fríggjadagur 9. juli 2004síða 12
‹ fyrra síða allar 17 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 129 - 9. juli 2004
23
Nr. 129 • fríggjadagur • 9. juli 2004 • 78. árgangur • www.sosialurin.fo
FCK treivst betur
á grasinum
Við einum tryggum
4-1 sigri á føroya-
meistarunum úr HB
fekk FCK mikukvøld-
ið víst, at talan var
um ein svipsara í
Klaksvík mánakvøld-
ið
HB-FCK
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Tað hóskaði danmarks-
meistarunum betur at leika
á grasi, og tað sást eisini
aftur á spælinum hjá FC
Keypmannahavn, at teir
mikukvøldið kendu seg í
meiri "heimligum" um-
hvørvi, tá ið teir dystaðust
við HB á Tórsvølli.
Javnur hálvleikur
Eins og í dystinum í Klaks-
vík mánakvøldið var Todi
Jónsson við frá byrjan, og
hann var eisini liðskipari
hjá donsku greipuvinnarun-
um. Hesaferð var álopsfel-
agin hjá Toda stóra stjørnu-
skotið í donskum fótbólti í
farna kappingarári, Jesper
Bech, men um miðjan fyrra
hálvleik kom Alvaro Santos
inn fyri ein meiddan Martin
Bergvold, og tá fór Jesper
Bech aftur á miðvøllin at
spæla.
Fyrri
hálvleikur
var
rættuliga
javnur.
Bæði
liðini royndu at spæla skjótt
fram eftir vøllinum, men
tað gekk eitt sindur striltið
at spæla seg til upplagdar
málmøguleikar. Hjá HB
tóktist trupulleikin serliga
at verða, at tá ið man við
ferð kom fram eftir vøllin-
um, høvdu føroyameistar-
arnir lyndi til líka at steðga
á, og tað tók ofta broddin av
einum
vandamiklum
kontraálopi.
HB
hevði
mikukvøldið enn einaferð
unga Emil Nolsøe Leifsson
á sentrala miðvøllinum, og
hann er ein ógvuliga spenn-
andi leikari, ið óivað fer at
gerast ein berandi kraft í
reyðu og svørtu strípunum í
framtíðini.
FC Keypmannahavn vísti
mikukvøldið væl betur
fótbólt, enn hvat teir gjørdu
í Klaksvík tveir dagar
frammanundan. Hesaferð
vóru teir báðir, Thomas
Røll og Christian Traore, á
sentrala miðvøllinum, með-
an teir báðir Martin Berg-
vold og Morten Bertolt
vóru úti í síðunum. Hendan
uppstillingin vísti seg eisini
at verða væl meiri skapandi
enn útgangsstøðan mána-
kvøldið, og møguleikarnir
vóru av tí sama fleiri í tali.
Tá ið ein hálvur tími var
leiktur av fyrra hálvleiki,
var Thomas Røll nær við at
leggja FCK á odda, men
Danny Rasmussen í HB-
málinum helt góða skotin-
um frá miðvallaranum.
Løtu seinni var nær við í
hinum endanum, tá ið
Heðin á Lakjuni royndi seg
við einum frálíkum lang-
skoti, sum hevði kós beint
upp í málhornið, men Bal-
asz Rabocki í FCK-málin-
um fekk meistarliga boksað
bóltin út til hornaspark.
Minuttin eftir var aftur
vandi á ferð framman fyri
málinum hjá HB, tá ið
Morten Bertolt gjørdist
púra leysur. Danny Ras-
mussen kom út ímóti hon-
um og bjargaði hegnisliga.
Seinastu løtuna av fyrra
hálvleiki hevði HB fleiri
naskar royndir á FCK-
málið, men ístaðin vóru tað
donsku greipuvinnararnir,
ið løgdu seg á odda beint
fyri steðgin. Todi Jónsson
slapp leysur í HB-brots-
teiginum, men bleiv rendur
um koll, og dómarin, Lass-
in Isaksen, ivaðist ikki og
dømdi brotsspark til býar-
felagan
hjá
sær.
HB-
leikararnir vóru ikki nøgdir
við dómin, men av áskoð-
araplássunum sá avgerðin
út til at verða tann rætta.
Innskifti brasilumaðurin,
Alvaro
Santos,
fintaði
Danny til aðra síðuna og
sendi bóltin í hina, og so
hevði FCK fingið sítt fyrsta
mál á Føroyaferðini.
