Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-07, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2015síða 4

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 politikkur Valstríðið byrjar á tingfundi um karmar Árni Gregersen Tað verður ikki eitt vanligt orðaskifti, tá ið Løgtingið í morgin hevur 1. viðgerð av upp­skotinum til játtanar­ karm­ar fyri 2016 og komandi árini. Sitandi samgongan við l a n d ss t ý r i s m a n n i n u m við fíggjarmálum, Jørgen Niclassen, á odda, hevur gjørt upp­skotið til fíggjarkar­mar­ nar fyri næsta ár. Vanligt er, at játt­anar­ karm­arnir, sum verða sam­ tyktir á vári, eru grundar­ lagið undir fíggjar­lóg­ini, sum skal samtykkjast av ting­inum í seinasta lagi 31. desemb­er. Í ár vita vit, at val verður áðrenn vit koma til nýggjárs og tí kann tað lættliga henda, at ein nýggj samgonga situr við róðrið, tá ið endaliga fíggjar­lóg skal samtykkjast fyri 2016. Tí er áhugin fyri játtanar­ kørmunum størri í ár enn teir vanliga eru. Uppskotið Uppskotið um játtanar­ karm­ar, sum tingfólk fara at við­gera í morgin, vísir eitt yvir­skot uppá 56 milljónir krónur. Hendan samgongan segði upprunaliga, at hallið á fíggjar­lógini skuldi burtur í fíggjarlógini fyri í ár, men skjótt var niðurstøðan tó kort­ini, at neyðugt var at út­seta hetta mál til fíggjar­ lógina fyri 2016. Formaðurin í fíggjar­ nevnd­ini, Bárður Nielsen, Sambands­flokkurin, hevur sagt og sigur aftur nú, at tað er avgerandi neyðugt, at hall­ ið er burtur í 2016. – Tey sum meta um kreditt­virði hjá Føroyum hava sagt, at fer hallið ikki burtur nú, so er vandi fyri, at tað fer at gerast dýrari hjá okk­um at læna pening, er hall­ið ikki burtur næsta ár, sigur Bárður Nielsen. Fortreytir Fíggjarkarmarnir, sum fáa 1. viðgerð í morgin, hava eitt yvir­skot, men har eru nakr­ ar for­treytir, sum skulu upp­ fyll­ast fyri at hetta ber til. Grundleggjandi eru fíggjar­karmarnir gjørdir við einari hægri inntøku og nak­ að av sparingum. Uppskotið leggur upp til, at smáar 100 milljónir aftur­ at skulu takast inn sum til­ feingis­gjald og skattur frá fiski­vinnuni og alivinnuni. Fryi at hetta skal alta seg gera, so er neyðugt, at lógin um vinnuligan fiskiskap verð­ur broytt, samstundis sum at viðurskiftini kring ali­vinn­una eisini verða broytt. – Tann parturin av okkara høvuðsvinnu, ið hevur nakað at lata av, er helst sinn­að at gjalda eitt rímuligt gjald fyri síni rættindi, men har hevur politiska skipanin verið alt ov afturhaldin at áleggja gjøld. Her høvdu allir part­ ar verið betri tjentir við, at ein rímu­ligur partur kom til væl­ferð­ina, sigur Bárður Nielsen. Avtala við vinnuna Frá 1. januar í fjør var gjald lagt á alivinnuna. Vinnan hevði saman við myndug­ leik­unum leingi samráðst um eina skipan, har ali­vinn­ an skuldi gjalda fyri tey frammí­hjá­rættindini hon hevur – tað vil siga loyvini at brúka aliøkini. Semjan var, at vinnan skuldi gjalda ein eykaskatt uppá 4,5 prosent av yvir­skot­ inum og eitt hálvt prosent av umsetninginum. – Vit brúktu drúgva tíð at fáa hetta gjørt, men blekkið er ikki meira enn ordiliga turt, nú verður alt broytt, sigur Atli Gregersen, alari. – Hetta ger, at álitið hjá okkum á politisku skipanina fer heilt brutur, tí í semjuni vit gjørdu tá, var sagt, at nú átti friður at valda um hetta evnið í hvussu so er í nøkur ár. Men sama politiska skip­ an­in og sama samgonga hev­ur longu nú ætlanir um at gera broytingar – uttan at vit yvir­høvur er kunnað, sigur hann. Í uppsjóvarvinnuni er støð­an á leið tann sma. Skip­ ini hava goldið eitt kilogjald higartil, men nú eru meir­inn­ tøkur úr vinnuni ein aprtur av fíggjar­kørm­unum. – Vit hava goldið eitt kilo­ gjald, men núer aftur ófriður. Tað sum vit fyrst og fremst vilja er, at karmarnir at virka undir eru stabilir og at gjjald­ið, vinnan skal gjalda, er rímu­ligt, sigur Jógvan Jespersen, stjóri í felagnum Nóta­skip. Hvat sigur andstøðan? Orðaskiftið í morgin fer fyrst og fremst at snúgva seg um valið, sum í seinasta lagi verð­ur í heyst. Tí fer andstøðan at koyra hart á samgonguna fyri karm­arnar, sum eru lagdir fram. Í viðmerkingunum higar­ til, hevur andstøðan víst á, at ikki bert inntøkurnar í kørm­ unum krevja stórar broyt­ ingar, men so sanniliga eisini út­reiðslurnar. Heilsuverkið hevur veirð nevnt, umframt at sparignar skulu gerast á skúlaøkinum. Sparingar, sum helst ikki kunnu gerast uttan so, at fleir skúlar verða niðurlagdir. Innan almennu fyri­sit­ ingina skal eisini sparast, men heldur ikki har eru nøkur átøk gjørd enn. Eitt álit er kortini gjørt um fyri­ siting­ina, men higartil hev­ur tað ikki fingið nakra polit­ iska viðgerð. Orðaskiftið um karmar­ nar verður tí í veruleikanum eitt orðaskifti um, hvussu Føroyar skulu stýrast kom­ andi árini og hvussu tað skal bera til at fáa samfelags­bú­ skap­in at hanga saman. Stutt sagt verður orðas­ kiftið í morgin tann veruliga byrjanin uppá valstríðið, sum endar í seiansta lagi í enda­num av oktober. Grundarlagið fyri fíggjarlógini fyri 2016, játtanarkarmarnir, eru til viðgerðar í Løgtinginum í morgin – Álitið á politisku skipanina er heilt burtur, sigur Atli Gregersen, alari Bárður Nielsen, formaður í fíggjarnevndini: Vit mugu halda tað, sum vit hava lovað – nevniliga fáa hallið á fíggjarlógini burtur. – Vinnan má og skal hava tryggar karmar at arbeiða undir, sigur Jógvan Jespersen, Nótaskip Savnsmyndir