Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-07, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39 mikudagsblaðið Stovnaður: 1927 Útgevari: Sp/f Sosialurin Uppseting: Sosialurin Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Prent: Prentmiðstøðin Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Marknaðardeild lysing@sosialurin.fo Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo Oddagrein Dagsins redaktørur: Eirikur Lindenskov Skírisdag bar Danmarks Radio tey tíðindi, at reyði vongurin í Fólka­ting­ inum nærkast tveimum um­boð­um úr Føroyum. Orsøkin til hesa søguna var, at fleiri veljarakanningar í Før­oy­um hava givið serliga Javn­að­ar­flokk­ i­num, men eisini Tjóðveldi vind í segl­ini. Útfrá hesum kann sambært søg­ uni hjá Danmarks Radio hugsast, at Javn­að­ar­flokkurin og Tjóðveldi vinna hvør sítt umboð. Harvið fær stjórn­in hjá Helle Thorning- Schmidt, sum er illa sperd í øll­um veljarakanningum, báðar at­kvøð­ur­ nar úr Føroyum, tá nýggj stjórn skal kjós­ast. Tað er ikki hent síðani 1975, at bæði Javnaðarflokkurin og Tjóð­ veldi hava vunnið umboð á Fólka­ ting. Tjóðveldi hevur sitið á Fólka­ ting­ið fimm ferðir, men ong­an­tíð ver­ið tungan á vágskálini, tá veljast skal millum bláa ella reyða stjórn. Javn­að­arflokkurin, Sam­bands­flokk­ urin og Fólkaflokkurin hava verið í hesi støðu fleiri ferðir. Men sambært Høgna Hoydal, so fer klaverið hjá Helle Thorning- Schmidt ikki at spæla so væl, skuldi tað hent, at Tjóðveldi kom í hesa støðu. – Nei, vit læsa okkum ikki føst til reyða ella bláa veingin í Fólka­ting­i­ num frammanundan. Tað snýr seg um, hvør partur vil geva Før­oy­um størri avgerðarrætt, segði Høgni Hoydal við in.fo, sum spurdi hann, um veruleikin er so ein­faldur, sum Danmarks Radio vil gera tað til – um so skuldi verið, at eitt javn­að­ ar­umboð og eitt tjóð­veld­is­umboð verða vald at umboða Før­oy­ar á Fólk­atingi. Ein nýggjur leikari á politika pall­ i­num í Danmark er nýggi flokkurin hjá Uffe Elbæk, Altern­a­tiv­et, sum stuðl­ar Thorning-stjórnini, og sum kann fáa avgerandi leiklut. Sambandsflokkurin á Christ­i­ ans­borg hevur borið fram, at ein borg­arlig stjórn fer at verða vin­ ar­ligari sinnað mótvegis før­oy­ing­ um, og tí verður lættari at hækka blokkstuðulin við eini borgarligari stjórn, sam­bært Sam­bands­flokk­i­ num. Fólka­flokk­urin hevur eisini fyrr ført fram, at ein borgarlig stjórn er meira vinarliga sinnað mótvegis før­oy­ing­um. Tað er bláoygt at siga slíkt. Onkr­ir eyðsýndir munir eiga at vera á, um tú velur borgligt ella sos­ial­demo­krat­ iskt, hóast tann munurin eisini kám­ ast burtur. Men at halda, at munur er á før­oya­politikkinum, fyri tað um for­sæt­is­ráð­harr­in eitur Thorning ella Løkke, tað er bláoygt. Har er og verð­ur eingin munur, og tí hvørki hækk­ar ella lækkar ríkisveitingini til Føroya, fyri tað sum stjórnin er borg­arlig ella sosialdemokratisk. Tað fer Tjóðveldi eisini at sanna, um flokkurin kemur í lyklastøðu í Fólka­tinginum. Tí kann Høgni Hoy­ dal sum fólkatingsmaður meira ella minni verða tvungin at velja reyða veing­in. Eygleiðarar vænta fólka­ tingsvalið í seinasta lagi 9. juni Havn­ in eitt vak­urt and­lit Jóanes Nielsen Kjak síða 19 Borg­ ara­konto til øll Rigmor dam tíðargrein Síða 15 Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Mikudagsblaðið verður borið ókeypis til hvørt húsarhald í Føroyum! Leygarkvøldið verður satt afturhvarv í Sjón­leik­ar­húsi­ num í Havn. Tað er Sjón­ leik­ar­húsið, sum skipar fyri – og tað verður sum í goml­ um