týsdagur 4. juli 2000síða 9
‹ fyrra síða allar 15 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
JÁKUP MØRK
Eftir at hann í 23 ár hevur
havt ábyrgd av at stýra dyst-
um í fremstu føroysku fót-
bóltsrøðini, hevur Kim Ej-
desgaard takkað fyri seg.
Steypafinalan hjá kvinn-
unum, var seinasti dystur,
sum Kim dømdi. Eftir dyst-
in helt formaðurin í dóma-
rafelagnum, Hans F. Han-
sen, stutta røðu, har hann
takkaði Kim fyri tíðina, sum
hann hevur fingist við hetta
ítrivið.
Sum narkotika
Tá vit seinni fingu orðið á
Kim blásti av
Kim Ejdesgaard dømdi fyri seinastu ferð, tá steypafinalan hjá kvinnum varð avgreidd
sunnudagin
Kim, har hann í skiftirúm-
inum sat við blómutyssum
og øðrum gávum, tóktist
dómarin at vera rímuliga
avkláraður um, at hann ikki
skal døma aftur.
Spurdur um minnini, seg-
ði hann, at tað í ovurstóran
mun vóru positiv minni,
sum hann hevði frá yrki-
num. – Hetta er akkurát sum
narkotika. Tú verður so at
siga bundin av skula á vøllin
hvørt vikuskifti, helt hann
fyri, tá vit spurdu hann,
hvussu dómaratíðin hevur
verið.
Tá vit síðani spurdu hann,
hvussu man so skuldi bera
seg, um man ætlaði at gev-
ast, segði hann, at tað so at
siga var ein longri process:
– Seinasta árið ella so havi
eg spakuliga fyrireika meg
til, at tað skjótt skuldi vera
liðugt hesum viðvíkjandi,
so hetta er ikki nøkur av-
gerð, sum eg havi tikið her
og nú. Eg haldi tað eisini
vera tíð uppá, at aðrir dóm-
arar sleppa framat, og tað
er synd, um onkur ungur
áhugaður ikki sleppur fram-
at, tí ein gamal maður sten-
dur í vegin fyri hesum, sigur
Kim.
Framvegis til nyttu
Sum nevnt, so hevur Kim
dømt fótbólt á hægsta stigi
í Føroyum seinastu 23 árini.
Eftir at hann í eini tvey ár
hevði verið linjuverji, byr-
jaði hann í 1977 at floyta,
og hetta hevur hann so gjørt
síðani.
Nú hann sum 45 ára gam-
la leggur floytuna á hillini,
er eisini nærliggjandi at
spyrja, hvat hann ætlar at
fáa sunnudagarnir at ganga
við í framtíðini.
Til hetta svarar hann, at
hann fyri fyrst hevur ætlanir
um at virka sum eygleiðari:
Kann eg á nakran hátt hjálp-
a til í so máta, so geri eg tað
fegin, sgiru Kim at enda, og
sýnir við heusm, at hóast
hann nú er givin við floyt-
uni, so hevur hann á ongan
hátt mist áhugan. Hvørki
fyri dømingini ella fyri fót-
bóltinum.
JÁKUP MØRK
Vónirnar hjá KÍ fyri ein-
um steypasigri fingu eitt
skot fyri bógvin, tá Ma-
lena Josephsen noyddist
av vøllinum seint í fyrra
hálvleiki.
Spældi við pínu
Malena greiddi frá, at or-
søkin til hetta var saman-
bresturin, sum hon hevði
við Anniku Hansen í HB
málinunm tíðliga í dyst-
inum, tá tær báðar fóru
eftir bóltinum.
Hóast pínu, so royndi
Malena at stríðast í ein
hálvan tíma afturat, og
eisini hevði hon onkra
roynd móti HB málinum.
At enda var pínan tó ov
stór, og hon noyddist tí at
hyggja at, meðan lið-
felagarnir stríddu sigurin
til høldar.
Ræðuligt
Sjálv segði hon eftir dyst-
in, at tað var ræðuligt at
hyggja at: - Vit høvdu alt
spælið, men tað sá ógvuliga
svart út, tá tað ráddi um at
skjóta mál, helt hon fyri. Tá
so málið kom, sást hon fara
lakkandi á einum beini yvir
at fagna liðfeløgunum, og
hon duldi ikki fyri, at gleðin
var ovurstór, tá tað gjørdist
greitt, at sigurin var fingin
til høldar.
Býráðið hevði álit
Ein partur av fyrireiking-
unum hjá KÍ-kvinnunum
var, at tær fríggjadagin vóru
bodnar til býráðshúsið.
