Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-31, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 politikkur Løgmaður skuldi havt tosað við politisku skipanina Góð gongd í búskapinum, men hall hava kostað nógv Árni Gregersen Fyrst nevndi hann tað í nýggjárs­røðuni og síðani hev­ur spurningurin verið frammi fleiri ferðir – herfyri eis­ini í danska blaðnum Jyllands-Posten. Upprunaliga nevndi løg­ maður, hvussu nógvar fam­ iljur Føroyar eiga at taka ímóti, men seinni hevur hann sagt, at vit eiga at taka ein aprt av donsku kvotuni. Høgni Hoydal, Tjóð­veldi, heldur, at hesar meldingar­ nar frá løgmanni hava verið óhepnar og neyvan heilt kunnu takast í álvara. – Hevði løgmaður vilja havt spurningin viðgjørdan í álvara, so hevði hann komið til Løgtingið og politisku skip­an­ina við spurninginum. Sjálv­andi skulu vit sum tjóð hjálpa til, tá ið á stendur, men hetta er ein spurningur, sum vit eiga at viðgera sjálvi, sigur hann. Hann vísur eisini á, at verður hugt eftir, hvat tað er ST mælir til, so hevði okkara partur verið ómetaliga lítil – samanborið við Ísland so høvdu vit kanska fingið fimm fólk um árið. – Grundleggjandi eiga vit at yvirtaka málið og so við­gera tað sum tjóð. Bert at taka ein part av donsku kvot­uni hjálpir ikki heimsins flótta­fólkum, sigur Høgni Hoydal. Hann leggur dent á, at sjálv­andi skulu vit sum før­ oy­ignar eisini átaka okkum tær skyldur, sum allar heims­ ins tjóðir eiga at gera. – Vit mugu bert tryggja okkum, at hetta er nakað, sum vit sjálvi stýra og hava fult ræði á, sigur formaðurin í Tjóðveldi, Høgni Hoydal. Løgmaður fekk í gjár eina umbering frá Jyllands- Posten, tí tey ikki hava sett seg í samband við løgmann aftur, nú greinin varð prent­ að. Samrøðan við løgmann er gjørd fyri vikum síðani. post@sosialurin.fo Løgmaður hevur sett hol á eitt kjak um Føroyar skulu taka ímóti flóttafólkum Árni Gregersen Búskapargongdin í 2013 var so góð fyri føroyska bú­ skap­in, at hon var mun­andi hægri enn mett framman­ undan. Nú er staðfest, at før­ oyski búskapurin sum heild vaks við 7,5 prosentum í 2013 í mun til 2012. Upprunaliga var mett, at vøksturin fór at verða 5,1 prosent. Búskaparráðið sigur, at hetta fyrst og fremst stavar frá meira útfluttum alifiski fyri ein hægri prís. Tá ið 2010 verður undan­ tikið so hevur vøkst­urin í føroyska búskap­inum verið ógvuliga lítil, síðani bú­ skapar- og fíggjar­kreppan tók seg upp. Almenni geir­in hevur havt hall, sum ser­liga stavar frá hallinum í lands­ kass­anum. Serliga er tað prísurin á aldum laksi, sum hevur givið góðu gongdina, men eis­ini útflutningurin pelag­ isk­um fiski. Tó var tað so, at helvtin av vøkstrinum í føst­um prísum í 2013 stavar frá góða prísinum, sum fekst fyri aldan laks. At meira peningur er fingin fyri pelagiska fisk­ in er fyrst og fremst tí før­ oysku skipini hava fiskað meir og tí kvotan hevur ver­ið so stór. Seinnu helvt av 2013 sást á lyklatølunum, at gongdin var vend, men hóast tað, so var tð ikki nóg mikið til at forða fyri hallinum á fíggjar­lógini. Privata nýtslan Umframt útflutningin, so hevur privata nýtsl­an stóra ávirkan á búskapar­vøkst­ urin. Í veruleikanum er tað soleiðis, at privata nýtsl­ an hevur størri ávirk­an á búskapin enn útflutning­ urin av vørum og tænastum til­samans. Tølini vísa, at inn­flutn­ ingurin í 2014 var 3,4 pro­ sent hægri enn í 2013, tá ið skip og flogfør ikki verða tikin við. Treystitølini vísa, at fyri privatu nýtsluna eru tølini hægri enn nakrantíð síðani fíggjarkreppuna. Treystitølini benda á ein vøkstur í privatu nýtsluni í 2014 uppá góð sjey prosent og í 2015 verður vøksturin í privatu nýtsluni um fýra pro­sent. Búskaparráðið sigur, at vøksturin í almennu nýtsl­ uni afturímóti er lítil – um­ leið tvey prosent í 2014 og tað saman í 2015. Íløgurnar Búskaparráðið sigur, at íløgurnar tykjast vera kon­ junkturviðgangandi. Tað vil siga, at tá ið vit hava góðar tíðir, tá verða nógvar almennar íløgur eis­ ini gjørdar. Vøksturin er stórur frá 2013 til 2014, men her er fyrst og fremst talan um landsíløgur og Marknagils­ depilin hevur stóra ávirkan. Íløgurnar hjá kommun­ unum hava verið støðugar síð­ani 2008. Nógv sum er gjørt hjá kommununum er slíkt, sum var forsømt síð­ ani kreppuna í níti-árunum. Búskaparráðið undir­ strikar, at tað er neyð­ugt ikki at gera somu mis­tøk, sum undan fíggjar­krepp­ uni. Tað vil siga, at tað almenna eigur at forða fyri, at búskapurin verð­ ur yvirupphitaður av al­ menn­um íløgum. Og við almenn­um íløgum meinar Búskapar­ráðið bæði við íløgur­nar hjá landinum og hjá kommununum. Hallini hjá øllum almenna geiranum hava verið stór seinastu árini og stava mestsum bara frá landskassahallum. Mett verður at RLÚ1-hallið hjá landskassanum fyri 2014 verður umleið 230 mió. kr. Nettoognin hjá almanna geiranum var umleið 2,5 mia. kr. í 2007, men nærkast null í 2014, skrivar Búskaparráðið. post@sosialurin.fo Frágreiðingin frá Búskapar­ráð­num er nú latin Løgtinginum í sam­bandi við at fíggjarkarm­arnir eru framlagdir – Meinti hann tað í álvara átti hann at havt tosað við politisku skipanina, sigur Høgni Hoydal sí matskrá á www.hafnia.fo tel. 30 80 00