Sosialurinarkiv
Sosialurin 2015-04-09, síða 47
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 9. apríl 2015síða 47

‹ fyrra síða allar 48 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Fríggjadagur 10. apríl 2015 sosialurin 40 47 Allir mans tøkir Ikki við: Jan Ellingsgaard (Burturstaddur), Ari Ellingsgaard (Burturstaddur) Ivasamir: Fritleif í Lambanum (Fóturin), Bartal Eliasen (Lærskaði), Adeshina Lawal (Lærskaði) Ikki við: Teitur Jóannesarson (knæið, ivasamt), Kári Nielsen (knæið, ivasamt), Gert Drangastein (brotið fótin, 6 vikur), Hørður M. Mohr (burturstaddur), Rói Danislen (burturstaddur) Ivasamur: Rógvi Poulsen (beklaði móti 07 Vestur) Allir mans tøkir Ikki við: Salmundur Bech (brot í fótinum, 2 vikur), Jón Áki Jacobsen (meniskur, undir skurð í vikuni) Jón Krosslá Poulsen (leikbann) Liðini hittust farna mánadag í steypakappingin. Tá vann B36 2-1 við málum, sum Lukasz Cieslewicz skor­ aði. Hann sat uttanfyri við leikbann í tríggjar dytir, eftir at hann bleiv út­vístur í fyrsta umfari. Til hendan dystin er Hanus Thorleifsson leik­ bann­aður, meðan Jónas Tór Næs og Alex Mellemgaard framvegis eru skaddir. Fyri TB er talan um ein ókeypis møguleika at leggja afturat góðu byrjanini. TB hevur longu fingið stig í Gundadali fyrr, so hví ikki eina ferð afturat? NSÍ – HB Sunnudagin klokkan 15 Dómari: Petur Reinert Hetta er stóri dysturin hetta viku­ skiftið. NSÍ er oddaliðið í deildini, meðan HB á triðja plássi er ein av trimum avbjóðarum til FM heitið. Hetta er ein dysturin, sum kann koma at svara upp á tveir spurningar: Er NSÍ komið víðari frá at vera eitt lið, sum bara vinnur á teimum lægru liðunum? Er HB veruliga ein FM avbjóðari í ár? NSÍ er eftirhondini tiltikið fyri bara at vinna á uppflytarunum og hinum botnliðunum. Í fjør rakk tað til eitt fjórða pláss og Europa League lut­tøku. NSÍ hevur aftur í ár gjørt tað sama. Vunnið á FC Suðuroy, TB, EB/ Streymi og ÍF, men tapti greitt fyri B36. Á heimavølli móti einum HB liði, sum ikki spælir upp til sín besta, er ein gyltur møguleiki at venda skút­ ini móti sterkastu liðunum. Stóri spurningurin hjá NSÍ er, um Árni Frederiksberg spælir við fullari ferð. Hann hevur havt trupulleikar í lær­ inum. HB er ikki komið upp í snúningar enn. Eftir javnleikir á heima- vølli móti AB og TB, so bragdaði móti EB/Streymi, men tó ikki uttan ávaringar, tí gest­ir­nir skoraðu tvey mál. At HB ikki er komið upp í snú­ning­ ar sást greitt í steypa­dyst­inum móti Skála, har HB spældi sum eitt lið, ið ikki tímdi at vera á vøll­inum. Fleiri lykla­spælarar eru iva­samir ella hava havt ivasaman upp­start. Her kunnu nevn­ast Christian R. Mouritsen (skaði), Símun Samuelsen (skaði) og Fróði Benjaminsen (útbúgving). Hinvegin, so veist tú við HB, at tað er eitt felag, sum altíð avrikar tá á stendur. Hóast HB ikki hevur spælt flót­andi fótbólt, so hevur liðið fimm nú­verandi landsliðsspælarar, einar fimm fyrrverandi landsliðsspælarar og U21 landsliðsáleyparan. Tú kanst argumentera fyri sigri til bæði liðini í hesum dystinum. Spælir Árni Frederiksberg við fullari ferð og finnur Klæmint A. olsen við inn­legg­unum, so fær NSÍ mál. Spælir HB hinvegin væl og fær álopsspælið at rigga, so er torført at