týsdagur 7. apríl 2015síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39
6
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
grindadráp
Áki Bertholdsen
– Undirtøkan hevur verið
nógv betri enn væntað.
Tað staðfestir Justinus
Olsen, djóralækni.
Seinastu
tíðina
hevur
hann ferðast landið runt
og hildið skeið fyri grinda
monnum.
Tann fyrsta mai koma
nýggjar reglur í gildi og
eftir teimum verður tað
ikki longur loyvt at brúka
góða, gamla grindaknívin, tí
hann kann bara brúkast tá í
myndugleikarnir geva ítøki
ligt loyvi til tað í heilt ser
ligur førum.
Frá
fyrsta
mai
skal
grundahvalur avlívast við
nýggja
mønustingaranum.
Men samstundis er tað eitt
krav, at tey, sum avlíva hval,
skulu á skeið í at brúka
mønustingara og um tað at
avlíva hval yvirhøvur.
Eftir skeiðið fáa fólk eitt
prógv, sum vísir, at tað eru
góðkend í at avlíva hval.
Nógv betri enn væntað
Hesi skeiðini vórðu ógvuliga
umstrídd, tað fyrstu tíðina.
Tað vóru ikki so fáir grinda
menn, sum hildu, at hetta
var tað besa fjas og tað vóru
enn fleiri, sum hildu, at tað
var óneyðugt at læra teir at
drepa ein hval.
Men nú skeiðini eru av,
kann staðfestast, at undir
tøkan hevur verið góð.
Á
aðalfundinum
hjá
grindamannafelagnum beint
fyri páskir, fortaldi Justinus
Olsen, at skeiðini hava fingið
nógv størri undirtøku enn
tey høvdu væntað framman
undan.
Hann vísir á, at ikki øll,
sum hava verið á skeiði, hava
skrivað seg upp at fáa prógv,
sum er eittt lítið kort við
navni og mynd á.
Hann sigur, at tilsamans
hava 2.234 fólk nú fingið
prógv í at tey eru góðkend at
avlíva grindahval.
Eyðvitað eru nógv tey
flestu mannfólk, men eini 30-
40 kvinur tóku eisini prógv,
sigur hann.
Hann sigur, at á skeiðnum
í Eysturskúlanum vóru 477
fólk, sum teknaðu seg til
at fáa prógv. Á skeiðnum
í Ósaskúlanum í Klaksvík
fingið 313 prógv, á skeiðnum
í Sørvági fingu 207 fólk prógv
og eftir skeiðið í Løkshøll
í Runavík vóru 188 prógv
skrivað.
Á skeiðnum á Oyrabakka
vóru 270 fólk, í Vestmanna
vóru 200 fólk og á skeiðnum
á Sandi vóru 79 fólk.
Í Suðuroy vóru tvey skeið.
Á fyrra skeiðnum vóru 198
fólk, sum fingu prógv, men
har varð avgjørt at hava
eitt skeið afturat, tí tað vóru
nøkur, sum vóru burturstødd
tá ið skeiðið var.
Á seinna skeiðnum í Suð
uroy høvdu tey væntað eini
30-40 fólk, men tað vóru heili
191 fólk á skeiði.
Tilsamans hava sostatt 389
suðuroyingar verið á skeið og
fingið prógv í at avlíva hval,
og eftir fólkatalinum er tað
nógv tann størsta luttøkan í
landinum
Harafturat
vóru
tvey
onnur skeið, eitt í tekniska
Skúla í Havn, har 63 fólk
møttu, og eitt skeið var á
Vinnuháskúlanum, har 48
fólk vóru.
Orsøkin til hesi eyka
skeiðini var, at fólk vóru
burturstødd, á ið skeiði var
í teirra øki og fyri at geva
øllum áhugaðum høvi at
sleppa á skeið, var sostatt
skipað fyri eyka skeiðum.
Bara positivar
afturboðanir
Justinus Olsen heldur, at fólk
hava tikið ógvuliga væl ímóti
hesum skeiðnum.
– Eg havi ikki hoyrt eitt
øvugt orð um nakað. Tvørtur
ímóti havi eg bara fingið
positivar afturboðanir sigur
hann.
Hann heldur kortini, at
ein lítil misskiljing hevur
sníkt seg upp í hesi grinda
skeiðini.
– Tað eru bara tey, sum
skulu avlíva hvalin, sum
skulu hava prógv fyri, at tey
eru góðkend at brúka mønu
stingara, sum nú er kravdur
reiðskapur, samstundis sum
at vanligi grindaknívurin er
bannaður.
Justinus Olsen hevur var
hugan av, at fólk hava hildið,
at tey skulu hava prógvið,
bara fyri at fara í grind og
hann heldur, at tað kann
vera ein orsøk til, at so nógv
fólk hava verið á skeiði.
