Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-30, síða 24
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 30. mars 2015síða 24

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

8 nr. 3 I 30. mars 2015 Vinnublaðið hjá Miðlahúsinum Tankin er framvegis, at fyritøkan skal vaksa, og í fyrsta umfari eru ætlanir um at víðka í Klaksvík, har núverandi handil er einar 200 fermetrar tilsamans. Har hevur Elding atgongd til høli, ið geva møguleikar fyri fleiri fermetrum. – Júst nú umhugsa vit, hvussu vit skulu gera, men vit kundu hugsað okkum at fingið einar 500 fermetrar til handilin har norðuri, sigur Mads Andreas, sum satsar mest uppá at varð­veita teir báðar handlarnar, sum eru nú. – Handilin í Havn er um 2.000 fermetrar og fáa vit størri høli til handilin í Klaksvík, skuldi tað verið á góðari leið. Vit góvust í Runavík, tí vit valdu at hava ein stóran handil her í Havn, heldur enn at hava ein stóran handil í Runavík. Vit sóu eisini tey síðstu árini í Runavík, at fólk har keyptu nógv í Havn, og tá undirsjóvartunnilin kom, fóru nokk so nógv til Klaksvíkar at keypa, so vit hava bara lagað okkum eftir teimum umstøðunum. Alt broytist skjótt Tilsamans hevur Elding 25 fólk í starvi, og umframt handlarnar í Havn og í Klaksvík, hevur fyritøkan egna tænastu, tá tað kemur til umvælingar og annað, tí í Klaksvík er radio- og telduverkstaður og í Havn hvítvøru­verk­ staður. – Vit hava síðstu átta árini sjálvir havt verkstað, tí vit fingu tað ongantíð ordiliga at rigga, at onnur skuldu taka sær av tí fyri okkum. Tað hevur eisini tikið eitt sindur av tíð at byggja tað upp, sum vit hava nú, tí handverkarar hava jú nógvar aðrar møgu­ leikar, enn teir hava havt, og nógvir fara til Norra at arbeiða. Men í dag hava vit gott fólk og eru før fyri at veita ta tænastu, ið krevst av okkum, sigur Mads Andreas Winther. – Og sjálvt um vit sjálvandi fegin vilja vera størri og eisini hava ætlanir um at vaksa, so síggi eg soleiðis upp á tað, at hjá okkum ræður fyrst og fremst um, at dygd er í tí, sum vit gera, og at vit altíð royna at fáa veitt kundunum eina enn betri tænastu og alt tað. Vit royna alla tíðina at taka okkum fram, so vit verða dugnaligari. Tað, sum Elding leggur seg eftir, er at selja hvítvørur, sjónvarp og teldur, og býti millum hesar tríggjar vørubólkarnar er nokk so javnt, um­framt at eisini onnur vøra er í úrvalinum, so sum telefonir og smærri eltól. – Fyri mítt viðkomandi, so má eg nokk við­ganga, at eg eri ikki sørt »miljøskaddur«, tí hetta hevur verið mítt livibreyð líka síðani tíðina hjá Marstein og til dagin í dag. Men hetta er ein spennandi bransja, sum mær dámar so øgiliga væl, at eg ikki kundi hugsað mær nakað annað. Tú mást fylgja við og »vera á« alla tíðina, og tú mást eisini endurnýggja teg alla tíðina, tí tingini broytast við fullari ferð, sigur Mads Andreas. – Okkara styrki er millum annað, at vit selja merkjavørur fyri lágprís, men eisini, at vit leggja okkum eftir at bjóða ta bestu tæn­astuna. Sjálvandi vilja vit selja, men vit skulu ikki bara selja vørur, men heldur góðar loysnir, tí vit fyrst og fremst liva av kundum, sum her kunnu fáa tað, teir vilja hava. Familjan við At talan er um eina familjufyritøku við stóra F, skerst ikki burtur, tí bæði konan og børnini hava og hava havt sína dagligu gongd í Elding. Og nú fyritøkan hevur hildið sín 20 ára føðingar­dag, hevur verið úr at gjørt hjá øllum. Sam­røðan til henda vinnuvangan hevur staðið á skrá eina tvær ferðir, áðrenn tað hepnast at fáa stjóran at seta eina løtu av til hana. Meðan vit sita og Mads Andreas Winther greiðir frá, kemur eldri sonurin, Levi, inn á gólvið á skrivstovuni