Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-03-31, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 31. mars 2015síða 18

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38 18 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 H ví vil samgongan ikki, at starvs­fólk skulu kunna kenna seg trygg við at var­skógva? Hví vil lands­stýrið, at bankar skulu hava var­skógv­ara­ skipan, men ikki al­menn ar­beiðs­ pláss? Og hví velur sam­gongan – eisini í hesum máli – at vera eftir­ bátur, heldur enn undan­gongu­ land? Ber til at finna bara eina haldgóða grundgeving fyri, hví vit ikki skulu hava eina varskógvaraskipan fyri starvsfólk í almennum starvi? Varskógvaraskipan neyðug Søga okkara vísir tíverri, at per­són­ ligu avleiðingarnar kunnu gerast ógvusligar, um starvsfólk velur at varskógva alment um óreglusemi ella viðurskifti, ið eru ólóglig. Hetta vísti dømið hjá Strandfaraskip Land­sins herfyri ómetaliga væl. Har varð tað fíggjarleiðarin – tann, ið varskógvaði – sum misti starv­ið, hóast tað kanska var lands­ stýrismaðurin í vinnumálum, sum í veruleikanum átti at mist starvið. Tí sjálvt Løgtingsgrannskoðararnir staðfestu, at landsstýrismaðurin ikki hevði fylgt lógini. Hetta var júst tað, ið tann, ið varskógvaði hevði gjørt vart við. Men kortini vil samgongan ikki tryggja við lóg, at til dømis fíggj­ arleiðaran á Strandferðsluni kann siga okkum frá, um okkurt ólógligt fer fram, uttan at hetta skal fáa stórar persónligar avleiðingar? Verandi støða ger, at nógv starvs­ fólk uttan iva frávelja at varskógva um óreglusemi í framtíðini. Tað er natúrliga avleiðingin, um vit ikki skipa eina veruliga var­skógv­ara­ skipan, ið bæði tryggjar at óreglu­ semi kann verða fráboðað dulnevnt, og við lóg verjir tann, ið fráboðar óreglusemið. Hví fær peningur størri trygd enn menniskju? Men tað eru ikki innan øll sam­ felags­øki, at samgongan ikki ynsk­ ir varskógvan. Tí fyri stuttum legði landsstýrið eitt uppskot til lógar­broyting fyri føroysku bank­ ar­nar, har hesir verða álagdir við lóg at hava varskógvaraskipan. Eina skipan, har bankastarvsfólk dul­nevnt skulu kunnu fráboða um óreglusemi. Men hetta er eftir øllum at døma ikki ein møguleiki, ið samgongan og landsstýrið ynskja at geva starvsfólkum í almenna geiranum, ið røkja týðandi uppgávur vegna alt Føroya fólk – herundir nógvar uppgávur, ið hava við umsorgan, menning og røkt av menniskjum at gera. Hví skulu alment sett starvsfólk ikki hava sama møguleika? Er hetta enn eitt dømi um, at peningur fær størri trygd og rætt­ indi enn menniskju? Fráboðanarskylda og varskógvararættindi mugu fylgjast Samstundis vita vit, at tað er ein skylda hjá nógvum almennum starvs­fólkum at boða frá, um óreglu­semi fer fram. Men hesi somu starvs­fólk eru ikki tryggjað neyðug rættindi í lóg, og hava ikki atgongd til eina varskógvaraskipan, ið kann verja tey. Hetta er ikki nøktandi. Á ein hátt er manglandi varskógvaraskipanin eitt hol í okk­ ara rættarsamfelagi. Hartil er greitt, at tað eru nógv ymisk – og til tíðir mótstríðandi - lóggáva og atlit knýtt at varskógvan. Eitt nú talufrælsið, tagnarskylda, fólkaræðið, loyalitetur mótvegis arbeiðsgevara, og somuleiðis loyali­ tetur mótvegis samfelagnum við at tryggja, at ólógligt virksemi ikki fer fram ótarnað. Starvsfólk vilja tí ofta koma í eina tvístøðu. Hetta ger tað enn meira neyðugt at seta í verk eina væl skipaða var­skógvara­ skip­an, so starvsfólk ikki ivast í, hvørji rættindi og møguleikar tey hava, tá umræður at gera vart við óreglusemi. Føroyar eru eftirbátur í mun til onnur lond Tað er ikki uttan orsøk, at vit síggja, at uttanlands seta alsamt fleiri fyri­ tøkur, stovnar, kommunur v.m. í verk varskógvaraskipanir. Eisini eru fleiri lond – eitt nú Noreg – ið hava sett í verk varskógvaraskipan fyri starvsfólk, ið starvast í almenna geiranum. Hyggja vit at Danmark, so er talið av varskógvaraskipanum vaks­ið í stórum. Fleiri kommunur hava hvør í sínum lagi sett í verk skipanir, eins og nógvar fyritøkur og stovnar. Í dag eru sostatt fleiri hundrað fyritøkur, kommunur og feløg v.m., ið hava sett á stovn varskógvaraskipanir til starvsfólk. Føroyar sum undangonguland Føroyar kundu – um Løgtingið sam­ tykti uppskotið um var­skógvara­ skipan frá Tjóðveldi – verið undan­ gonguland á hesum øki. Hetta við at land og kommunur í felag skip­ aðu eina varskógvaraskipan fyri øll starvsfólk bæði hjá landi og kommunum. Men samgongan valdi at fella hetta málið. Kann bara undrast. Tí hví vil samgongan ikki, at starvs­ fólk skulu kunna kenna seg trygg við at varskógva? Og hví velur sam­ gongan – eisini í hesum máli – at vera eftirbátur, heldur enn undan­ gonguland? Fólkið í Føroyum hevur uppi­ borið betur. Á Løgtingi, 29. mars 2015 Kristina Háfoss løgtingskvinna fyri Tjóðveldi Tiðargrein Skulu verja starvsfólk, ið rópa varskó Nýggj sosial lóggáva á breddan Jógvan Philbrow Føroya pedagogfelag hevur í mong ár víst á , at tørvur er á einari nýggjari dagførdari sosial lóggávu. Einar lóggávu, sum veruliga kundi tryggja borgaran og tey starvsfólk, sum dagliga røkja sínar skyldir innan ta almenna sosiala arbeiðsplássið. Eg haldi sjálvur ikki at felagið í nóg stóran mun hevur strongt almennu politisku skip­anina á hendan trupul­ leik­an. Onkrar smávegis broyt­ingar eru gjørdar inn­ an almannaverkið, men hetta hevur ikki skapt tann neyð­ uga tryggleikan hjá borg­ arum ella starvsfólkum. Lóggávan um almanna­ verki er ov veik og hev­ur ikki neyðturviliga áhuga­mál­ini hjá borgaranum í mið­depl­ inum. Tankarnir um at seta borgaran í miðdepilin, sum umskipanin av almanna­ verkinum hevði til endamáls at gera, vóru í grundini ikki so vánaligar. Tíverri tykist tað sum, at tað í nógvum førum ikki er borgarin sum er vorðin miðdepil, heldur er tað einstøku játtanirnar sum eru komin í miðdepilin. Sum so oftani tá »byg­ naðar­broyt­ingar« vera framd­ ar er veruliga dags­skráin at verja pengakassarnar og ikki at verja borgaran. Tank­in við »eindunum« var nokk at gera tað heila meira lagaligt og betur at kunna gagn­nýta starvsfólkini. Ein­ støku stovnsleiðslurnar vóru avtiknar og nýggjar settar í størri eindum. Í summ­um førum sigst tað at virka væl – tey støðini sum náttúruliga hoyra saman, eisini landfrøðiligt. Meðan tað, ið øðrum førum er fari, at virka nógv verri, helst til ampað fyri bæði borgaran og fyri starvsfólkini. Námsfrøðiliga fakið er eitt fak har sambandið mill­um menniskju hevur týdn­ing, hetta er eisini gald­andi á stovnunum hjá almanna­verkinum. Í fleiri førum er frástøðan millum leiðslu og starvsfólk vorðin ov long og drúgv og kenna starvs­fólkini tað sum tann dagliga námsfrøðiliga og um­sitingarliga leiðslan er ov langt burturi. Leiðslurnar hava tískil havt torført við at skilja gerandisdagin og hevur tískil ikki ikki megn­að at ráðgeva og skilja tørv­irnir hjá borgarunum og starvs­ fólkunum. Sosiallóggávan eigur at vera við, at tryggja, at borg­ arin er undir tryggum um­ støðum, har eitt minstamark er ásett fyri »stuðli« ella eini normering. Við normering hugsið eg at ein tørvsmeting verður gjørd av borgarunum og í mun til ta tørvsmeting, verður ein týðulig ætlan sett av hvør hjálp skal setast inn fyri hvønn einstakan. Tíðin er farin frá skipanir sum virka »sum best ber til«. Borgarin og starvsfólkini hava uppiborið betur. kjak