Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-31, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2015síða 6

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vilmund Jacobsen Í skrivi, dagfest 30. oktober í 2014, vendi Hjartafelagið sær til Fiskimálaráðið og vísti á eitt átak, sum felagið hevði havt tvey ár frammanundan. Í skrivinum vísir felagið á, hvussu ótrúliga umráðandi tað er, at fólk duga at geva hjartamassagu og tora at brúka ein hjartastartara. – Vit halda tað ikki vera rætt, at hjartastartari ikki er umborð á øllum skipum. Er tað nakrastaðni, at brúk er fyri hjartastartara, er tað umborð á skipum, har eingin onnur hjálp er at fáa. Vit meta tað tí vera ábyrgdarleyst, at reglur ikki eru fyri hesum. Tað sigur Hjartafelagið í áheitanini á Fiskimálaráðið, og brævið er undirskrivað av forkvinnu felagsins, Jensu Heinesen. Bjarga mannalívi Í brævinum verður eisini víst á, at dømi eru um, at hjartastartari umborð á skipi hevur bjargað mannalívi. – Vit heita tí á Fiski­mála­ ráðið um at syrgja fyri, at hetta skriv kemur til rætta við­komandi, soleiðis at tað við lóg verður staðfest, at hjartastartari skal verða um­ borð á øllum skipum. Hjartafelagið leggur aftr­ at, at ein hjartastartari í dag kostar millum 12.000 og 15.000 krónur. trygd Vilja hava hjartastartara umborð á skipini Í oktober í 2014 heitti Hjartafelagið á Fiskimálaráðið um við lóg at staðfesta, at hjartastartari verður umborð á øllum føroyskum skipum Vilmund Jacobsen Eftir at Hjartafelagið 30. oktober í 2014 hevði sent bræv til Fiskimálaráðið við áheitan um at seta í verk lógarkrav um hjartastartara umborð á øllum føroyskum skipum, svarar Vinnumálaráðið aftur longu 13. november í 2014. Men, svarið hjá Vinnu­ mála­ráðnum, sum Johan Dahl, landsstýrismaður, hev­ ur undirskrivað, gongur ikki ynskinum hjá Hjarta­fe­lag­ num á møti. – Hjartastartarar til skip hava verið umrøddir, men enn er ikki lóggivið hesum við­víkjandi. Hóast hetta, so finnast hjartastartarar í ávís­an mun umborð á skip­ um, eins og mælt verður til, at ferðamannaskip hava hjarta­startarar. Vinnumálaráðið vísir á, at tey eisini eru kunnað um, at Strandfaraskip Landsins eru í ferð við at útvega hjarta­ startarar til øll síni skip. Ikki lógarkrav Vinnumálaráðið vil tó ikki í sínum svarskrivi geva Hjarta­ felagnum nakað lyfti. – Í løtuni liggur ikki í kort­unum at gera tað til eitt lógar­krav, at hjartastartarar skulu verða umborð á øllum føroyskum skipum. Ráðið vísir á, at hetta held­ ur ikki er lógarkrav í okkara grannalondum. – Mett verður, at tað er náttúr­ligt, at ein eigari/ reiða­ri á einum skipi útvegar sær hjartastartara umborð á sínum skipi, heldur Vinnu­ málaráðið. Kanska seinni Í sínum svari vísir Vinnu­ mála­ráðið eisini á, at før­ oyskir myndugleikar fylgja við tí, sum rørir seg á regula­ tor­iska økinum innan heilsu­ skipanir á sjónum, bæði al­tjóða og í okkara granna­ lond­um. – Føroyska lóggávan á økinum verður regluliga dagførd, og tykkara áheitan verður partur av hesum. Vinnumálaráðið sigur, at tað tó kann hugsast, at tað einaferð í framtíðini verð­ ur eitt lógarkrav, at hjarta­ startari skal verða umborð á øllum føroyskum skipum. Vilja ikki lóggeva um hjartastartara – Í løtuni liggur ikki í kortunum at gera tað til lógarkrav, at hjartastartari skal verða umborð á øllum føroyskum skipum, sigur Vinnumálaráðið Johan Dahl, landsstýrismaður, heldur ikki, at hjartastartari umborð á øllum føroyskum skipum skal verða eitt lógarkrav – Dømi er um, at hjartastartari umborð á skipi hevur bjargað mannalívi, sigur Hjartafelagið Hjartafelagið vil hava tað sum lógarkrav, at hjartastartari verður umborð á øllum føroyskum skipum Mynd: Birgir W. Høgnesen