hósdagur 26. mars 2015síða 19
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 27. mars 2015
sosialurin 36
19
Vit gleða okkum aftur í ár at taka ímóti nýggjum lesandi
á Fróðskaparsetrinum. Í 2015 verða 8 ymiskar
bachelorútbúgvingar bodnar út:
● Orkuverkfrøði
● Lærari
● Námsfrøði
● Sjúkrarøktarfrøði
● Sosialvísindi og samfelagsplanlegging
● Politikkur og umsiting
● Søga
● Føroyskt
Skapa teg
á Setrinum
Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 2 er 15. apríl 2015 á midnátt.
Umsóknarfreistin at søkja inn eftir kvotu 1 er 1. juli 2015 á midnátt.
Meira kunning um útbúgvingarnar, umsóknarblað
og leiðbeining, fæst á setur.fo
Falkavegur 6 · FO-100 Tórshavn · Tel. 34 46 00 · Fax. 34 46 01 · T-post: krosstein@krosstein.fo
www.krosstein.fo
Brennur tú fyri grønari orku og vil vera við til at geva
okkara kundum framúr tænastuna innan HVS, so hava vit
rætta starvið til tín.
Sum størsti HVS veitari í Føroyum kunnu vit bjóða tær eitt
sera mennandi og fjølbroytt starv innan:
• Orkusparandi loysnir
• HVS – skipanir
• Vatnveiting og kloakk
• Fjarhitaskipanir
• Ventilatión
Tín høvuðsuppgáva verður at ráðgeva og gera
tilboðsarbeiði. Tú kemur at arbeiða í tøttum samstarvi við
dugnaligum starvsfeløgum í einum mennandi umhvørvi.
Tað er ein fyrimunur, um tú hevur royndir at arbeiða við
Navision og/ella øðrum viðkomandi telduskipanum.
Løn og setanartreytir eru eftir nærri avtalu.
Um teg:
Tú ert útbúgvin HVS – tøkningur, rørleggjari ella hevur
aðra viðkomandi útbúgving. Tú hevur gjarna eisini drúgvar
royndir innan HVS – fakøkið. Tær dámar væl at arbeiða
sjálvstøðugt og veita eina góða tænastu til bæði kundar
og starvsfelagar.
Umsóknarfreist
Umsóknarfreistin til starvið er mikudagin 15. apríl
2015 kl. 12:00.
Starvið verður sett skjótast tilber. Vit bíða tó fegin um tú
ert rætti persónurin.
Fleiri upplýsingar kunnu fáast við at venda sær til Anniku
Krosstein, tlf. 344690, teldupostur annika@krosstein.fo.
Umsóknir við prógvum og C.V. skulu sendast til annika@
krosstein.fo ella:
P/f Svend Krosstein
Falkavegur 6
Postboks 3229
110 Tórshavn
Viðmerkt: Starvsumsókn
Um okkum
P/F Svend Krosstein er ein fyritøka í støðugari menning og við
okkara 18 dugnaligu starvsfólkum, bjóða vit skjóta og góða
tænastu til okkara viðskiftafólk um alt landið. Sum stórsti HVS handil
og heilsøla í landinum, veita vit tilfar, tænastur og ráðgeving innan
grøna orku, vatnveiting, hitaverk, sanitet og ventilatión. Harumframt
hava vit eitt stórt úrval av veiðireiðskapi til brúks á sjógvi og landi.
Tekniskur ráðgevi til P/F Svend Krosstein