Orkan gekk undan
Teir okkurt um 1750 áskoð-
ararnir, ið høvdu goldið fyri
at síggja dystin, sóu eitt
heilt nýtt FCK-lið eftir
steðgin. Saman við teimum
áleið 200 áskoðarunum,
sum ikki vildu gjalda, og
tískil høvdu plaserað seg
eitt nú við ítróttarhøllina og
uppi við svimjihylin, sóu
hesi, at Alvaro Santos
knappar tveir minuttir inn í
seinna hálvleik økti um
leiðsluna hjá FCK. Santos
bleiv spældur ígjøgnum
mitt á, og hvørgin av HB-
miðverjunum fekk taklað.
Tað var tí lætt hjá brasiliu-
manninum at senda fram-
við innskifti Pól Næss
Joensen í HB-málinum, og
so var 2-0.
HB skal tó eiga, at teir
góvu ikki skarvin yvir, og
góðar fimm minuttir seinni
bragdaði endiliga hjá før-
oyameistarunum. Havnar-
menninir vunnu bóltin í
egnari verju, og Jákup á
Borg bleiv sendur avstað í
høgra borði. Hann snýtti
vinstra bakk hjá FCK, est-
iska Urmas Rooba, áðrenn
hann sendi innfyri. Rógvi
Jacobsen,
rann
ímóti
fremru stong og dróg mið-
verjarnar hjá FCK við sær,
meðan
HB-liðskiparin,
Rúni Nolsøe, kom storm-
andi av miðvøllinum. Rúni
rann ímóti handaru stong,
og tað var júst har, at inn-
leggið hjá Jákupi lá, og
liðskiparin
smekkaði
í
kassan, og so var 1-2. Eitt
sera gott mál og avgjørt
besta málið í dystinum.
Føroyameistararnir fingu
nú blóð uppá tonna, men
samstundis byrjaði orkan at
ganga undan hjá nógvum
av føroysku leikarunum, og
tí blivu eftiransingarnar
ikki nóg neyvar. Gestirnir
løgdu seg á odda 3-1, tá ið
63 minuttir vóru leiktir.
Alvaro Santos slapp meira
ella minni ótarnaður at
renna oman ímóti baklinj-
uni, áðrenn hann legði
skrátt út frá til Michael Sil-
berbauer, ið hevði pláss og
tíð til at plasera bóltin
framvið Pól í HB-málinum.
Bert fýra minuttir seinni
var aftur galið í HB-verj-
uni, og enn einaferð var tað
Michael Silberbauer, ið var
upp á spæl. Kantspælarin í
høgru síðu slapp at trekkja
inn mitt á, og tá ið ongin
leyp á, valdi Silberbauer at
skjóta áraka brotsteigar-
markið, og bólturin smeyg
sær inn við handaru stong.
Eitt alt ov bíligt mál, ið
eigur at geva HB-verjuni og
venjaranum
okkurt
at
hugsa um.
Seinastu løtuna av dyst-
inum hevði FCK fleiri aðr-
ar møguleikar, men antin
vóru teir ikki nóg neyvir,
ella var Pól Næss Joensen á
rætta staðnum og fekk vart
fyri. Einu løtuna bleiv eitt
sindur rokaligt, tá ið Peter
Møller sendi Vagnur Mohr
Mortensen í vøllin, hóast
ongin bóltur var í nánd.
Lassin Isaksen fekk sissað
leikararnar, og hann vísti
gestablídni við at vísa bæði
Møller og Vagnur gula
kortið. Ein avgerð sum ikki
fall í góða jørð hjá áskoð-
arafjøldini og heldur ikki
hjá stadionspeakaranum,
sum løtu seinni kunngjørdi,
at tað framvegis vóru 22
mans á vøllinum.
HB-FC Keypmannahavn 1-4(0-1)
0-1 Alvaro Santos brtsp.
0-2 Alvaro Santos
1-2 Rúni Nolsøe
1-3 Michael Silberbauer
1-4 Michael Silberbauer
HB: Danny Rasmussen - Hallur Danielsen, Vagnur
Mohr Mortensen, Símun Eliasen, Janus Joensen -
Kári Nielsen, Emil Nolsøe Leifsson, Rúni Nolsøe -
Jákup á Borg, Rógvi Jacobsen, Heðin á Lakjuni.
Skiftir inn í dystinum: Eli Thorsteinsson, Pól Næss
Joensen, Rasmus Nolsøe, Rókur Jespersen, Páll M.
Joensen og Hendrik Rubeksen
FCK: Balasz Rabocki - Peter Christiansen, Bo
Svensson, Bora Zivkovic, Janne Saarinen - Morten
Bertolt, Christian Traore, Thomas Røll, Martin
Bergvold - Jesper Bech, Todi Jónsson.
