hósdagur 26. mars 2015síða 26
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mentanarblaðið hjá Miðlahúsinum
3 • 27. mars 2015
Útgevari: Sosialurin Ritstjóri: Dorit Hansen Grafiskt snið og layout: Pætur Eyðunsson Jensen Umbróting: Sosialurin Forsíðumynd: Finnur Justinussen
Í februar var altjóða móðumáladagur, og hesa vikuna hava vit havt okkara egna
móðurmálsdag.
Tað er alt mikið gott.
Altjóða dagurin er ætlaður at varpa ljós á málsligt og mentanarligt fjølbroytni
og fleirmæli. Okkara egni skal varpa ljós á “tey viðurskifti, sum elvdu til, at vit
í dag hava eitt væl virkandi mál”, ella sum sagt var í oddagreinini í Sosialinum
seinasta vikuskiftið: Móðurmálsdagurin setir málrøkt í hásæti – og kann geva
okkum øllum, sum dagliga nýta málið í okkara starvi, íblástur og nakað at
stremba eftir.”
Gott og gott.
Torbjørn Olsen tosar í samrøðuni á s. 12-15 um handverkið, um at duga at
brúka pensilin og kenna strikur, litir, forgrund og dýpd. Tað er kanska tað sama
við móðurmálinum. At vit mugu duga handverkið og virða málið sum amboð,
sum samskiftispensil.
Hendan Mentan, sum tú situr við í hondini, snýr seg tó um alt annað enn
móðurmál. Hon snýr seg um málningalist, bókmentir, tónleik, leiklist, binding,
film og telduspøl. Tað seinasta, telduspølini, skalt tú kanska leita eitt sindur eftir
fyri at finna. Men tey eru har, tey eru sloppin inn í málsliga hitan.
Tí mál er ikki bara eitt samskiftisamboð, mál er eisini makt. Hvør sleppur til
orðanna. Hvør kann siga: eg eri á skrift, ergo eri eg til? Hvørjar søgur siga vit,
hvørjar gloyma vit, og hvørjar royna vit at kúga?
Knút Háberg Eysturstein skrivar á s. 20-21 um hugtøkini tilflytarar og
útisetar. Um valdið at velja orð. Birgir Kruse viðger á s. 8-9 fólkadjevlar, sum
verða skaptir við at snara orðum og søgum. Og á s. 18-19 ummælir Hanus Kamban
bókina Fólkini úti í Bø eftir Arnstein Niclasen, sum er um nøkur fólk, sum næstan
ikki vóru til, tí tey vóru ikki á skrift. Tað, sum ger hetta serliga hugtakandi, er,
at tey búðu so tætt at fólkum, sum vit øll kenna. Málið er makt og endurspeglar
makt.
Men málið eigur eisini at vera ein leitan eftir litum “sum kanska als ikki eru
har,” og veruleikum sum eingin kanska sær. Handverkið er neyðugt, málrøktin
hevur týdning. Men skal tað vera áhugavert, mugu vit brúka amboðið við
opinleika og kenslusemi. Og vit skulu tora at merkja okkara egna maktarloysi við
at fylgja listafólkum, sum fara heilt har út, sum orð ikki røkka.
“Hvat gera vit við tað, sum vit hvørki fáa tala ella tagt um? Tað sum vit ikki
kunnu tosa um, tí tað liggur uttan fyri mørk málsins, men heldur ikki kunnu tiga
við, tí tað troðkar seg fram? Vit skapa list. Tí listin er ikki eitt stað, har hugsanir,
sum heimspekingar, málfrøðingar og teologar longu hava hugsað, taka skap.
Listin er eitt stað við nýggjum týdningum, sum vit ikki sleppa at hugsa, fyrr enn
teir eru komnir í verðina sum list. (Søren Ulrik Thomsen í talu á Statens Museum
for Kunst í 2012)
ritstjóri
Dorit Hansen
móðurmyndamálamentan
Birgir Kruse:
Ræðslan fyri tí ókenda:
“Í okkara tíð er ræðsla altíð komin á fólk,
tá nýtt kynstur, ið skapar nýggjar mátar
at miðla og deila makt uppá, stingur seg
upp. Bara úr okkara tíð kunnu nevnast
teknirøðir, video, filmur og telduspøl.
Samtíðin hevur fatað hesar miðlar so
subversivar, at brúnasíðar nevndir mugu
setast at umsita viktorianskar lógir við
rætti at sensurera og krevja inn tálmandi
skattir og stuttleikagjøld.“
s8-9
Meinhard Jensen:
Eivørkonsert í Gøtu mitt í viku
“Eivør hevur nýggja fløgu úti, og hon
ferðast við nýggja tónleikinum í Evropa
fyri tíðina. Men kvøldið fyri hon fór
avstað, skuldi hon líka vísa okkum, hvat
hon hevur at seta á borðið. – Har vóru ein
ella tveir sangir úr hjallinum og kanska
ein úr boksini, men hitt var alt feskt.”
s4-5
Hanus Kamban um bókina
Fólkini úti í Bø eftir Arnstein Niclasen:
“Sum kveikt til lívs við Prosperos gandakelvi rísur eitt heilt univers upp úr
tøgnini, og lesarin hómar andlit, fólk, ættir, hendingar, úrmælingar, skemt, knoss.
Men eisini skarpar tvídráttir, sum varpa ljós á vandamál, sum okkara tjóð stendur
yvirav beint nú.”
s18-19
Knút Háberg Olsen: Útisetar og innflytarar
“Hann peikar á, at afrikanarar, arabarar og asiatar verða fataðir sum “innvandrarar”.
Evropearar kunnu tó ikki vera innvandrarar, tí ein og hvør borgari við uppruna í
vesturheiminum verður sæddur sum ein útiseti. Flestu hvítu fólk avnokta, at tey
njóta gott av einari slíkari rasistiskari skipan, og tað er einki løgið í tí. Koutonin
leggur tó afturat, at neyðugt er at varpa ljós á týdningin av at avtaka hesa avoldaðu
harrafólksligu hugsjónina.”
s20-21