týsdagur 24. mars 2015síða 78
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
vika 13 • 23. mars 2015
38
Miðlahúsið
Ókeypis lýsingarblað
Viðanes
Bedford
bilar í
Skálavík
við Óla Olsen
Í
1934 fór fyrsta skipið av bakka
stokki á Klaksvíkar sleipistøð. Tað
var Viðanes, sum Christian Holm
Jacobsen, umboðsmaður hjá Shell í
Føroyum, læt smíða. Farið hevði sum
skilst tangar at flyta olju, petroleum
og bensin, og tað tók eisini ferðafólk.
Viðanes var 49 føtur langt og 33
tons stórt, hevði runda hekku og var
smíðað úr eik og furu. Sum skilst gekk
Pól í Pálsstovu á odda at smíða skipið,
ið hevði 106 hesta motor av slagnum
avance. Esmar Fuglø fór at føra skipið
í innanoyggja sigling.
Seinni varð Viðanes umbygt til
fiskiskip og skifti eigara av og á. Í
1941 keyptu menn úr Rituvík bátin, í
1943 seldur teir hann til Leirvíkar, og
í 1952 varð Viðanes selt til Hvanna
sunds. Tíggju ár seinni, í 1962, varð
Viðanes selt Skála skipasmiðju, har
farið sum skilst legði beinini onku
staðni.
Mállæruliga er Viðarnes tað rætta,
men skipið var nú eina ferð skrásett
Viðanes. Vit hava mong dømi um
hetta fyribrigdið. Um áhugi skuldi
verið, so er frágreiðingin hon, at
hvørsfalsendingin: -ar verður stundum
ikki framborin, og stavsetingin fer av
kós.
Klaksvíkar sleipistøð fór at virka
í 1928. Menn fingu sær størri skip,
nú sluppirnar vóru heldur smáar at
fara til Grønlands, har fiskiskapurin
av álvara hevði tikið seg upp. Jógvan
Kjølbro og Dávur í Gerðum keyptu í
1926 skonnartina Ernestinu, men hon
var so stór, at hon kundi ikki takast
upp har norðuri. Teir keyptu so eina
sleipistøð úr Svøríki og løgdu hana
norðanvert Ravnagil í Klaksvík.
Klaksvíkar sleipistøð, ið hevði rav
magn, var í fleiri ár einasta sleipistøð
í landinum, sum kundi taka tær stóru
skonnartirnar upp. Petur Joensen í
Innistovu úr Vestmanna var bedings
meistari, og tá ið teir fóru at smíða
skip og útróðrarbátar, stóð hann við
endan. Ferjan Selurin var seinasta
deksfar, smíðað varð á Klaksvíkar
sleipistøð. Hon fór í 1960 at sigla
við fólki um vágna í Klaksvík, og tá ið
holini komu norður um fjall, fór hon
til Hvannasunds at sigla um sundið og
har á leið.
Í 1934 fór fyrsta skipið av bakkastokki á Klaksvíkar sleipistøð. Tað var Viðanes, sum
Christian Holm Jacobsen, umboðsmaður hjá Shell í Føroyum, læt smíða. Farið hevði sum
skilst tangar at flyta olju, petroleum og bensin, og tað tók eisini ferðafólk
Mynd: Conrad Joensen
Lesarar eru vælkomnir at senda okkum gamlar bilmyndir
saman við stuttum teksti og upplýsingum til:
maggi@sos.fo
M
yndin hesa vikuna er av Bed
ford bilum hjá Axel Dalsgaard
í Skálavík. Fyrsti bilurin er ein
Bedford, sum Steinbjørn Davidsen á
Sandi umbygdi til hálvan buss við last
aftanfyri. Tann næsti er ein Bedford
lastbilur sum varð keyptur frá P/f
Valdemar Lützen. Tann triði er ein
Bedford vøruvognur, sum eisini kundi
nýtast til persónbil. Hann hevði setur,
sum kundu leggjast niður í gólvið.
Bilarnir standa framman fyri bil
húsið. Menninir eru Palli og Axel Dals
gard. Bilarnir vórðu nýttir til post- og
ferðfólkaflutning í 40-unum og 50-
unum.
Tað var P/F Vilhelm Nielsen í Jónas
Broncksgøtu, sum umboðaði Bedford
í Føroyum.
Myndaeigari: Palli Dalsgaard.
SkipAsøga
bilasøga