mánadagur 13. apríl 2015síða 4
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 13. apríl 2015 · Nr. 41
4
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
politikkur
Árni Gregersen
Føroyar eru ikki ein sjálv
støðug tjóð, men seinnu
árini hava føroyingar fingið
høvi at viðgera fleiri og fleiri
uttanríkispolitisk mál.
Gjøgnum nógv ár hava før
oyskir myndugleikar sjálvir
samráðst við útlendingar
um fiskivinnuavtalur, men
nú eru eisini viðurskifti, sum
føroyingar sjálvir hava sam
ráðst um.
Løgmaður, sum umsitur
uttanríkispolitkk, hevur lagt
eina frágreiðing fyri Løgtingið
um uttanríkispolitisku viður
skiftini.
– Seinastu mongu árini
hevur leikluturin hjá lands
stýrinum á uttanríkispolit
iska økinum verið alt sjón
ligari. Sum framkomið og væl
skipað oyggjasamfelag og
fiskivinnutjóð hava Føroyar
ein týðandi leiklut í altjóða
samfelagnum, stendur í frá
greiðingini til Løgtingið.
Tað er soleiðis, at før
oyskur uttanríkispolitikkur
verður rikin við heimildum í
heimastýrislógini, men eisini
í uttanríkispolitisku lógini
frá 2005.
Tá ið talan er um yvirtikin
málsøkið skipar uttanríkis
politiska lógin frá 2005, sam
an við siðvenju á økinum,
karmarnar fyri luttøku Før
oya í altjóða samfelagnum.
Dømi um beinleiðis mill
umtjóðasamráðingar eru bi
lateralar handilssamráðingar
og millumtjóða fiskivinnu
samstarv.
Í teimum førum, har mál
økini ikki eru yvirtikin er tað
soleiðis, at Føroyar sambært
Fámjins-skjalinum skulu tak
ast við uppá ráð við tí fyri
eyga, at Føroyar fáa veruliga
ávirkan á politikkin.
Felags økir
Á nøkrum økjum er tað tó so
leiðis, at landsstýrið ikki einsa
malt kann taka avgerðir og
gera avtalur, sjálvt um talan
er um yvirtikin málsøkir.
Tað er í teimum førum, tá
ið talan er um økir, sum við
víkja bæði Føroyum og Grøn
landi, men ikki Føroyum.
Dømi
um
hetta
eru
NEAFC, NAFO og NASCO,
sum eru felagsskapir um
fiskiveiðusamstarv í altjóða
sjógvi, har Danmark er um
boðað í sáttmálanum gjøg
num ES. Í hesum felags
skapunum eru Føroyar og
Grønland við í felag undir
heitinum DFG – Danmark,
Føroyar og Grønland.
Hendan skipanin hevur
sum fortreyt, at Føroyar og
Grønland hava somu áhuga
mál, tí londini hava bert eina
atkvøðu.
Avtalan er, at tað landið,
sum hevur størstu áhugamál
ini á økinum avger, hvussu
atkvøðast skal. Er ósemja
um, hvussu atkvøðast skal,
er avtalan, at so atkvøður
DFG als ikki.
Trygdarmál
Fyri at tryggja føroyskum
myndugleikum
veruliga
ávirkan á felagsmál, ið við
víkja Føroyum, eitt nú á verju-
og trygdarpolitiska økinum,
var tað sokallaða Fámjins-
skjalið undisrskrivað.
Í skjalinum verður stað
fest, at Danmark skal taka
Føroyar við uppá ráð, tá ið
málini viðvíkja Føroyum og
uttanríkispolitisku støðuna
hjá Føroyum.
Í samsvari við hetta hava
umboð fyri landsstýrið lut
tikið í m.a. ymsum grein
ingararbeiði
hjá
danska
verjumálaráðnum.
Tíðliga í 2014 varð stór
greiningarverkætlan sjósett
av danska verjumálaráðnum
til tess at greina tørv og
virkisføri hjá donsku verjuni
í arktiska økinum og í Føroy
um.
Uttanríkistænastan fylgir
hesum arbeiði yvirskipað,
og fiskimálaráðið og aðrir
myndugleikar
í
Føroyum
hava eisini ymsar leiklutir í
greiningararbeiðinum.
Ætlandi, so fer danska
verjumálaráðið at leggja hesa
frágreiðingina fram í vár.
