týsdagur 24. mars 2015síða 60
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 13 • 23. mars 2015
20
Ókeypis lýsingarblað
TEMA
Tórshavn útjaðarin
KJ – góð tænasta
og søla á Hjalla
K
J er ein av stóru fyritøkunum í
landinum við umleið 100 starvs
fólkum á Kambsdali og í høv
uðsstaðnum.
Síðan 2006 hevur KJ havt deild
í Havn, fyrst í Mykinesgøtu og nú í
stóra virkisbygninginum á Hjalla, har
KJ flutti inn fyri hálvum ári síðan.
Meðan KJ á Kambsdali fyrst og
fremst tekur sær av øllum sum hevur
við skip og bátar at gera taka tey
15 starvsfólkini á Hjalla sær av t.d.
trukkum, lyftum og øllum sløgum av
arbeiðsmaskinum.
Bygningurin á Hjalla er væl egnaður
til endamálið og umstøðurnar eru
sera góðar. Har er stórur verkstaður
við plássi til fleiri gravimaskinur og
trukkar. Talan er um ein væl útgjørdan
mekaniskan verkstað, sum tekur sær
av øllum umvælingum – stórum og
smáum.
Verkstaðurin er góðkendur til at
góðkenna arbeiðini eftir ásetingum
og krøvum hjá Arbeiðseftirlitinum.
Eisini er stór eykalutagoymsla við
øllum tí sum brúk er fyri til umvæling
arnar. KJ ger hydraulik slangur av øll
um sløgum og í øllum støddum, niplar
og alt tilhoyr er á goymslu.
KJ umboðar m.a. JCB og Hyundai
gravimaskinur, Linde trukkar og
Yamaha skutarar og off-roadarar.
Viggo Johannesen, sølustjóri hjá KJ,
sigur, at sølan av maskinum, trukkum
og øðrum arbeiðsamboðum gongur
væl og nógv er at gera á verkstaðnum.
– Vit taka okkum av øllum umvæl
ingum eisini av maskinum og trukkum,
sum vit ikki sjálvir umboða. Her eru øll
vælkomin, og vit leggja dent á góða
tænastu. Jan Brixen Sørensen er
deildarleiðari hjá KJ á Hjalla.
Jan Brixen Sørensen, deildarleiðari, og Viggo Johannesen, sølustjóri
Mynd: Álvur Haraldsen
KJ P/F
á Hjalla 33
188 Hoyvík
Tel. 407000
Kom og vitJa oKKum á hJalla
• Søla av entreprenørmaskinum og gaffiltrukkum
• Allar mekaniskar umvælingar
• Umvæling av gravimaskinum og trukkum
• Hydraulik slangur í øllum støddum
• Stór eykalutagoymsla
Eykalutir og tænasta av øllum merkjum
av maskinum og trukkum:
JCB, Hyundai, Linde, Caterpillar, Volvo, Hanix,
New-Holland, Case og Toyota v.m.....
Filtur til allar maskinur. Føroya størsta úrval
Góð tænasta – skjót avgreiðsla