Sjálv helt Malena, at hetta
var við til at seta tær upp,
og hon bað okkum í hesum
sambandi veita býráðnum
eina tøkk fyri hetta.
Annars legði hon afturat,
at tær satt at siga undraðust
eitt sindur í fjør. Áðrenn
steypafinalurnar, har KÍ tá
átti umboð hjá bæði monn-
um og kvinnum, vórðu
menninir bodnir í býráðs-
salin, meðan kvinnurnar
einki hoyrdu. Fríggja-
kvøldið fingu tær so eina
frágreiðing til hetta. Or-
søkin til væntandi inn-
bjóðingina tá var nevn-
liga, at býráðið ikki
roknaði við, at tær fóru at
vinna, segði hon við ein-
um smíli.
Hvat sunnukvøldið nú
hevði at bjóða uppá, visti
hon ikki, tá vit søgdu far-
væl við hana. Einasta,
sum lá fast, var at tær
skuldu saman til Shang-
Hai matstovuna í Klaks-
vík at eta ein góðan bita,
men ivaleyst hava tær
hugna sær óført har norð-
uri sunnukvøldið.
JAKUP MØRK
- Tað var tað í øllum
førum, varð svarið, sum
vit fingu, tá Martin
Thomsen varð spurdur,
um hetta var ein góður
háttur
at
enda
før-
oyaævintýr sítt.
Avstað í gjár
Við hesum meinti hann
við, at hann við hesum
fekk givið sítt íkast til, at
árið hóast alt fer at hylnast
hampuliga
væl
hjá
gøtumonnum. Í lands-
kappingini hevur jú als
ikki gingið eftir vild, men
sum Martin sigur, so er
tað ofta tær feskastu
hendingarnar, sum standa
klárastar í minninum.
Tá flúgvarin í gjára-
morgunin
fór
til
Danmarkar, var sterki
danski
verjuleikarin
umborð, og í hesum um-
farinum er føroyaferð
hansara av. – Tað er so í
øllum førum ætlanin, um
eg altso orki upp í morgin,
sigur hann við einum
smílið, og sipar til, at tað
helst var veitsluhald av
onkrum slag í Gøtu
sunnukvøldið.
Kanska aftur
Um talan er um eitt
endaligt farvæl, dugdi
Martin tó ikki at siga:
- Komandi hálva árið
skal og so eystureftir at
ferðast, men hvat síðani
hendir, veit eg ikki, sigur
hann. Tá tosað verður við
hann, fært tú tó beinan
vegin kensluna av, at hann
hevur trivist sera væl í
Gøtu, og hesum váttar
hann eisini:
Takkaði við
gullmerki
Martin Thomsen, sum í vár hevur styrkt um í GÍ
verjuni, fór av aftur landinum í gjár
- Tá ein soleiðis kemur at
spæla fótbólt, heldur man
kanska, at tað bert er ven-
jing og hvíld, men soleiðis
hevur als ikki verið í Gøtu.
Eg havi verið sera væl mót-
tikin av øllum, og eri sera
takksamur fyri tíðina, sum
eg havi havt, har eg altíð
havi verið boðin við, tá okk-
urt er á vási.
Eg havi eisini tosað við
leiðsluna í GÍ og greitt teim-
um frá, at nú sáttmálin hjá
mær við Holstebro rennur
út, verður tað nógv
bíligari hjá felagnum at
hava meg í Føroyum, um
teir altso eru áhugaðir,
sigur Martin at enda.
Sostatt røkist kanska
fyri, at danin aftur verður
at síggja í Gøtu komandi
kappingarár, men fyribils
hevur hann tó sagt farvæl.
Tað var ræðuligt
Góðan helming av dystinum mátti Malena Josephsen
hyggja at, meðan liðfelagarnir stríddust fyri steypinum
Møguliga verður Martin aftur at síggja í GÍ búnanum
í framtíðini
Mynd: Jan Müller
Seinastu kortini eru nú givin hjá Kim Ejdesgaard
17
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 125 - 4. juli 2000
16
tíðindablaðið sosialurin
Nr. 125 - 4. juli 2000
Stór umrø›a av kapprór›inum á
Sundalagsstevnuni í morgin
Kappró›ur
JÁKUP MØRK
HB-KÍ 0-2 (0-0)
Í fagrasta veðrið varð fyrra
av teimum báðum steypa-
finalunum blást ígongd
sunnudagin.
Kvinnurnar úr Klaksvík
komu til Havnar, við vón
um at tað endiliga skuldi
eydnast teimum at vinna
steypakappingina. Tríggjar
ferðir áður høvdu tær verið
í hesi støðu, men hvørja ferð
vóru tær farnar av vølli sum
taparar.