Trygdarpolitiska støðan
er rættuliga nógv broytt í
seinastuni. Serliga eru tað
viðurskiftini millum Ukreina,
Russland og vesturheimin,
sum
hava
eru
munandi
broytt.
Hóast broytingar og tann
spenning millum londini,
sum støðan í Ukreina hevur
elvt til, so verður ikki mett,
at hetta hevur ávirkað sam
starvið millum partarnar í
arktiska økinum.
Í frágreiðingini til Løg
tingið verður sagt, at allir
partar framvegis raðfesta
góða samstarvið um Arktis.
Handilsøkið
Føroyar hava síðani 1991 gjørt
altjóða handilssáttmálar og
hava júst nú handilsavtalur
við 31 lond – 28 teirra eru
limir í ES.
Ein
handilssátmáli
er
gjørdur afturat, men ikki góð
kendur av myndugleikunum.
Tað er fríhandilsavtalan við
Turkaland.
Síðani 1977 hava Føroyar
havt fiskivinnuavtalur við
Russland. Hetta hava vit
framvegis, men vit hava eis
ini roynt at fáa eina handils
avtalu við landið, men higar
til hevur hetta ikki eydnast.
– Tað er einki at taka seg
aftur í, at laksur og upp
sjóvarfiskur
standa
fyri
meginpartinum av okkara
útflutningi til eystanlond.
Fáa vit beint burtur tollforð
ingarnar, letur tað veruliga
dyrnar upp fyri enn størri út
flutningi til hesar marknaðir,
sigur løgmaður í frágreiðing
síni til Løgtingið.
Russland er í gongd við at
gera eina handilssamgongur,
so tá ið tað arbeiðið er liðugt,
fer at bera til at gera avtalu
við handilssamgonguna.
Hoyvíkssáttmálin hevur
fingið nógvar ákoyringar,
men sambært frágreiðingini,
so hevur hann økt um hand
ilin millum Føroyar og Ísland.
Løgmaður vísir á, at sáttmálin
nú verður eftirhugdur og er
tað neyðugt, so verður hann
endurskoðaður.
Norðurlendskt
samstarv
Føroyar hava í nógv ár tikið
lut í norðurlendska sam
starvinum, men enn eru fleiri
forðingar.
Landsstýriskvinnan Ann
ika Olsen, hevur boðað frá, at
Føroyar ynskja at fáa fullan
limaskap í Norðurlandaráð
num.
Nógvar handilsforðingar
og aðrar forðingar eru beindar
burtur í norðurlendska sam
starvinum, men enn eru eftir
og teimum verður arbeitt
við.
Ein annar partur av norð
urlendska samstarvinum er
Útnorðurráðið, har Føroyar
í løtuni hava formannin, Bill
Justinussen, Miðflokkurin.
Frágreiðingin til Løgtingið
vísir greitt, at Føroyar luttaka
meira og meira í millumtjóða
samstarvi.
Við hvørt eru spurnignar
settir til ymisk viðurskifti.
Seinast tá ið løgmaður var
á vitjan í Moskva og var við
til at lata upp fyri meirsølu
av laksi og uppsjóvarfiski til
Russlands.
Hetta
hendi,
meðan
spenningurin var størstur
um Ukreina.
Í framløgu síni undirstrik
aði løgmaður støðu Føroya:
– Vit hava langa siðvenju
fyri at samstarva væl við
Russland. Kortini skal eingin
ivi valda um, at Føroyar í
trygdarpolitiskum høpi eru
ein samanrunnin partur av
vesturheiminum.
Løgmaður:
Føroyar eru partur av vesturheiminum
Í einari uttanríkispolitiskari frágreiðing verður staðfest, at Føroyar eru meira
virknar enn nakrantíð fyrr á uttanríkispolitiska økinum
Løgmaður hevur lagt frágreiðingina um uttanríkispolitikk fram
Annika Olsen hevur í ár boðað frá, at Føroyar framvegis
eiga at fáa sjálvstøðugan limaskap í Norðurlandaráðnum
Bill Justinussen er í løtuni formaður í Útnorðurráðnum
Vit hava langa siðvenju fyri at sam
starva væl við Russland. Kortini skal
eingin ivi valda um, at Føroyar í trygdar
politiskum høpi eru ein samanrunnin partur
av vesturheiminum
Kaj Leo Johannesen