Skiftir inn í dystinum: Benny Gall, Lars Jacobsen,
Ole Tobiasen, Dan Thomassen, Urmas Rooba,
Michael Silberbauer, Hjalte Bo Nørregaard,
William Kvist, Peter Møller og Alvaro Santos.
Dómari: Lassin Isaksen
Áskoðarar: uml. 2000
FAKTA
Brasiliumaðurin Alvaro Santos skoraði tvær ferðir fyri FCK
ímóti HB, meðan Heðin á Lakjuni var nær við, tá ið hann
hevði eitt frálíkt langskot, sum Rabocki í málinum hjá FCK
bjargaði meistarliga.
Mynd: Álvur Haraldsen
Hugburðurin á muni
Todi Jónsson helt eft-
ir dystin mikukvøldið
á Tórsvølli, at sigurin
á HB vísti veruliga
munin á føroyskum
og donskum fótbólti
FÓTBÓLTSPRÁT
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Mikukvøldið leikti Todi,
eins og mánakvøldið í
Klaksvík, allan fyrra hálv-
leik, og hóast hann ikki
kom á máltalvuna, so fekk
hann tiltuskað FCK eitt
brotsspark beint fyri hálv-
leik, soleiðis at FC Keyp-
mannahavn legði seg á
odda í dystinum.
Betur hugburður í dag
Spurdur um munin á dyst-
inum mikukvøldið ímóti
HB og so dystinum í Klaks-
vík mánakvøldið, sigur
Todi Jónsson, at til dystin í
Havn sýndu FCK-leikarar-
nir nógv betur hugburð, og
tað gjørdi munin. - Eg
haldi, at nógvir av spælar-
unum hjá okkum tóku upp-
gávuna í so lætt í Klaksvík,
og tað sást eisini aftur á úr-
slitinum. Tískil vóru vit
meiri motiveraðir til dystin
í dag, sigur Todi Jónsson.
Hann heldur eisini, at talan
var um eitt antiklimaks, tá
ið teir leiktu í Klaksvík, tí
tað var nógvur vindur og
kalt, og teir eru heldur ikki
vanir við at leika á graslíki.
– Hetta er tó ikki nøkur
umbering, tí vit eiga at
kunna levera vøruna, sigur
Todi Jónsson. – Í dag fingu
vit tó víst tann veruliga
munin, ið er á donskum og
føroyskum fótbólti, heldur
Todi og leggur afturat, at
var FC Keypmannahavn í
toppformi, so var munurin
kanska enn størri, uttan tó
at taka nakað frá HB. Todi
Jónsson fegnast tó um, at
bæði KÍ og HB í dystunum
ímóti FCK hava víst posit-
ivan fótbólt heldur enn at
standa afturi í verjuni og
lossa bóltarnar fram, so-
leiðis sum føroysk lið
høvdu lyndi til at gera fyrr,
sigur hann.
Glaðir fyri vitjanina
Spurdur hvat hann og lið-
felagar hansara hava fingið
burtur úr Føroya-vitjanina,
sigur Todi Jónsson skemt-
andi, at teir hava fingið
staðfest, at tað er kalt í Før-
oyum. Todi sigur, at lið-
felagar hansara hava verið
glaðir fyri vitjanina í Før-
oyum, og millum annað
vóru teir seg fegnir um
fiskitúrin við Norðlýsinum,
sum teir vóru týsdagin.
Nú eru niðurteljingin til
donsku kappingina av álv-
ara farin í gongd, og Todi
Jónsson sigur, at á Føroya-
ferðini hava leikararnir
eisini vant hart, og allir
vilja gera sítt besta, so at
teir eru við á liðnum, tá ið
heimliga kappingin í Dan-
mark fer í gongd. Todi
Jónsson hevur verið nógv
darvaður av skaða seinnu
árini, og framvegis er hann
eitt sindur eymur í baklær-
inum, nú farið verður undir
eitt nýtt kappingarár. -
Høvdu vit ikki leikt ímóti
føroyskum feløgum, hevði
eg neyvan verið við á liðn-
um síðstu dagarnar, sigur
Todi Jónsson. Hann vónar
tó, at hann er í toppform, tá
ið
landsdysturin
ímóti
Malta er á skránni í
komandi mánaða.
