hósdagur 9. apríl 2015síða 37
‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Fríggjadagur 10. apríl 2015
sosialurin 40
37
KULTURKONTAKT NORD, NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM, KLAKSVÍKAR KOMMUNA,
MENTAMÁLARÁÐIÐ OG MENTANARGRUNNUR LANDSINS
SKRÁ Í KLAKSVÍK
17.00: Vælkomin – Dávur Winther,
mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu
17.05-17.45: Norðurlendskir stuðuls
møgu leikar til mentan og list
– Søren Staun, programráðgevi,
Kulturkontakt Nord
17.45-18.00: Hvør ger av, hvør
skal hava stuðul? Arbeiðið hjá
teimum serkønu – Dávur Winther,
mentanarleiðari í Klaksvíkar Kommunu
og serkønur
18.00-18.30: Stuðulsmøguleikar frá
Mentanargrunni Landsins og Menta
mála ráð num – Steintór Rasmussen fyri
Mentanargrunn Landsins og Martin
Næs, deildarstjóri á Menta mála ráð
num eru við á fundinum og greiða frá
18.30-19.00: Vit fáa ein bita
19.00-19.10: Soleiðis skrivar tú
eina góða umsókn – Søren Staun,
programráðgevi, Kulturkontakt Nord
19.10-19.30: Spurningar og kjak
19.30-20.30: Persónlig ráðgeving
til umsøkjarar, sum hava eitt liðugt
uppskot til verkætlan – Søren Staun,
programráðgevi, Kulturkontakt Nord
(10 min. verða settir av til hvønn)
TÝSDAGIN
21. APRÍL 2015 KL. 13.00-16.30
Í NORÐURLANDAHÚSINUM Í TÓRSHAVN
SKRÁ Í TÓRSHAVN
13.00: Vælkomin – Inger Smærup
Sørensen, verkætlanarleiðari
13.05-13.45: Norðurlendskir
stuðulsmøguleikar til mentan og list
– Søren Staun, programráðgevi,
Kulturkontakt Nord
14.00-14.15: Hvør ger av, hvør skal hava
stuðul? Arbeiðið hjá teimum serkønu
– Søren Staun og Jákup Zachariassen,
tónleikari, framleiðari og fyrrverandi serkønur
14.15-14.30: Kaffisteðgur
14.30-15.00: Stuðulsmøguleikar
frá Mentanargrunni Landsins og
Mentamálaráðnum – Jóanna Djurhuus
fyri Mentanargrunn Landsins og Martin Næs,
deildarstjóri á Mentamálaráðnum
eru við á fundinum og greiða frá
15.00-15.10: Soleiðis skrivar tú eina góða
umsókn – Søren Staun, programráðgevi,
Kulturkontakt Nord
15.10-15.30: Spurningar og kjak
15.30-16.30: Persónlig ráðgeving til
umsøkjarar, sum hava eitt liðugt uppskot til
verkætlan – Søren Staun, programráðgevi,
Kulturkontakt Nord (uml. 10 min. verða settir
av til hvønn)
&
Kunningarfundir
um føroyskar
norðurlendskar
stuðulsmøguleikar
til mentan og list
TØRVAR TÆR
FÍGGJARLIGAN STUÐUL
TIL EITT MENTANAR-
ELLA LISTAVERK?
HETTA OG NÓGV ANNAÐ KANST TÚ KUNNA TEG UM, TÁ KULTURKONTAKT
NORD, NORÐURLANDAHÚSIÐ Í FØROYUM OG KLAKSVÍKAR KOMMUNA Í FELAG
SKIPA FYRI KUNNINGARFUNDUM UM FØROYSKAR OG NORÐURLENDSKAR
STUÐULSMØGULEIKAR TIL MENTAN OG LIST
VILT TÚ KANNA, SAMSKIFTA VIÐ
ONNUR ELLA VÍSA TÍNI VERK FRAM
Í HINUM NORÐURLONDUNUM
ELLA BALTISKU LONDUNUM?
Nær og hvar?
MÁNADAGIN
20. APRÍL 2015 KL. 17.00-20.30
Í BÝRÁÐSHÚSINUM Í KLAKSVÍK
ERT TÚ UNDIR 30 ÁR OG HEVUR
TØRV Á STUÐLI TIL POLITISKT,
SOSIALT ELLA MENTANARLIGT
VIRKSEMI VIÐ BØRNUM
ELLA UNGUM ÚR HINUM
NORÐURLONDUNUM?
Norðurlandahúsið í Føroyum
Nýtt og spennandi
starv sum vinnu – og
mentanarsamskipari er leyst
at søkja í Eysturkommunu
Lýst verður eftir vinnu - og mentanarsamskipara, sum kann byrja so skjótt til ber.
Undir leiðslu av kommunustjóranum kemur vinnu – og mentanarsamskiparin
at hava ábyrgdina av at samskipa arbeiðið innan vinnu og mentan í kommununi.
Á vinnuøkinum m.a. ferðavinnu, kreativa vinnu, og siðbundnari vinnu, og á
mentanarøkinum m.a. savnsøkið, ítrótt, tónleik, list og frítíðarvirksemi.
Tann setti kemur at virka sum eitt bindilið og samskipari millum kommununa,
vinnuna og mentanina í Eysturkommunu.
Talan er um eitt nýtt, spennandi og áhugavert starv, har tú, í tøttum samstarvi
við starvsfólkini í Eysturkommunu, fært møguleika at seta dám og ávirkan á
vinnu – og mentanarøkið í kommununi.
Høvuðsuppgávurnar hjá vinnu – og mentanarsamskiparanum eru:
• hava dagligu ábyrgdina av vinnu – og mentanarøkinum í kommununi
• menna, skapa, seta í verk og samskipa verandi og framtíðar vinnu – og
mentanarøki í kommununi
• virka sum íverkseti í kommununi
• planleggja, seta í gongd, fylgja við og fylgja upp í mun til øll arbeiði innan økið
og at hetta verður gjørt á høgum fakligum støði
• skrivari í mentanarnevndini
• aðrar fyrifallandi uppgávur
Vit vænta at tú:
• hevur viðkomandi útbúgving innan økið
• hevur royndir innan leiðslu av arbeiðsprojektum
• hevur góð samstarvsevnir, ert álítandi og nærløgd/ur
• ert nýhugsandi og nýskapandi
• hevur praktiskar royndir innan økið og kanst taka eina hond í
• kanst arbeiða sjálvstøðugt
• gongur undan, og ert røkin
• søkir eftir at røkka settum málum
• dugir væl at samskifta við fólk bæði í skrift og talu
Løn og setanartreytir:
Løn og setanartreytir eru sambært sáttmála millum avvarandi yrkisfelag og KAF.
Starvið verður áramálsett í 3 ár.
Umsókn við møguligu royndum:
Skrivlig umsókn saman við prógvum upplýsing og royndum verður at senda til:
Eysturkommunu
Kulibakki 8
520 Leirvík
ella teldupost: eystur@eystur.fo
Umsóknir skulu vera Eysturkommunu í hendi í seinasta lagi fríggjadagin, 17.
apríl 2015 kl. 12.00
Meiri fæst at vita um starvið við at venda sær til Erik Lervig, kommunustjóra, tlf.
730011.