Men tað er ein misskiljing,
staðfestir hann.
– Fólk kunnu saktans
fara í grind fyri tað um tey
ikki hava verið á skeiði. Tað
krevst ikki skeið fyri at vera
á báti, ella at vera á landi og
hjálpa til. Tað eru bara tey,
sum avlíva hvalin, sum skulu
hava verið á skeiði og fingið
prógv, sigur djóralæknin.
Nú skeiðini eru liðugt,
fáa øll, sum hava verið á
skeiði eitt prógv sendandi
við navni og mynd á og tað
prógvið skulu tey hava við
sær í grind og vísa fram, tá
ið myndugleikarnir biðja um
tað.
Tað tekur síni tíð at gera
øll prógvini, men Justinus
Olsen væntar, at tey verða øll
liðug tann 1. mai, tá ið nýggju
reglurnar koma í gildi.
Vit hoyrdu ikki
eitt øvugt orð
Skeiðini í at drepa grind eru nú liðug og úrslitið er nógv betri enn væntað
Fáa ikki so lætt
spæl einaferð
afturat
Nú skal tað verða lættari
hjá myndugleikunum í
Føroyum at handtaka
tey, sum gera seg inn á
grindadráp.
Samstundis skal tað
eisini verða lættari at
leggja hald á útgerð, sum
verður brúkt í tí sam
bandi, antin talan so er
um bátar, skip, bilar, ella
ymsa smáútgerð.
Tað
er
endamálið
við einum uppskotið,
Jacob
Vestergaard,
landsstýrismaður,
fer
at leggja fyri løgtingið
fyrsta dagin.
Og hann ætlar at fáa
løgtingið at samtykkja
uppskotið áðrenn farið
verður í summarferiu
fyrst í mai, so at nýggja
lógin kann verða sett í
gildið, áðrenn summarið
kemur og sokallað um
hvørvisfólk
aftur
er
væntandi
hendavegin
í eini roynd at steðga
grindadrápi
Lógin, ætlanin er at
seta í verk, fer at gera tað
munandi torførari hjá
Sea Shepherd og øðrum
felagsskapum, ella ein
staklingum, at leggja seg
út í grindadráp.
Nógv greiðari
reglur
Higartil hava vit ikki
havt nakra serstaka lóg
um grind. Hinvegin er
grindaveiða skipað eftir
eini lóg um hvalaveiði
sum heild.
Men nú er ætlanin at
gera eina serstaka lóg
um veiði av grindahvali
og øðrum smáhvali.
– Í nýggju lógini verð
ur dentur lagdur á at
fáa greiðar reglur fyri,
hvussu fólk, ið leggja seg
út í grindadráp, kunnu,
og skulu revsast, sigur
Jacob Vestergaard.
– Samstundis verða
eisini
greiðar
reglur
um, hvussu hald kann
leggjast á amboð og út
gerð, sum umhvørvis
felagsskapir ella ein
staklingar,
brúka
í
royndunum at forða fyri
grindadrápi.
Landsstýrismaðurin
staðfestir, at tað somu
leiðis eisini skal bæði
verða lættari og greiðari
at revsa tey, sum gera
seg inn á grindadráp.
Og tað skal eisini
verða lættari at leggja
hald á amboð og útgerð,
sum verður brúkt í
royndunum at forða fyri
grindadrápi, antin tað so
eru bilar, bátar, skip, ella
annað, sigur.
Hann leggur afturat,
at eitt, sum eisini verð
ur umhugsað í nýggju
lógini, er at geva grinda
formonnum, og kanska
eisini øðrum, ein ávísan
myndugleika at hand
taka fólk, sum gera seg
inn á grindadráp.
Men tey skulu so
sjálvandi latast upp í
hendurnar á løgregluni,
tá ið drápið er liðugt.
Jacob
Vestergaard
sigur, at av tí at lógin
enn er í gerð, ber illa til
at koma inn í smálutur.
Men hann væntar, at
hendan nýggja lógin fer
at gera tað munandi lætt
ari og greiðari at forða
Sea Shepherd, og øðrum
felagsskapum, ella ein
staklingum, at gera seg
inn á grindadráp.
Nú verður lógin broytt, so at
tað verður lættari at handtaka
tey, sum gera seg inn á grinda
dráp, og samstundis verður
lættari at leggja hald á bátar,
skip, bilar og aðra útgerð
Grindaskeið
Undirtøkan var nógv størri enn væntað, men vit hava bara fingið positivar afturboðanir, sigur Justinus Olsen, djóralækni
Lógin, ætlanin er at seta í
verk, fer at gera tað munandi
torførari hjá Sea Shepherd
og øðrum felagsskapum, ella
einstaklingum, at leggja seg
út í grindadráp