ímynda sær ann­að ein HB sigur. ÍF – KÍ Sunnudagin klokkan 15 Dómari: Alex Troleis Bæði ÍF og KÍ hava lagt nógv fyri til hetta kappingarárið. Nýggir venj­arar og fleiri nýggir spælarar. Tó hava úrslitini ikki fylgt við nú lið­ini hitt­ast í Fløtugerði. ÍF hevur fram­vegis ikki vunnið Effo-deildini í ár, meðan ein­ asti sigurin er komin í steypa­kapp­ ing­ini móti B71. Alexandar Jocevic hevur boðað frá broytingum til hetta kappingarárið, men enn tykist hann leita eftir eini uppstilling, ið riggar. Tað verður flutt runt á fleiri plássum í løtuni. ÍF er hesa ferð uttan Ara Ó. Ellingsgaard, sum er burturstaddur. Hann hevur verið ein lyklaspælari í framrættaða spæl­inum. Somuleiðis er Adeshina Lawal ivasamur. Fyri KÍ hevur talan verið um eina undir miðal byrjan uppá lands­ kappingina, men her hoyrir til, at teir hava spælt móti trimum teim­um ovastu frá í fjør, B36, HB og Víkingi. Størri trýst er komið á KÍ, eftir at teir heldur óvæntað taptu fyri EB/ Streymi í 1/8 finaluni í steypa­kapp­ ingini. KÍ hevur lagt nógv fyri í ár og ætlar sær í Evropa. Nú er bara ein møgu­leiki, og tað er umvegis lands­ kapp­ingina. KÍ hevur onkrar smátrupulleikar at dragast við, men allir mans eru meld­aðir tøkir. Lærkrikin hevur argað Atla Danislen í eina tíð, meðan Evrard Ble enn ikki megnar at spæla fullan dyst. Verður ein vinnari funnin í hes­ um dystinum, so kemur tapandi lið­ ið helst undir eitt lítið trýst longu aftaná seks umfør. EB/Streymur – Víkingur Sunnudagin klokkan 16 Dómari: Páll Augustinussen Í fleiri ár vóru hetta liðini, sum strídd­ ust um steypagullið. Fyrst var EB/ Streymur stóra steypaliðið, men blivu yvirhálaðir av nú trífaldu steypa­ vinnarunum úr Víkingi. Til dystin í morgin er ongin ivi um, at Vikingur er favorittur. Teir ljósa­ bláu úr eysturkommunu fingu hol á í heimadystinum móti FC Suðuroy. Undan sigrinum hevði Víkingur bara spælt javnleikir. EB/Streymur hevur fingið trý stig fyri fimm tey fyrstu umførini. Ónøgd er í sundalagnum um, at tað ikki hevur eydnast at vinna onkran av dystunum, men bara tvey tap í fimm teimum fyrstu umførinum er góð­kent. Verður hugt eftir tølunum, so er ein javnleikur eitt gott boð. Liðini hava spælt tíggju dystir til samans, og av teimum eru sjey endaðir uttan vinn­ara. Fyri Víking kemur tað væl við, at Finnur Justinussen er komin í gongd við málskjótingini. Hann hevur skotið sjey mál í tveimum teimum seinastu dystunum fyri Víking. Fýra móti FC Suðuroy í landskappingini, og trý móti B68 í steypakappingini. EB/ Streym­ur hevur ikki tap á heimavølli í ár, so nógv bendir á ein javnan og spenn­andi dyst. Víkingur er favorittur, men tað gongur ikki altíð, sum prestur prædikar. trondur@sosialurin.fo KÍ ÍF AB TB FC Suðuroy Effodeildin støðan nr. lið dystir vunni javnt tapt + mál - mál +/- stig 1 NSÍ 5 4 0 1 17 8 +9 12 2 B36 5 3 2 0 11 5 +6 11 3 HB 5 2 3 0 9 5 +4 9 4 Víkingur 5 1 4 0 12 8 +4 7 5 TB 5 1 3 1 7 6 +1 6 6 KÍ 5 1 2 2 7 7 0 5 7 AB 5 0 5 0 4 4 0 5 8 ÍF 5 0 4 1 7 9 -2 4 9 EB/Streymur 5 0 3 2 6 12 -6 3 10 FC Suðuroy 5 0 0 5 3 19 -16 0 Stóri dysturin er í Runavík, har HB kemur á vitjan. Er NSÍ komið víðari frá at vera eitt lið, sum bara vinnur á teimum lægru liðunum? Mynd: Álvur Haraldsen