Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-24, síða 76
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 24. mars 2015síða 76

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

vika 13 • 23. mars 2015 36 Miðlahúsið Ókeypis lýsingarblað E itt av nýggju matstøðuni í Havn er kafein No12 í Gundadali. Tá tú hugsar um stadionøkið, so er tað ítróttur og ítróttarfólk og alt rundan um tað, sum kemur tær fyrst til hugs. Og jú, No12 er eitt frálíkt stað hjá ítróttaráhugaðum at hitt­ast og hyggja at til dømis fótbólti á stór­ skíggja. Men No12 er meira enn tað. Tað halda vit tríggjar, sum fingu okkum eina máltíð har nú ein dagin. Bein­an­vegin tú kemur inn, leggur tú merki til, hvussu frískligt rúmið er. Høgt til loft­ið, glas­veggur eystureftir. Inn­búgv­ið einfalt og snøgt. Vegg­ir­ nar úr ráum betongi hevur Heið­rikur á Heyg­um skrýtt við litríkum, trí­dimen­ sio­nellum myndum. Vilt tú hava eina lætta og heilsu­ góða máltíð, er No12 rætta staðið: salat­barr, nýpressað frukt- og/ella grøn­metisdjús, súpan og sjálv­sagt okk­urt gott afturvið kaffinum omaná. Úrvalið í salatbarrin er fjølbroytt og leskiligt. Breyðið í tvíflísunum við ym­isk­um viðskera er broyskið og passaliga tunt. Afturvið salati og súp­ an vælsmakkandi grovbolli. No12 hevur skeinkiloyvi. Mánadag til hósdag opið frá 11 til 22, fríggjadag og leygardag frá 11 til 18 og sunnudag frá kl. 14 til 18. Møguliga verða upplatingar­tíð­ir­nar broyttar, sigur leiðarin, Annika Mou­ ritsen. Stadionøkið Nógv arbeiði hevur seinastu mánað­ irnar verið í Gundadali. Stásiligi bygn­ ingurin til skrivstovur og annað er um at vera liðugur. Hóast tað kann tykjast eitt sindur rokaligt í umráð­num, so nervar tað ikki atkomu­møguleikarnar til No12. Leiðarin í No12, Annika Mouritsen, í ferð við at gera mær glas við djúsinum »Green Kiss«. Í honum er spinat, súrepli, ingifer og lime. Hann smakkaði bara so væl. Eg fekk rættiligan íblástur og havi tikið mær gomlu djúspressuna framaftur Prísirnir eru sámuligir. Til dømis kosta salat og súpan 68 krónur Heilsugóð matskrá Lagt til rættis: Simona Weihe