einar tvær ferðir við onkrum spurningum til pápan, og eis­ini er yngri sonurin, Herman, av og á inni hjá telduni fyri at leggja nýggjastu myndir­ nar av Mette Blomsterberg út netið, so tað eisini har kann síggjast, hvat danski kondittarasnillingurin hevur avrikað við sínum »showi«, har hon hevur víst kund­ unum, hvussu teir kunnu gera sjokulátu­pynt og annað gott til køkuborðið. – Vit hava í veruleikanum øll okkara samband við handilin og fyritøkuna, tí mitt­ asta dóttirin, Fanny, hevur eisini hjálpt til her, men er nú farin niður til Danmarkar at lesa. Og hóast yngsta dóttirin, Eva, bara er níggju ára gomul, dámar henni eisini væl at vera mitt í meldrinum, so tá hon er blivin eitt sindur eldri, verður hon óivað eisini ein partur av virkseminum hjá okkum, sigur Mads Andreas. – Tá øll familjan er partur av fyritøkuni, slepst helst heldur ikki undan, at tað skjótt kann verða tað bera handilsprát við døgurða­ borðið. Men at tað fyllir nokk so nógv, er væl eisini rættiliga náttúrligt, og veruleikin er jú, at vit hava satsað alt og at tað tí eisini krevur alt. Og tað kemur eisini meiri enn so fyri, at onkur av okkum onkuntíð heldur, at vit heldur skulu práta um annað enn forrætning, tá vit hava eina fríløtu heima. Hetta við fríløtunum verður eisini sein­asta evnið, vit fáa vent í prátinum inni á skriv­ stov­uni hjá Elding, tí nú hevur telefonin ringt nakrar ferðir, umframt at nógv fólk er inni á gólv­inum og tað tí sømir seg væl, at stjórin sæst og gevur sær stundir at heilsa upp á fólk. – Tá eg skal gera nakað annað og flyta tankar­nar burtur frá gerandisdegnum, so dámar mær væl at ganga í fjøllunum, og eg geri nógv av tí. Eisini dámar mær væl at spæla tónleik, klaver og guitar og sovorðið. Og so dámar mær væl at fiska síl á vøtnum og áum, og vit eru so heppin at hava eini hús í Saksun, har vit eru nokk so nógv. Annars er Sand­ oyggin fantastisk at fiska í, men tað er bara ov sjáldan, at eg eri har, sigur Mads Andreas Winther, áðrenn vit reisast og fara út í stóra handils­hølið at »royndasmakka« okkurt av tí, Mette Blomsterberg hevur undirhildið kund­ unum við teir síðstu tveir tímarnar. Fakta um Elding Navnið á handlinum, Elding, hevur sín uppruna í heimliga umhvørvinum hjá Mads Andreas Winther, sum í síni tíð heitti á Johan Hendrik Winther Poulsen um at finna sær navn til handilin. Soleiðis greiðir Johan Hendrik frá navninum: »Tað mundi vera í marsmánaði 1995, at skyldmaðurin Mads Andreas Winther spurdi meg, um eg kundi funnið á eitt navn til nýggja handil hansara við ravmagnstólum av øllum slag, eina helst til køksbrúks. Eftir stutta umhugsan kom fram fyri meg hitt vakra staðarnavnið Elding í haganum sunnan fyri Skopunar bygd, har ið abbi hansara hevði torvheiðar. Tað eru tvær árundar høvdir við einum ryggi ímillum, Ovara og Niðara Elding. Ikki er fullgreitt, hvussu navnið er at skilja, men ein ábending kundi verið hitt íslendska orðið elding, ið kann vera ein lægd niður í eitt fjall, skylt við orðið alda, ið kann bæði vera lægd og bunga í landslagi. Men hvussu er og ikki, so var mær helst eisini í huga hitt einsljóðandi fornorðið elding, ið kundi merkja bæði »uppkynding« og »snarljós«. Og tað er kanska ikki av leið, tá ið hugsað verður um øll tey hentu ravmagnsamboð, ið Elding hevur til sølu.« Vinnuvangin: Mads Andreas Winther Sjálvt um vit sjálvandi fegin vilja vera størri og eisini hava ætlanir um at vaksa, so síggi eg soleiðis upp á tað, at hjá okkum ræður fyrst og fremst um, at dygd er í tí, sum vit gera, og at vit altíð royna at fáa veitt kundunum eina enn betri tænastu og alt tað. Vit royna alla tíðina at taka okkum fram, so vit verða dugnaligari