Nærmast vóru tær helst,
tá tær í fjør máttu lúta fyri
HB eftir umdyst, men hetta
skuldi ikki verða í ár.
Styrkurin varð av
ongum
KÍ hevur helst í løtuni sterk-
asta kvinnulið í landinum,
og fyri at styrkja enn meira
um hópin, varð gjørt av leig-
a Hillerød áleyparan, Lis-
beth T. Hansen, til henda
eina dystin.
Styrkurin varð tó av ong-
um. Flogfarið við danska
leikaranum lendi í øllum
góðum, og sostatt hldu tey í
Klaksvík, at alt stóð væl til.
Tað vísti seg tó, at tær høv-
du gloymt at tikið hædd fyri
onkrari grein í ásetingunum
hjá FSF. Fyri at fáa spæli-
Endiliga vann KÍ steypið
Í fjórðu royndini eydnaðist tað KÍ-kvinnunum at vinna steypafinaluna, tá tær aðru ferð innan eina viku megnaðu at
basa HB
loyvi, skal leikari nevnliga
vera fastbúgvandi í Føroy-
um, og tískil fingu klaks-
víksgenturnar als ikki gjørt
nýtslu av ætlaða styrkinum.
HB hevði hinvegin styrkt
nakað um sín leikarahóp.
Fyrrverandi
liðskiparin,
Eyðvør úr Dímun, var nevn-
liga komin heim úr Dan-
mark, og bæði leikliga og
sálarliga mundi hetta styrkja
um vónirnar hjá HB fyri enn
einum steypasigri.
Stórur munur
Hvussu var og ikki við teim-
um styrkunum, sum liðini
bæði ætlaðu sær, so er einki
at taka seg aftur í, at KÍ var
stórfavorittur
at
vinna
dystin.
Fyri viku síðani hølvaðu
tær HB sundur og saman,
og hóast trivaligi 8-0 sigurin
í stóran mun var grundaður
á tað sannroynd, at einans
10 havnargentur vóru kom-
nar til Klaksvíkar, so mundi
hetta vera ein góð sálarlig
barlast hjá KÍ sunnudagin.
Tað tóktist eisini greitt, tá
dysturin byrjaði, at KÍ mest
sum ætlaði at gera bart bein-
anvegin. Fyrsta korterið var
bólturin so at siga ikki at
síggja á KÍ hálvuni, tí KÍ
trýsti og trýsti alla tíðina.
Trýstið kastaði tó einki
mál av sær, og spakuliga
byrjaði HB at koma betri
við í spælið. Tær høvdu tó
ógvuliga torført við at fáa
veruliga glið á spælið, tí
klaksvíksgenturnar ansaðu
væl eftir, at serliga Annika
og Eyðvør ikki fingu frið til
nakað sum helst. Mest eyð-
sýndi HB leikarin var helst
Eyðfríð Christiansen, sum
úr vinstru síðu fleiri ferðir
royndi at koma fram við.
Ragna slapp væl
Tað einu ferðina átti ein av
hesum royndunum helst at
viðført reytt kort til verju-
skiparan hjá KÍ, Ragnu
Andreasen, men hon slapp
við gulum.
Hevði talan verið um
reytt, kundi dysturin iva-
leyst fingið eina aðra gongd,
men alt tílíkt tos verður bara
til hypotesur.
KÍ var snøgt sagt nógv
betri. Sum sagt, so fingu tær
fatur á tí mesta á miðvøll-
inum, og hóast talan ikki
gjørdist um teir stóru møgu-
leikarnir, so tóktist alla tíð-
ina at vera bit í álopinum.
Tað var tó ein dyggur smeit-
ur, tá Malena Josephsen
noyddist út móti endanum
av fyrra hálvleiki. Tíðliga í
dystinum rendi hon saman
við HB málverjanum, men
hon megnaði tó at halda á
okkurt um hálvan tíma, og
hevði eisini ein góða roynd
móti málinum.
Broyting gav úrslit
Fyrra hálvleik hevði KÍ
venjarin gjørt av, at Rannvá
Andreasen skuldi gera um
seg á miðvøllinum, har hon
mest hevði til uppgávu at
ansa eftir Eyðvør úr Dímun.
Hetta tóktist kanska eitt
sindur løgið, tí í veruleik-
anum var hetta størsta
forðingin fyri, at KÍ kundi
fáa veruligt glið á álops-
spælið.
Seinna
umfarið
varð
broytt, soleiðis at Rannvá
nú var nógv meira álops-
sinnað, og beinanvegin sást,
at nú kom nógv meira
broddur í álopið.
