Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Oddagrein Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mánadagur 30. mars 2015 · Nr. 37 mánadagsblaðið Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Tað verður tann nýggja samgongan, sum tekur við eftir løgitngsvalið í ár, sum fær uppgávuna at fáa rokni­stykkið at ganga upp: At fáa yvirskot á fíggjarlógina næsta ár. Tað er greitt, nú fíggjarkarmarnir fyri næsta ár vórðu lagdir fram leygardagin. Sambært hesum kørmum, sum landsstýrið leggur fram, so skulu vit hava yvirskot upp á 56 milliónir næsta ár, men loysnin upp á, hvussu vit fáa yvirskot, er ikki greið. Sambært uppskotinum, so eru tað nýskipanir av ymsum slag, sum skulu bjarga okkum fíggjarliga. Leingi umrødda fiskivinnu­ ný­skip­anin, sum sambært teim­ um flestu langt síðani er útsett til aftan á valið, skal bjarga fíggjar­ lóg­ini næsta ár, tí loysnin við fíggjar­kørmunum fer at geva lands­kassanum 95 milliónir meira í kassan frá fiskivinnuni. Tað er eyðvitað bæði rætt og tiltrongd, at nógv fleiri pengar koma inn frá ávísum pørtum av vinnuni. Men júst Fólkaflokkurin er eksponentur fyri, at gjøld ikki skulu leggjast á vinnuna. »Peng­ arnir hava tað best á privatum hondum«, plagar flokkurin at siga. Og júst skattanýskipanin, sum gav teimum ríku skattalætta, er eitt projekt hjá Fólkaflokkinum. Tí ljóðar tað beinleiðis bakvent, tá Fólkaflokkurin nú tosar um at taka meira inn frá vinnuni. Tað vóru røddir í samgonguni, sum fyri tíð síðani tosaðu um, at tey lágløntu eisini skuldu fáa skattalætta. Løgmaður sjálvur var ein teirra. Men tað vóru kortini ikki røddirnar, sum hava avgerandi orðið í samgonguni. Nú er greitt og endaliga staðfest, at hendan samgongan vil ikki geva lægru inntøkum skattalætta. Tað hevur samfelagið ikki ráð til, hóast tað hevði givið nógv fleiri pengar, tí nýtlsan hevði vaksið. Umframt fiskivinnu­ný­skip­an­ ina, sum skal bjarga lands­kassanum, so skal eisini ein heilsunýskipan gera heilsuverkið bíligari, og ein pensjónskipan gera tað bíligari at gjalda fólkum pensjón. Tað er alt annað enn álítis­ vekjandi, at orðið »nýskipan« er vorð­ið eitt gandaorð hjá sam­gong­ uni, sum skal bjarga øllum. Tá inntøkur eru fiktivar, og út­ reiðslur – so sum til dømis tær um­leið tvær milliardirnar til Skála­ fjarðar­tunnilin – eru krógv­aðar utt­ an fyri landsbúskapin, so vísir tað ikki álit. Vit sjálvandi ikki hópa upp eitt risastórt undirskot, tí skal javnvágin finnast. Tað ber til, hóast øll ikki eru samd. Men tann trupulleikan fær ein nýggj samgonga at greiða. Komandi samgongan má greiða stóra trupulleikan Nýskipanir eru sum gandur – Dorethe Bloch hevur havt stóran týdning fyri meg. Og hon hevur havt stó­ran týdn­ing fyri nógv, sum hava lisið lívfrøði á Fróð­skapar­ setrinum. Tað segði Maria Dam, granskari á Um­hvørvis­ stov­uni, á aðalfundinum hjá Grinda­mannafelagnum, leygar­dagin.  Á aðalfundinum mintist grindamenn Dorethu Bloch við at reisa seg og halda tøgn í ein minutt. Og í tí sambandi greiddi Maria Dam frá, at Dorethe Bloch, sum er dani, kom til Føroya í sjeytiárunum her treivst hon so væl, at her varð hon verandi. Hon var eisini doktari í grind og skrivaði doktararit­ gerð sína í nítiárunum. Sjálv kom Maria Dam til Føroya í nítiárunum. – Dorethe tók meg at sær beinanvegin og síðani hevur havt stóran týdning fyri meg, sigur Maria Dam, sum sjálv hevur lagt nógv arbeiði í at kanna dálkingarevni í grind. Tá ið Dorethe Bloch doyði 28. februar í, var tað eftir drúgva sjúkralegu. Stutt fyri, at tað varð greitt, at hon hevði fingið herviliga sjúku at dragast við, fekk hon tann heiður at fáa miðla­heiðurs­ lønina fyri sítt framúr hegni at miðla gransking og vís­ inda­ligt tilfar til vanlig fólk. Maria Dam segði, at um­ framt at hava stóran áhuga fyri grind, hevði Dorethe Bloch eisini stóran áhugafyri øllum øðrum djórum, og hon hevur granskað bæði haru, fugl og skorðdýr. Harumframt hevur hon undirvíst nógv í lívfrøði á setri­num og hevur sostatt lært nógvar lívfrøðingar. – Nakað áðrenn hon doyði, hevði hon tað gott, og ta tíðina høvdu vit nógv hugna­ligt, fakligt prát, segði Maria Dam. – Síðstu ferð, eg tosaði við hana var eftir ein grindafund á Eysturskúlanum, har hon var forvitin eftir at frætta, hvussu tað skeiðið gekk, og hvat nýggja grinda­reglu­ gerð­in ber í sær, segði Maria Dam. Grindamenn mintust Dorethe Laksa­ lúsin má steðgast Ketil Rykhus VINNAN síða 12-13 Avlop uttan stórar skerjingar Jørgen Niclasen Síða 4 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo týsdagin hósdagin mikudagin 8-13 m/s 5-10 5-10 8-13 m/s 5-10 5-10 Týsdagin: 8-13 m/s av norði og útnyðringi – út á náttina minkandi. Eitt skifti sól, men eisini kavaæl. Hit in mill um 1 og 4 stig – miku- náttina millum 2 kuldastig og 2 hitastig. Mikudagin 5-10 m/s av norði og útnyðr- ingi, í løtum upp í 13 m/s. Nak að av sól og einstøk kavaæl. Hit in millum 1 og 4 stig – hós- nátt ina millum 2 kuldastig og 2 hita stig Hósdagin 5-10 m/s av norði og útnyðringi, seinni av eystri. Mest turt veður og nakað av sól. Hitin millum 1 og 4 stig - fríggjanáttina millum 2 kuldstig og 3 hitastig. Fríggjadagin 3-10 m/s av eystri, seinni minni vindur. Skýggjað, men turt fyri tað mesta. Hitin um 5 stig – leygarnáttina millum 2 og 5 stig.