týsdagur 31. mars 2015síða 28
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 1. apríl 2015 · Nr. 38
28
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
lýsingartorgið
Sjúkrahússtjórin er ovasti leiðari á Lands sjúkra hús in
um og hevur mótvegis Heilsumálaráðnum endaligu
ábyrgd ina av virkseminum á stovninum. Lands sjúkra
hús ið fevnir um virksemið í sjúkrahúsbygningunum á
Eir ar garði o g J. C. Svabosgøtu, Sjúklingahotellið
Tórs havn í Keypmannahavn, umframt eina røð av
eind um kring landið við økispsykiatri, ljósmøðraskipan
og sjúkra flutningstænastu. Landssjúkrahúsið hevur
eitt stórt tal av veitarum av vørum og tænastum og
sam starvsfelagum í nógvum londum í Evropa.
Sjúkrahússtjórnin er sett saman av stjóra og
tveim um heilsufakligum varastjórum. Heilsumálaráðið
søk ir ein stjóra, sum er dugnaligur at taka avgerðir og
tol ir trýst, samstundis sum yvirlitið verður varðveitt.
Tað hevur stóran týdning, at tann, ið settur verður,
hev ur hug og evni at verða andlitið úteftir, umframt
hegni at savna leiðarar og starvsfólk. Stjórin skal vera
álít andi og kunna samstarva væl í einum leiðslutoymi,
ganga á odda innan leiðslu og skipa góðar umstøður
fyri fakligari menning og gransking.
Dentur verður lagdur á eginleikan at evna
hand far ing ina av sera fjøltáttaðum virkisøkjum, har
mót setn ing ar tíðum eru millum vaksandi krøv og
av mark að tilfeingi. Sjúkrahússtjórin skal vera førur fyri
at taka neyðugar avgerðir, sum støðugt búgva stovnin
til framtíðar tørv og krøv.
Væntað verður, at sjúkrahússtjórin hevur royndir
við at handfara truplar støður. Tað hevur týdning, at
stjór in er stigtakari, stuðlar og átekur sær ein virknan
leik lut í fíggjar og málstýring á Landssjúkrahúsinum,
við trygd og dygd í hásæti.
Sjúkrahússtjórin skal kunna virka bæði á
stra teg isk um og praktiskum stigi, kunna raðfesta,
ráð leggja og tryggja munagóðan rakstur og
til feingisnýtslu innanfyri galdandi fíggjarkarm, soleiðis
at borgarin fær ta best møguligu tænastuna.
Misjónin hjá Landssjúkrahúsinum er at veita
sjúkl ing in um eina góða heilsutænastu á høgum
fak lig um støði, at menna og útbúgva starvsfólk og at
granska.
Visjónin hjá Landssjúkrahúsinum er, at sjúklingurin
er í miðdeplinum, starvsfólkini eru errin av at
arbeiða her og at samfelagið fær ágóðan av okkara
virksemi.
Tey strategisku málini vísa kósina og eru
grundarlagið undir ymsu átøkunum. Trygd og dygd
er ein sjálvsagdur lutur í dagliga arbeiðinum við atliti
til røkt og viðgerð av sjúklingunum.
Fokusøkini hjá Sjúkrahústjórnini eru:
• Sjúkrahússtjórnin skal saman við leiðslu og
starvsfólkum tryggja, at sjúkrahúsið røkkur
ásettum málum.
• Sjúkrahússtjórnin skal grundfesta menning og
høga trygd og dygd í øllum veitingum hjá
Landssjúkrahúsinum og samanhangandi
sjúklingagongdir.
• Sjúkrahússtjórin skal tryggja, at játtanin til stovnin
verður nýtt á fullgóðan hátt, og at virksemi
stovnsins verður hildið á einum høgum fakligum
støði.
• Sjúkrahússtjórnin skal saman við avvarðandi
leiðslum áseta, hvørjar tænastur sjúkrahúsið kann
bjóða innan fyri teir ásettu karmarnar.
• Sjúkrahússtjórnin skal virka fyri munagóðari
rekruttering av skikkaðum heilsustarvsfólki.
• Sjúkrahússtjórnin skal virka fyri, at viðgerð
uttanlands og heima kennist sum ein
samanhangandi heild.
• Sjúkrahússtjórnin hevur leiðandi leiklut í at
gjøgnumføra umfatandi verkætlanina við
útbygging av Landssjúkrahúsinum, herundir
Hbygninginum.
• Sjúkrahússtjórnin skal tryggja og víðarimenna
samstarvið innan Sjúkrahúsverk Føroya, primeru
heilsutænastuna, útbúgvingarstovnar og aðrar
almennar stovnar.
Dentur verður lagdur á:
• Viðkomandi útbúgving frá hægri lærustovni.
• Leiðsluútbúgving diplomútbúgving,
masterútbúgving ella líknandi.
• Drúgvar leiðsluroyndir á strategiskum støði í størri
organisatión.
• Vitan og kunnleika til fíggjarstýring í størri
organisatión.
Lønar- og setanartreytir:
Setanarøkið er Heilsumálaráðið og stovnar undir tí
við tænastu á Landssjúkrahúsinum. Viðkomandi, ið
settur verður, skal kunna tola broytingar í starvinum,
bæði í starvsinnihaldi og vavi.
Næst fyrisetti er aðalstjórin í Heilsumálaráðnum.
Starvið er áramálssett í 5 ár við serligum sáttmála.
Lønin er ájavnt við 39. lønarflokk hjá
tænastumonnum landsins við 15% í eftirlønargjaldi
og eini áramálsviðbót.
