika umboðar langt yvir hundr
að túsund ymisk sløg av vørum. Vit
royna altíð at betra um tænastuna
til kundan, so hann fær røttu vøruna
á rætt stað til rætta tíð, sigur Eyðun
Hansen stjóri á Blika.
Tórshavnar Maskinverkstaður, sum síðan byrjan fyri 23 árum síðan hevur hildið til
niðri við havnarlagið, er nú fluttur út í Havnardal við øllum sínum virksemi
T
órshavnar
Maskinverkstaður
varð stovnaður í 1992. Tað
vóru teir tríggir Hannis Joensen,
Høgni Reinert og Kaj Olsen, sum allir
arbeiddu hjá P/F Wenzel Petersen,
tá tann fyritøkan læt aftur undir bú
skaparkreppuni fyrst í 90-unum, sum
stovnaðu fyritøkuna.
Verkstaðurin byrjaði í gamla verk
staðnum hjá Wenzel Petersen úti í
Bakka og var har til 2001, tá flutt var
í ein virkisbygning á Vestaru Bryggju.
Har hevur Tórshavnar Maskinverk
staður verið til í oktober 2014, tá
flutt varð út í Slættanesgøtu 9 í
Havnardali.
Tað mesta, sum manningin á
maskinverkstaðnum fæst við, er at
arbeiða umborð á skipum við maskin
um og øðrum mekaniskum útbúnaði. Á
landi verður arbeitt við øllum vanligum
sveisiarbeiði og smiðjuarbeiði, dreying,
fresing, industriportur, garasjuhurðar,
hydrauliskar lessirampur eins og at
sveisa rustfrítt og aluminium um
framt at útvega eykalutir til Alpha
Diesel maskinur. Verkstaðurin er
væl útgjørdur við øllum teimum am
boðum, sum skulu til fyri at gera allar
mekaniskar umvælingar og viðlíka
haldsarbeiði.
– Vit hava góðar umstøður og
bjóða okkum fram til at gera alt
mekaniskt maskinarbeiði bæði á
sjógvi og landi, sigur Hannis Joensen
stjóri í Tórshavnar Maskinverkstaði.
Hannis Joensen stjóri í Tórshavnar Maskinverkstaði
Borgarstjórin vitjar Tórshavnar Maskinverkstað