Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-07, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 7. apríl 2015síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mikudagur 8. apríl 2015 · Nr. 39 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Vinna Vilmund Jacobsen Leygarkvøldið kom Høgi­ klettur hjá Varðanum í Gøtu úr Noregi við sløkum 200 tonsum av toskarhøvdum og umleið 50 tonsum av toski. Tað tók júst eina viku frá tí, at Høgiklettur fór úr Føroyum, til skipið var aftur í Føroyum. Ferðin í Noregi var eitt samstarv millum reiðaríið í Gøtu, Høvdavirkið í Leirvík og Faroe Origin, sum eigur og rekur saltfiskavirkið á Toft­um og fiskavirkið í Sal­ tangará. Við á ferðini var eisini stjórin á Høvdavirkinum, Eirikur á Húsamørk, sum áður hevur keypt toskarhøvd úr Noregi og hevur ført tey heim til Føroya við skipum. Toskavertíð Í vártíðini kemur rættiliga nógvur toskur upp á land á Lofoten-leiðini, og vertíðin varar vanliga til páskir. Tað er ikki ókent, at menn úr Føroyum hava verið har yv­ ir á leiðini og kruvt í ver­tíðini. – Men, í ár eru manna­ gongd­irnar har yviri broyttar, so­leiðis at fiskurin er seldur virkj­unum við høvdinum á. Tí noydd­ust vit hesaferð at keypa høvdini í kapping við aðrar, sum eitt nú turka høvd í Noregi til sama marknað sum vit. Eirikur á Húsamørk sigur, at tað er eitt stórt tal av bátum, sum fiska tosk um hesar leiðir um várarnar og nøgdirnar, sum verða veiddar, førdar til lands og seldar, eru velduga stórar. – Bæði høvd og fiskur, sum keypt vórðu í Noregi, vórðu førd heim til Føroya í ísvatni umborð á Høgakletti. Eirikur vísir á, at rávøran vísti seg at vera í góðum standi, men trupult er at siga, hvussu hon endaliga fer at roynast, fyrr enn høvdini eru turkað, og fiskurin er virkaður til saltfisk. – Fyri okkara viðkomandi kunnu vit vænta at selja høvdini, sum vit hesaferð keyptu á ferðini í Noregi, av aftur landinum fyri umleið eina miljón krónur. Spennandi næsta ár Stjórin á Høvdavirkinum sig­ur, at nú er toskavertíðin í Lofoten av á hesum sinni, men ætlanin er at gera meira burtur úr at keypa høvd og fisk í Noregi í vertíðini næsta vár. – Eg haldi, at her eru veld­ uga stórir møguleikar. Talan er um fleiri túsund tons, sum verða veidd og landað á hesum leiðum í vártíðini. Útboðið er stórt, og prísirnir eru tískil at hava við at gera, tó at høvd og fiskur skulu flytast um hav til Føroya. Eirikur á Húsamørk sigur, at óhugsandi er ikki, at før­oy­ ingar næsta vár kunnu keypa nøkur túsund tons úr Noregi og flyta tey heim til virkingar í Føroyum. – Tað gongur alt ov illa at fáa hendur á rávøru í Før­ oyum, og eg haldi fram­vegis, at tað er ein skandala, at føroyskir myndugleikar ikki krevja, at allur fiskur - og alt av fiski – kemur til virkingar. Vit hava púra greiðar reglur, um fólk snýta í skatti – ella gera svart arbeiði. Eg veit ikki, um hetta kann saman­ berast, men tað er eingin ivi um, at føroyska samfelagið gerst fátækari, hvørja ferð rávøra, sum kundi komið til virkingar, verður tveitt í havið aftur. Einki gull hesaferð Stjórin á Høvdavirkinum sigur, at eingin fer at spinna gull burtur úr hesum túrinum í Noregi við Høgakletti, men hann heldur, at hetta er ein neyðug roynd, nú tað annars gongur so illa at fáa fatur á rávøru. – Tað, sum vit, ið vóru sam­an um henda túrin, vilja finna út av, er, um hetta kanska er ein møguleiki, tá toska­vertíð er á Lofoten- leiðini. Hann leggur aftrat, at um­ framt, at hetta kann koma Høvdavirkinum og Faroe Origin til góðar, eru tað iva­ leyst eisini onnur virki í Føroyum, sum vildu havt møgu­leikan at keypt fisk úr Noregi til virkingar heima í Føroyum. – Vit hava tosað við onnur virki í Føroyum, og tey halda, at hetta er ein áhugaverdur møguleiki. Tí verður eisini spennandi at síggja, hvat fáast kann burtur úr næsta vár, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum. Ráfiskanøgdirnar hjá Høvdavirkinum hava ligið millum 10.000 og 15.000 tons um árið, og umsetningurin hevur ligið millum 60 og 80 miljónir og onkuntíð heilt upp í 130 miljónir krónur, tá alt hevur gingið upp í eina hægri eind. Til Noregs at keypa tosk og toskarhøvd – Vit hava tosað við onnur virki í Føroyum, og tey halda, at hetta er ein áhugaverdur møguleiki. Tí verður eisini spennandi at síggja, hvat fáast kann burtur úr vertíðini næsta vár, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum, sum var við á ferðini við Høgakletti í Noregi Høgiklettur brúkti eina viku – frá tí, at farið varð úr Føroyum, til komið varð aftur til Føroya við toski og toskarhøvdum til virkingar í Føroyum – Eingin fer at spinna gull burtur úr hesum túrinum í Noregi, men eg haldi, at hetta er ein neyðug roynd, nú tað annars gongur so illa at fáa fatur á rávøru, sigur Eirikur á Húsamørk, stjóri á Høvdavirkinum Tað er ikki óhugsandi, at før­oy­ ing­ar næsta vár kunnu keypa nøkur túsund tons úr Noregi og flyta tey heim til virkingar í Føroyum