Nærri fæst at vita um starvið við at venda sær til:
Turid Arge, aðalstjóra, umvegis turid.arge@hmr.fo
ella tlf. 304050.
Umsókn við CV skal sendast til:
Heilsumálaráðið
Eirargarður 2
100 Tórshavn
ella hmr@hmr.fo
Umsóknarfreist: tann 27. apríl 2015, kl. 12:00
Sjúkrahússtjóri
Landssjúkrahúsið
Starvið sum sjúkrahússtjóri á Landssjúkrahúsinum verður við hesum lýst leyst
til setan 1. juni 2015 ella eftir nærri avtalu
Landssjúkrahúsið er meginsjúkrahús og undirvísingarsjúkrahús í Føroyum og hevur uml. 160 sengur innan somatiska og psykiatriska økið. Landssjúkrahúsið samstarvar við fleiri
sjúkrahús uttanlands, og vitja konsulentar innan ymiskar sergreinar so sum onkologi, neurologi og bróstskurðviðgerð regluliga á Landssjúkrahúsinum. Ríkissjúkrahúsið er størsti
samstarvsfelagi saman við Landspítalinum í Íslandi. Samlaða játtanin er umleið 640 mió.kr. Sjúkrahúsið hevur samanlagt umleið 715 ársverk deild á umleið 870 starvsfólk.
Lesið nærri um Landssjúkrahúsið á www.ls.fo
Heilsumálaráðið
M I N I S T R Y O F H E A L T H
Arbeiði
Smávegis viðlíkahald-
og umvælingararbeiði kann
gerast, helst í Suðurstreymoy.
Tilkomin, raskur, royndur,
nærlagdur og álítandi
maður, bjóðar seg fram, nú
várið er í hondum, at gera
ymiskt viðlíkahald, ábøtur og
umvælingar, s.s. hava-, timbur-,
gravi-, betong-, máli-, vhs-,
el-arb. e.a. fyri sámuligan prís.
Vinaliga ringi ella sms´i á
Tlf. 277740, so frætta tit aftur:)
Takarbeiði
Ynskjur nakar at fáa skift
tekjuna út í summar,so vinarliga
ring til húsasmiðin, og fá eitt
gott tilboð.
263464
VIT STOYPA, LEGGJA TÚN OG
Skal tú planera, stoypa, leggja
harragård steinar / flísar so er
bara at ringja, og vita um eg havi
røttu loysnuna til tín tørv. Tlf.
586497
586497
Býli í Føroyum
Til leigu í miðbýunum
Høli til leigu til handil, skrivstovu
ella tænastuvinnu. Liggur væl
fyri við høvuðsgøtu í miðbýnum.
Klárt at flyta inn.
283067
Íbúð søkjist har hundur eisini er
loyvdur.
Ungt par vid barnid ávegis, søkja
íbúð í høvðistadarumráðnum
skjótast gjørligt Húsaleiga max
6500 vid øllum Helst yvir longri
tídarskeið.
266900
Hús í miðbýnum
Hús í miðbýnum í Havn ynskjast
til keyps. 273044
Hjálp eg leitar eftir íbúð
Einlig mamma við 2 gentum,
leitar eftir íbúð skjótast gjørligt.
Havn ella á Argjum. Um tað er
nakar, sum veit um nakra íbúð?
ring á
222486
Dýr
Hundhvølpur
8 vikur gamal hundahvølpur av
slagnum collie / bordercollie
verður latin djóravini.
tlf. 261282 / 221204
Tveir fittir hundahvølpar
ein av hvørjum slag, annar er
grábrúnur, við hvítum pelsi um
hálsin. Teir eru klárir at fara
frá mammuni. Verða lætni til
djóravin, við at avheinta teir.
Tlf 361497
Fundir
Sunda Byrsufelag
Eyka aðalfundur verður í húsum
felagsins, fríggjakvøldið 24 apríl
kl.19.00. Nevndin
Hagastýrisfundur
Hagafundur hjá
Heimaragarðhaga á Selatrað,
verður 18. apríl 2015 kl. 19.
Fundurin verður hildin hjá
Lenu Jacobsen Heygavegur 15.
Selatrað
Hagastýtið
Ítróttafelagið Smæran
Ársaðalfundur 2015 hjá
Ítróttarfelagnum Smæran verður
hildin í niðastu hædd í húsinum
hjá Javna, Hoydalsvegur 40, tann
25. apríl kl. 13.00
Pensionistafelagið í Havn
Eykaaðalfundur verður í Losjuni,
mikukvøldið 15. apríl 2015 kl.
19.00 Fundarskrá : Góðkenning
av roknskapinum. Aftaná verður
hugnaløta við upplestri v.ø
Nevndin
Lutaseðlar
BASARUR
Tann árligi BASARURIN hjá NSÌ,
verður 25.apríl í fimleikarh.á
Glyvrum. Lutir kunna latast inn
til Jónu tlf.504761 Ragnhild
tlf.222545. NSÌ
Ymiskt
Málningar til sølu
Zacharias Heinesen 04,
Mikladalur, 45x55cm Heri Smith
91, úr Havn 55x70 cm. James
Watt, við Gjógv 89 Pastell,
52x62 cm v/passepartout og
rammu Janus Kamban 67, tush,
Kongabrúgvin, 42x50 cm.v/
passepartout og rammu
313857
Vindeygu og hurðar
Býlig plastvindeygu og hurðar.
Fá eitt tilboð .5 árs garanti .
mail: jonhardv@gmail.com
oo4531341240