Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 2

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Í blaðnum... Stovnaður: 1927 Ábyrgdarblaðstjóri: Eirikur Lindenskov eirikur@sosialurin.fo Útgevari: Sp/f Sosialurin Grafiskt snið/layout: Pætur Eyðunsson Jensen Uppseting: Sosialurin, tekniska deild Prent: Prentmiðstøðin Miðlahúsið: Avgreiðsla: mán - frí kl. 08.00 - 16.00 Vikuskiftisredaktørar Eydna Skaale eydna@sosialurin.fo Eyðun Klakstein eydun@sosialurin.fo Lýsingar Frida Mellemgaard, lýsingasamskipari lysing@sosialurin.fo tel. 341826 Tórshavn Tórsgøta 1, Postboks 76, 100 Tórshavn tel. 341800, fax 341801, post@sosialurin.fo Norðoyggjar Nólsoyar Pálsgøta 1, 700 Klaksvík tel. 458686 fax 458687, klaksvik@sosialurin.fo Suðuroy tel. 375364, fax 375464, tel. 228814, aki@sosialurin.fo, dagfinn@sosialurin.fo Haldarar, sum ikki hava fingið blaðið, kunnu ringja tel. 341818 frá kl. 8.00 til 20.00 og boða frá. Tel. 341800 www.sosialurin.fo 10. apríl 2015 – Sjálvstýrisflokkurin er bjargaður undan deyðadómi og avrætting Tað var ein taktiskt finta, sum Sjálv­stýr­is­ flokk­ur­in almannakunngjørdi á tíðindafundi í Miðla­hús­i­num í gjár. Við at velja unga borg­ar­stjóran í Klaksvík til nýggjan formann, verð­ur flokkinum lív lagað eftir næsta løg­ tings­val. Higartil hava vit bara hoyra um fólk, sum ikki stilla upp fyri Sjálvstýrisflokkin. Ein teirra var Jógvan Skorheim, sum ferð eftir ferð hevur staðfest, at hann fer ikki at stilla upp til løg­tingsval, so leingi hann er borg­ar­ stjóri í Klaksvík. Men í politikki ber alt til. At skifta mein­ ing hevur lítið upp á seg. Danski for­sæt­is­ ráð­harr­in, Jens Otto Krag, er kendur fyri at hava sagt, at »man har et standpunkt, til man ta'r et nyt«. Og hesi orðini hevur ungi borg­ar­stjórin í Klaksvík gjørt til síni, tí nú er tað brád­liga ikki ein trupulleiki at stilla upp til løg­tings­val – og taka við formanssessinum í Sjálvstýrisflokkinum – samstundis sum hann er borgarstjóri í Klaksvík. Men hetta var einasti møguleiki hjá flokk­ i­num, um hann skuldi hava nakran kjans at gera seg galdandi til løgtingsvalið. Velj­ar­a­ kann­ing­arnar hava verið eirindaleysar – tær flestu hava koyrt flokkin út í myrkið. Søguliga hevur Sjálvstýrisflokkurin havt tríggj­ar høvuðsborgir, Havnina, Skálafjørðin og Klaks­vík. Havnin er fallin, og tá Jógvan Skor­heim boðaði frá, at hann heldur ikki still­aði upp, so varð Klaksvíkin eisini fallin sum høv­uðs­borg hjá Sjálvstýrisflokkinum. Skála­fjørð­ur­in einsamallur megnar neyvan at lyfta flokk­in inn um tinggátt, og tað vita tey í Sjálvstýrisflokkinum sjálvandi væl. Eisini Kári P. Højgaard, sum tó nýtti orr­ust­ una um Skálafjarðartunnilin – og dóm­ara­ kann­ing­ina hjá Gammeltoft-Hansen sum und­an­førslu at leggja frá sær nú. Hetta var einasti møguleiki hjá Sjálv­stýr­ is­flokk­inum – og tann taktiskt skilabesta loysnin. Soleiðis kann flokkurin tryggja sær sæti á tingi við sínum egnu fólkum – uttan at fara út at rekrutera onnur kend fólk, sum einki hava politikk og Sjálvstýrisflokkin at gera. Hóast lagnan sjálvsagt verður avgjørt, tá løgtingsvalið verður – so er alt sum bendir á, at Sjálvstýrisflokkinum er tryggjað framtíð í føroyskum politikki. 12. mai verða liðin 100 ár síðani Sjálvstýrisflokkurin seinast fekk um­boða valt á Fólkating Hóast landsfundurin hjá Sjálv­stýr­is­flokk­i­ num í oktober gjørdi av, at Sjálv­stýr­is­flokk­ ur­in ikki stillar upp til næsta fólkatingsval, so kann formansskifti broyta hesa avgerð. Tað sigur Jógvan Skorheim í samrøðu við blað­ið í dag. Hann fer at tosa við lands­nevnd­ ina hjá flokkinum um hesa avgerð, sum tí kann verða broytt. Og sum Jógvan Skorheim sigur, so eru bæði fyr­i­munir og vansar við at stilla upp til Fólka­tingsvalið. Hjá nýggja formanninum kann tað verða ein fín markering, um for­mað­ur­in og flokkurin fáa eitt gott úrslit á fólka­tings­val­ið, sum verður áðrenn løgtingsvalið – og øvugt kann tað eisini vera óheppið at markera eitt vánaligt fólkatingsvalúrslit beint áðrenn eitt løgtingsval. Ólíka lættari hevði verið, um løgtingsvalið kom áðrenn fólkatingsvalið. Tað eru 100 ár síðani, at Sjálvstýrisflokkurin seinast vann umboð á Fólkating. Tað var tá Edward Mitens, sum tá kallaðist Edward Mortensen, varð valdur 12. mai í 1915. Sjeyndseinasti formaður Sjálv­stýr­is­ floksins legði nýggja formanninum lag á røðuna Tá nýggi sjálvstýrisfomaðurin møtti á tíðindafundi í Miðlahúsinum í gjár var tað við spinndoktara, sum býtti út tíðindaskriv og brot úr røðum hjá nýggja og fráfarandi formanninum. Røðurnar vórðu lagdar soleiðis til rættis, at tíð skudli vera hjá nýggja formanninum at anda ímillum gullkornini. Og tað hevði spinndoktarin skrivað inn í røðuna. Eitt dømi er hetta: »Í dag havi eg fingið enn ein møguleika. (kunstpausa)...« Og longri niðri í røðuni stendur: »Í politikki kann ganga skjótt. (lítil kunstpausa)«. Í gamla sjálvstýrinum halda tey gamla siðin um at ungur nemur og gamlur fremur... Sloppin av deyðsgongini 100 ár uttan fólkatingssess Lasse sum spinndoktari Hann ið rør fiskar umsíðir... ungu nemur... so segði hon... Les eisini blaðið á telefonini »Tað harmaði meg at lesa grein hjá partamanni mínum og fyrrverandi klaksvíkinginum Boga Andreasen...« Dómurin: Jørgen hevur snýtt men kann ikki revsast Bjørn á Heygum Tíðargrein síða 17 Verja fólkið móti politikarum Kjak síða 20 Visti tú? At tað eru 100 ár síðani Sjálvstýrisflokkurin seinast fekk mann á Fólkating? Oddagrein Eirikur Lindenskov blaðstjóri Elsebeth Mercedis Gunnleygsdóttur, býráðslimur, løgtingskvinna og lógarinnar longdi armur í Klasvík...