døgum, tá dansur var í Sjónleikarhúsinum miku­ kvøld og sunnukvøld. Tað verða Tey av Kam­ ar­i­num, sum fara á pall - og tal­an er um manningina, sum var í bólkinum seinast í sjeyti­árunum og upp gjøgn­ um áttatiárini. Tey av Kamarinum er ein av teimum heilt gomlu bólk­ u­num í Havnini. Bólkurin hev­ur røtur heilt aftur í fimm­ti­árini. Dansurin í Sjón­leik­ar­hús­ i­num leygarkvøldið byrjar klokk­an 23 og endar klokkan 03 sunnu­náttina. Manningin hetta kvøldið verð­ur umframt tey bæði Nic­o­linu og Eyðubjørn av Kam­ar­inum: Hans Christian Clem­ent­sen Djóni Andreasen Birgar Johannesen Árni Andreasen Hetta er manningin, sum eitt nú spældi í Kvøldlot-tíð­ ini í áttatiárunum, og hetta er tann manningin, sum var við til at geva út LP plátuna í 1984. Tey spældu saman í eini 10 ár, og vóru nógv umbiðin og spældu til dans kring alt land­ið. – Vit fara at spæla alt tað hjá Nicolinu, sjálvandi, og so eis­ini Shadows-sjangruna, og so fer Árni Andreasen eisini at syngja nakrar av sínum, sig­ur Birgar Johannesen, sum sjálvur spælir bass. Aftur dansur í Sjónleikarhúsinum Eftir tveir slakar mánaðir við lítl­um vøkstri, setti ferða­fólka­ talið í mars met. Vøksturin var 47 pro­sent, og saml­aði vøkst­ urin í ferð­a­fólka­tal­inum hig­ artil í ár er sostatt 16,4 prosent. 7160 fleiri ferðafólk komu og fóru umvegis flogvøllin í mars 2015, samanborið við mars 2014. Higartil í ár hava 50.821 ferðafólk brúkt flog­ vølli­n sum sítt portur til út­ hei­m­in. Vága Floghavn skrivar, at nógv fyrireiking var upp til vænt­aðu ferðsl­una í sambandi við sóla­r­myrk­ing­ina 20. mars. Um­framt tað, at Atlantic Air­ ways hevði sett meira inn fyri at nøkta tørvin, so hevði flog­ vøll­ur­in fingið hópin av øðrum fyri­spurn­ingum frá øðr­um flog­felø­g­um og ein­stak­ling­ um um, at tey vildu flúgva til Før­oyar fyri at uppliva sól­ar­myrk­ing­ina. Flestu av teim­um flogfeløgunum og ein­stak­l­ingunum sum komu til sólarmyrkingina vóru í Før­oyum fyri fyrstu ferð, og kravdi hetta eyka fyrireiking. Ferðafólkatalið vaks 47 prosent Leygardagin savnaðust tey, ið standa á odda fyri kopi­ port­al­unum í Føroyum, á fundi í Vestmanna, har tey stovn­aðu felag fyri allar før­oyskar netmiðlar – tó ikki in.fo og nordlysid.fo. Tí miðlar, »sum geva bløð út, sleppa ikki at vera limir í hesum selskapi«. Endamálið við at stovna fel­agið beint nú var, at løg­ ting­ið ætlar at lata stuðul til priv­atar miðlar, segði Árni Greg­ersen við útvarpið leyg­ ar­dagin. Árni Gregersen hevur roynd­ir við blaðútgávu sum stjóri og ábyrgdarblaðstjóri á fyrr­verandi Føroya størsta blað, Dimma­lætt­ing, sum tó fór á húsagang. Hann held­ur tí, at vit ikki skulu líta aft­ur­ eft­ir, men frameftir. Hann held­ur nú, at netmiðlar eru fram­tíð­in, og bløðini for­tíð­in – netmiðlarnir eru teir, sum gera miðla­bí­læt­ið fjøltáttað. Teir eru fram­tíðin, ja teir eru »í­verk­set­an«, segði Árni Greg­ er­sen, sum saman við nýggju fel­øg­um sínum fer at fortelja ment­an­ar­nevnd­ini hjá Løg­ ting­i­num hendan nýggja veru­leikan. Soleiðis væntar hann, at kop­i­port­al­ar­nir fáa pengar, so hesar ein­stakl­ings­fyr­i­tøk­ur­ nar kunnu framtíðartryggjast. – Vit hava sagt tað so mang­an fyrr, at vit vildu ynkst okkum, at tað al­menna heldur steðgaði sínum kapp­ ing­ar­av­lagandi virksemi við Kring­varp­i­num. Men tað vil løg­ting­ið ikki. Tí siga vit, at ein mið­l­a­stuð­ul kann hjálpa. Men skal hann pettast sundur til ein­stak­ling­ar kring landið, so er tað bet­ur ógjørt. Kopiportalar vilja hava pengar Føroyingar avgerandi orðið