Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-31, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Tað var ein sera áhugaverdur dóm­ur, sum fall í Hægstarætti týs­dag­in. Nú er endaliga staðfest, at spek­u­latión við partabrøvum – sum hava til endamáls at sleppa undan at gjalda skatt, ikki verður góðtikin. Tað er nakað nógv at staðfesta við hes­um, at tað var brølarin hjá Bárði Nielsen, ið sum fíggj­ar­mál­a­ráð­harri legði uppskotið við hesum skatta­ holinum fram, sum gruggaði hetta málið. Í øllum førum eru lands­ins fremstu advokatar og grann­skoð­arar sóvsaði langt inn í hetta mál­ið. Í hesum føri vóru tað nakrir gøtu­ menn sum vórðu »hongdir út«, um vit so kunnu siga. Leiðslan á Taks hevði start seg blint upp á hendan ovur­ honds stóra vinning, sum hesir menn høvdu tiltuskað sær. Og gott tað sama, kunnu vit siga, tí nú fekk Taks viðhald. Men hvat fer nú at henda? Fer Taks at gevast á hondum, ella verð­ ur far­ið víðari við málinum? Tað eru nógv­ir aðrir persónar, sum eru í nett somu støðu, sum hesir 11 parta­eigar­ ar­nir í Gøtu. Onkur hevur leysliga mett, at um hálv­fjórða milliard á júst sama hátt, sum hjá hesum 11 í Gøtu, er farin á priv­atar hend­ur – sum skuldi verði skatt­að. Tað var í 2007, at partafeløg eldri enn eitt vist fingu sum gávu frá land­ i­num, at nú kundu virðini hjá fel­øg­u­ num upp­skriv­ast. Talan varð um nakr­ ar milliardir, sum hesi feløg vusku í virði. Nátúrliga áttu 35 pro­sent av hesum pengum – mett til 150 mill­i­ónir krónur, at endað í lands­kass­a­num fyrr ella seinni. Tað finnast dømi oman á dømi um reiðarar, sum hava selt síni aktiv og eru farnir úr vinnunu, sum hava fing­ið 100 tals milliónir út skattafrítt á henda hátt. Dømi eru eisini um ad­ vo­kat­ar og grannaskoðarar, sum hava gjørt tað sama. Politikarar hava helst ikki skil fyri at tetta slík hol. Og hvussu skal tað vera, tá tað eru ráðgevararnir hjá pol­ it­ik­ar­u­num, sum ganga fremstir at fremja spekulationina? Tað er sum at seta revin at ansa hønunum. Skatt­alógin er ikki gjøgn­um­ skygd, og kap­i­tal­vinn­ings­skatta­lóg­ in er ein fløkja uttan enda. Tað vísir best dømi úr Hægstarætti í gjár, har hægsti rættur í ríkinum kolldømir dóm hjá bæði Føroya Rætta og Eyst­ ara Landsrætti. Verjin hjá partaeigaraeigarnum segði í viðermking til Kringvapið, at held­ur, at Hægsti rættur hevur broytt kós, tí dómurin er feldur upp á eina heild­ar­met­ing heldur enn, hvat stendur í lógartekstinum. Hvat skulu leikfólk siga? Er tað ikki rætt­vísi, sum er í hásæti? Her er ikki tal­an um at døma ein fót­bólts­ dyst. Her er talan um rætt­ar­trygd­ina hjá eini heilari tjóð! Tí skatta­inn­tøk­ur­ nar eiga vit øll. Dómurin er ein uppgerð við spek­u­ la­ti­ón­ina, sum grannskoðarar, ad­vok­ at­ar og politikarar hava hildið lív í, og sum hevur kostað meiniga før­oy­ing­i­ num 100 tals milliónir krón­ur. Tað loysir seg ikki at lata revin ansa hønunum... So steðgaði spekulatiónin! Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Nú eru páskirnar í hond­um, tí er eitt gott høvi at um­ røða orð­ið »pásk­ ir« enn einaferð. Javnan hoyrist orðið »pásk­ini«. Har er rætta sniðið »pásk­ir­nar«. Sniðið »páskini« er í­komið av jólunum, tí har siga vit »jólini« – »tey«. Men »pásk­ir­nar« hava annað kyn; pásk­ir­nar eru »tær«. Og tosa vit um tíðina í hesum døg­um, so nevnist hon »um pásk­ir­nar«. Og tá ið vit heilsa vinum, kenningum og skyld­fólki um høgtíðina, er rætta orð­ingin »gleðiligar páskir«. Leygardagin í páska­vik­ uni nevna vit vanliga »páska­ aft­an«. Tað kunnu handl­ar, fyritøkur o. o. hava í huga, tá ið lýst verður við, nær ið opið er um høgtíðina. Har­um­ framt skal havast í huga, at tað nevnist »páskadagur« og »annar pásk­a­ dag­ur«. Mæl­ast má frá at siga »fyrsti páska­dag­ur«. Eisini onnur heiti kunnu verða tikin fram, nú ið páska­ vik­an er um at røða. Eitt nú er ólag komið á orðið »skír­ hós­dagur«. Í framburði verð­ ur orðið drigið saman og hev­ ur sniðið »skírisdagur«. Tað snið­ið kunnu vit eisini nýta í skrift. Men tað ber ikki til at nýta orðið »skírishósdagur«, tí so er tað dupultorðað. Dagurin fyri skírhósdag nevn­ist skírhósaftan, og her skulu vit hava í huga, at orð­ ið verður borið fram »skír­is­ aft­an«. Mottoið hjá Jákupi Mikk­el­ sen, formanni Fólka­floks­ ins á tingi – og klaks­vík­ingi – plag­ar at vera, at tað skal vera líka keðiligt í Havn sum í Klaks­vík. Tað vísir seg eisini við ætl­ aðu havn­ar­út­bygg­ing­ini í Havn. Hann vil ikki, at Havn­ in skal fáa allan tann á­góða, sum inn­flutn­ing­ur­in gevur høvuðsstaðnum, tí skal góðs­ havnin út úr Havnini líka mikið hvat. Hann torir tó ikki at siga, at hon skal til Klaksvíkar. Tí nevn­ir hann Skála­fjørð­in, sum eitt gott boð. Og tá trígg­ ir fjórð­ing­ar av inn­flutn­ing­i­ num kort­ini skulu til Havn­ ar, so fara tey í Havn at rinda stóran part av Skála­fjarð­ ar­tunl­i­num eisini við flutn­ ings­gjøld­um at flyta farmin til Havn­ar. Jákup Mikkelsen setir eis­ini spurnartekin við, um Heðin Mortensen er javn­að­ ar­mað­ur, og tað undirbyggir hann við at lýsa, hvat ein góð­ur javnaðarmaður er. Men tað týdningarmesta av øllum hjá fólk­a­floks­leið­ ar­a­num í Klaksvík er, at tað skal vera líka keðiligt í Havn, sum í Klaksvík, og tí skal Havn­in onga góðshavn hava, sum gev­ur Tórshavnar havn inn­tøkur. – Kortanei! Skal vera líka keðiligt í Havn sum í Klaksvík Páskirnar Halt fingr­ar­ nar vekk Ják­up! Heðin Mortensen kjak síða 31 Skulu verja tey ið rópa varskó Kristina háfoss kjak Síða 22 – Noy, hetta gongur slett ikki, Havnin hevur alt for nógv, heldur Jákup Mikkelsen