Tá málið kom, stóðst
hetta tó av uppsælið í vin-
stra borði, og ikki høgra, har
Rannvá gjørdi um seg. Una
Olsen hevur í vetur víst, at
hon hevur skjótleikan til at
gerast ein góður hondbólts-
vongur, og sunnudagin
prógvaði hon, at tað sama
er galdandi í fótbóltinum.
Eitt sindur heppi fekst
bólturin inn um HB verjuna,
og eingin av teimum reyð/
svørtu fekk fylgt við Unu,
sum smekkaði til. Annika í
HB málinum fekk hálva-
vegna, men bara hálvaveg-
na, vart fyri, og spakuliga
rullaði bólturin seinastu
leiðina inn í málið.
Dovnaði
Einki er at ivast í, at leiðslu-
málið var fult uppiborið, líkt
var eisini til, at hetta i roynd
og veru avgjørdi dystin.
KÍ-genturnar
tóktust
nøgdar, nú tær vóru á odda.
Rannvá varð aftur flutt
longur aftur á vøllin, og
yvirhøvur royndu tær nú
sum mest at verja leiðsluna,
fyri síðani at leggja dent á
mótálop.
Tað løgna var, at fortreyt-
irnar fyri slíkum als ikki
gjørdist betri, nú tær vóru á
odda.Hóast aftanfyri, so
helt HB framvegis fast um
verjukenda útgangsstøðið.
Móti endanum av dyst-
inum fullu KÍ leikararnir tó
nakað langt aftur á vøllin,
og nú byrjaði HB so spaku-
liga at nærkast málinum.
Tað hjálpti eisini, at Eyðvør
Thomsen, sum als ikki er
komin fyri seg eftir skaðan,
varð skift út, so Maria
Johnsson slapp longur fram
á vøllin.
Vórðu revsaðar
Bæði verja og miðvøllur hjá
HB dittaðu sær nú longur
fram á vøllin, men við eitt
var brádliga liðugt.
Rannva Andresen, sum
hevði roynt okkurt gjøgn-
umbrot áðrenn, setti nevn-
liga eitt virðiligt punktum
fyri finaluna.
Miðskeiðis á HB hálvuni
fekk hon fatur á bóltinum,
og eftir at hava drigið fram-
við allari HB verjuni, bank-
aði hon bóltin flatt við
handaru stong, uttan nakran
sum helst møguleika hjá
Anniku Hansen í HB mál-
inum.
Tá vóru kanska einir tveir
minuttir eftir at leika, og
seinastu løtuna var sostatt
eingin ivi um, at steypið
endiliga skuldi til Klaks-
víkar at verða í øllum førum
eitt ár.
Uppiborið
Eftir dystin helt Leivur
Hansen, borgarstjóri í Havn,
røðu, har hann, umframt at
handa steypið, eisini ynskti
KÍ tillukku við sigrinum.
Skemtiliga tók hann fyri,
at hann so at siga varð snýtt-
ur at halda røðu, tí hann
roknaði við, at tá hann varð
biðin, so mundi tað vera, tí
HB skuldi fara at vinna fin-
aludystin.
Hann legði tó afturat, at
tað uttan iva var uppiborið,
nú tað ístaðin gjørdist KÍ,
sum fór við steypinum, og
starvsfelagin í Klaksvík,
Jógvan við Keldu, var eisini
púra samdur við Leivi í hes-
um.
Teir høvdu eisini rætt í
hesum, borgarstjórarnir. KÍ
var betra liðið í finaludysti-
num, og hóast HB royndi
at muta nakað ímóti eina
løtu, so tykist tað í løtuni
soleiðis, at hetta ikki verður
einasta steypið, sum skal til
Klaksvíkar í ár.
Finalan í steypakappingini
hjá kvinnum
HB-KÍ 0-2 (0-0)
0-1: Una Olsen
0-2: Rannvá Andreasen
Dómari: Kim Ejdesgaard
HB:
Annika Hansen – Maria
Johnsson, Brynhild Absa-
lonsen, Silja á Borg, Fríða
Petersen – Eydna Skaale,
Annika Godtfred, Eyðvør
úr Dímun, Eyðfríð Christ-
iansen, Lotte K. Sørensen,
Eyðvør Thomsen
KÍ:
Paula Sjóstein – Paula
Mikkelsen, Ragna Andrea-
sen, Annelisa Justesen –
Jensa Sirdal, Bára Skaale,
Rannvá Andreasen, Petra
Sjóstein, Una Olsen – Ma-
lena Josephsen
Rannvá Andreasen setti
eitt virðiligt punktum,
tá hon einsamøll syrgdi
fyri 2-0 málinum móti
HB
Mynd: Álvur Haraldsen