Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 nr. 3 I 30. mars 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Serblað frá Sosialinum Ábyrgd: Eirikur Lindenskov Myndir: Álvur Haraldsen Grafisk sniðgeving: Pætur Eyðunsson Jensen umbróting: sosialurin Vinnan hittir Mads Andreas Winther, vinnulívs­mann, sum í hesum døgum kann halda 20 ára stovningar­ dag hjá fyritøkuni Elding. Tá ið kreppan gjørdi um seg í 1990’unum, arbeiðsplássið hjá Mads Andreas var lagt niður, umhugsaði hann sum so nógvir aðrir føroingar at flyta av landinum. Men í staðin tóku hann og konan Majbritt avgerð um at fara undir egna fyritøku. Vinnan hesuferð... tað hendir... Seinasta freist er í morgin Aftur í ár verður skipað fyri føroyskum landabási á Offshore Europe 2015, sum verður í Aberdeen í døgunum 8.-11. september í ár Tað er Oljuvinnufelagið, sum hevur ábyrgdina av samskipanini av landabásinum, og skipað verður fyri ferð til Aberdeen við uppihaldi. Seinasta freist at tilmelda seg til Offshore Europe 2015 er í morgin, týsdagin 31. mars. Meira kann lesast á heimasíðuni hjá Vinnuhúsinum – www.industry.fo Havsbrún byggir mjøl­ goymslu Havsbrún í Fuglafirði byggir í løtuni stóra mjølgoymslu á 1800 fer­metrar beint heiman fyri Havnar­skrivstovuna í Fuglafirði, og hósdagin í síðstu viku var høllin liðugt reist. Tað er Norðhús, ið stendur fyri arbeiðnum, sum væntast at verða liðugt um hálvan mai í ár. Havsbrún hevur annars lang­tíðar­leigað teir báðar tunlarnar, sum Fuglafjarðar kommuna eigur í beninum millum Havsbrún og Berg­frost, til mjølgoymslu. Fólk hava 6 vikur at siga sína meining í sambandi við ætlanin at byggja Skansa­bryggjuna út, hevur Tórshavnar Býráð samtykt at gera eina serstaka byggi­samtykt fyri økið. Hetta er ein byggisamtykt sum setir treytir fyri, hvussu høgt byggjast kann á nýggja havnarlagnum og, hvat virk­ semi kann vera har annars. Ein treyt er, at næst Skansanum verður ikki loyvt at byggja hægri enn átta metrar høgt, eitt sindur ongur burtur frá er loyvt at byggja 10 metrar og longst burtur er loyvt at byggja 12 metrar. Tað er heldur ikki loyvt at stakka bingjur hægri enn tað á havnar­lagnum. Men áðrenn byggisamtyktin kann verða broytt, skulu broytingarnar leggjast fyri almenningin til hoyringar. Sostatt verða broytingarnar lagdar alment fram nú og síðani hava fólk eina freist upp á seks vikur at koma við viðmerkingum til ætlanina. Táið freistin er farin, verða tær tiknar við í víðari viðgerðina í býráðnum. Og tá ið býráðið er endaliga liðugt, verða broytingar, og viðmerkingarnar frá fólki, sendar lands­ stýrinum. Og ikki fyrrenn landsstýri hevur góð­ kent broytingarnar, verður serstaka byggi­ samtyktin sett í gildi, fekk fólkið at vita á borgara­fundinum. Sí meir um borgarafundin á síðu 10-11. Eisini verður meir um fundin mikudagin. í Almenningurin fær nú høvið til at siga sína hugsan um Skansabryggjuna Áki Bertholdsen