Venjarayrki lokkar
Nú Todi Jónsson er blivin
32 ár, er klaksvíkingurin
greiður yvir, at hann ikki
hevur nógv ár eftir í topp-
fótbólti. Todi hevur eitt ár
eftir av sáttmála sínum við
FC Keypmannahavn, og
enn hevur hann ikki gjørt
av, hvussu verður, tá ið
hetta kappingarárið er farið
aftur um bak. – Um eg ikki
fái so nógva spælitíð í ár, so
er tað stórur møguleiki fyri,
at eg fari at finna mær eitt
annað
felag
komandi
summar, um eg altso eri
nøkunlunda
skaðafríur,
sigur Todi Jónsson. Spurd-
ur um hann nakrantíð aftur
verður at síggja í føroysk-
um fótbólti, sigur Todi
Jónsson, at tað er ilt at meta
um. – Eg havi umhugsað at
royna venjarayrki, og í tí
sambandi er eitt slíkt starv
sum tað hjá Heina Fernan-
dez, ið er leikandi venjari í
HB, eitt ideelt starv, sigur
Todi Jónsson at enda.
Frálíkur
Føroyatúrur
Ítróttarstjórin í FC
Keypmannahavn,
Niels Christian
Holmstrøm, er sera
væl nøgdur við vitj-
anina hjá donsku
meistarunum í
Føroyum
FØROYAVITJAN
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Donsku gestirnir úr FC
Keypmannahavn er stak
glaðir fyri dagarnar, ið
vitjað hevur verið í Føroy-
um.
Niels
Christian
Holmstrøm sigur, at teir
hava havt nakrar frálíkar
dagar við nógvari venj-
ing. Somuleiðis heldur
ítróttarstjórin í FCK, at
teir hava leikt tveir góðar
venjingardystir, ið hava
givið góða dystarvenjing.
Eisini hevur túrurin í Før-
oyum verið øgiliga góður
fyri samanhald í hópin-
um, heldur hann.
Framúr stríðsvilji
Niels Christian Holm-
strøm sigur, at hann er
ikki bilsin av støðinum, ið
føroysku feløgini leika á.
Hann heldur, at bæði KÍ
og HB eiga alla rós fyri
tveir góðar dystir, har
bæði liðini sýndu góðan
fótbólt og framúr stríðs-
vilja, sigur hann.
Um dystin mikukvøldið
sigur
Niels
Christian
Holmstrøm, at tað var ein
fyrimunur fyri FC Keyp-
mannahavn at leikt var á
grasi, tí at tað eru teir jú
vanir við, meðan HB hin-
vegin ikki eru so vanir við
grasvøll.
Eftir dystin ímóti
donsku meistarunum
klæddu leikararnir hjá
HB seg í fínasta stás, tí
teir skuldu til døgurða
saman við donsku
gestunum, hildu teir.
Tað vísti seg tó, at
Tórshavnar Býráð
bert hevði bjóðað
donsku leikarunum til
døgurða, og tað vóru
HB-leikararnir ógvu-
liga vónbrotnir av
VÓNBROTNIR
LEIKARAR
Terji Nielsen
terji@sosialurin.fo
Meðan leikararnir á danska
meistaraliðnum FC Keyp-
mannahavn sótu til borðs
og fingu sær ein betri bita á
Hotel Føroyum, sum Tórs-
havnar Býráð bjóðaði, sótu
leikararnir
á
føroyska
meistaraliðnum HB á eini
pitsamatstovu og ótu pitsa
fyri egna rokning.
Munur á býráðum
Sum skilst høvdu leikarar-
nir hjá HB gjørt seg klárar
til at fara til døgurða á
Hotel Føroyum saman við
Toda Jónsson og liðfeløg-
um hansara aftaná dystin
millum HB og FCK. Før-
oysku leikararnir klæddu
seg í fínasta stás, men fingu
knappliga at vita, at Tórs-
havnar Býráð bert hevði
bjóðað donsku leikarunum
til døgurða umframt tveim-
um umboðum fyri nevnd-
ina í HB og tveimum fyri
Tórsvøll. Tískil noyddust
HB-leikararnir at fara og
fáa sær ein bita fyri egna
rokning.
Leikararnir hjá havnar-
felagnum vóru ógvuliga
vónbrotnir av, at Tórs-
havnar Býráð sýndi teimum
so lítla virðing, at teir ikki
vóru bodnir við til døgurð-
an. Ein av spælarunum hjá
HB sigur við Sosialin, at
tað er munur á Tórshavnar
Býráð og Klaksvíkar Bý-
ráð. Tá ið FCK vitjaði í
Klaksvík mánadagin, bjóð-
aði býráðið har norðuri øll-
um FCK hópinum, KÍ-leik-
arunum við makum og øðr-
um til døgurða, meðan bý-
ráðið í Havn bert bjóðar
vitjandi liðnum til døgurða,
sigur hann.
Vónbrotnir av býráðnum
Eftir dystin helt Todi Jónsson,
at hugburðurin hjá
liðfeløgum hansara var nógv
betur í dystinum
mikukvøldið enn í dystinum
í Klaksvík mánakvøldið.
Mynd: Álvur Haraldsen
C
M
Y
K
23
22